lørdag den 22. oktober 2011

Alt ella onki til tey eldru

Tjóðveldisleiðin vitjaði í Suðuroy í gjár og tað var sum altíð ríkandi og lærandi at hitta alt hetta góða fólk vit eiga kring landið, -  seyðamenn í Sumba, íbúgvar og starvsfólk á ellisheimi og á sjúkrahúsinum og til síðst væl vitjaðan veljarafund á tí serstakliga hugnaliga Seglloftinum.


Serliga áhugavert var, at fáa staðfest frá fyristøðukvinnuni á Hamragarði í Vági, júst tað sum framsøgukvinna okkara í sosialmálum, Bergtóra Høgnadóttir, so ofta hevur víst á: At ov einsíðugt fokus hevur verið á at byggja røktarheim, sum eru sera dýr at byggja og reka og har avleiðingin er, at heimahjálpin verður skerd. Ein kanning frá 2008 vísti, at samanbori við hini norðanlondini, er Føroyar tað landi, har flest fólk yvir 65 ár búgva á stovni. 


Øll fólk ynskja at búgva heima sum longst, tí má útboðið til hjálp tillagast, so vit fáa fleiri tímar til 
heimahjálp til tey sum kunnu og vilja búgva heima, byggja fleiri vardar íbúðir, til tey sum hava tørv 
á tí, og síðsti møguleiki er so røktarheim. Sum er, er tað alt ella onki: Røktarheim við fullari pleygu 
til tey fáu og lítil og ongin hjálp til tey mongu, ið eru heima, men hava tørv á nakað av hjálp. 

Hetta vil Tjóðveldi broyta!

Ingen kommentarer:

Send en kommentar