fredag den 28. oktober 2011

Dagurin í dag, 29. oktober, er ein lagnudagur.


Føroyska samfelagið stendur á einum vegamóti. Vit skulu velja ímillum eina kenda, men afturhaldssinnaða kós, ið byggir á hugsanir um eitt siðbundið veiðisamfelag, sum heldur alt vera best sum er. Sum trívist best í ómakaleysu samríkjastøðuni, gjarna við størri peningainnspræning, so vit sleppa frá at taka stóru tøkini sjálv. Og sum enn ikki er til reiðar at rúma seksuellum minnilutabólkum í samfelag okkara, ájavnt við aðrar borgarar.

Ella, vit kunnu velja at traðka inn í vitanarsamfelagið, har vit geva tí kreativu, skapandi kreftunum pláss. Tí vit vita, at samanrenningin av vitan og kreativiteti eru avgerandi fortreytir fyri menning og trivnaði í framtíðar samfelagnum. Har vit, í størstu virðing fyri høvuðsvinnu okkara, tora at gera nýskipanirnar ið skulu til, so hon gerst lønandi og verður før fyri at gera nýggjar íløgur. Eitt samfelag har list, mentan, kreativar vinnur, íverksetan og fjøltáttaði útbúgvingartilboð trívast og mennast lið um lið, men altíð við grundfesti í okkara egna, føroyska samleika. Tí vit eru føroyingar, serstøk tjóð.

Tíðin er komin at skifta kós. Eitt sterkt Tjóðveldislið á Tingi hevur evnini og viljan at seta og halda røttu kósina.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar