lørdag den 22. oktober 2011

Skattaskipan fyri útisiglarar o.o


Í samband við skattauppskotið frá Javnaðarflokkinum, hevur nakað av umrøðu verið um  hvørja skattaskipan vit skulu hava til føroyingar, ið arbeiða uttanlands.

Vit eru sera væl fyri í Føroyum, tí vit hava eina fleksibla og ikki minst dugnaliga arbeiðsmegi, sum tað er eftirspurningur eftir í útlondum. Her tosa vit bæði um skipsførarar, maskinmenn, handverkarar, ROV-operatørar, tyrlu- og flogskiparar osfr osfr. Hesi fólk eru ein stór styrki fyri okkara samfelag, og sjálvandi skulu vit hava so kappingarføra skattaskipan sum til ber, so tey ikki flyta burtur, men framhaldandi skapa vøkstur her hjá okkum.
Ein meting sigur, at uml 5-7% av samlaðu føroysku skattgjaldarunum, arbeiða uttanlands, og sostatt ikki gjalda sama skatta% sum hinir løntakararnir. Í mun til grannalondini, er hetta ein lutfalsliga stórur partur. Eg haldi tað hevur stóran týdning at politikarir og tey, ið arbeiða uttanlands, skilja hvønnannan betur. Tað nyttar onki at koma við einum lidnum uppskoti yvir høvdið á fólki og vænta at tey taka undir við tí uttan mótmæli.
Tey flestu er helst samd um, at øll ið liva í hesum landinum, skulu bera byrðarnar so javnt sum møguligt og øll sum forvinna pengar skulu gjalda sín part til felags húsarhaldið. Og nógv av teimum, ið arbeiða uttanlands, gjalda flestu sosial gjøld í Føroyum. Men sum skilst verða teir viðgjørdir ymiskt og skulu brúka nógva orku uppá at greiða síni viðurskiftir við skattamyndugleikarnar. Tað er hesum vit skulu koma burturfrá. Spurningurin er so, hvussu kunnu vit finna eina einfalda loysn, har øll gjøld verða samlaði og trekt av lønini áðrenn hon er útgoldin. Soleiðis, at løntakarin veit, at tá lønin er komin inn á konto, so er skattur og øll onnur sosial gjøld farin av, og tað sum er eftir kanst tú sjálvur ráða yvir.

Øll gjalda heilsutrygd í dag, men eftir 1. januar verður hetta gjald lagt beinleiðis undir skattin. Ein loysn skal finnast á, hvussu vit tryggja, at fólk, ið arbeiða uttanlands eisini gjalda fyri heilsutænastur. Og í somu loysn eiga vit at leggja onnur gjøld, sum øll hava gleði av, td. kringvarpsgjald, ALS, barsils- og arbeiðsmarknaðargjøldum o.a.

Ein frítíðar felagsskapur er skipaður í Føroyum, ið hevur savnað útisiglarar og summar aðrar fakbólkar, ið starvast uttanlands. Men stóra talið av handverkarum uttanlands er td ikki við í hesum felagsskapi enn. Tað hevði verið ynskiligt, um allir teir fakbólkar, ið starvast uttanlands og hava serskattaskipanir, kundu savnast í einum felagsskapi, sum so kann umboða hesi fólk og tosa við einari rødd yvirfyri myndugleikunum. Sjálvt um ymsu bólkarnir hava ymsar treytir og trupulleikar, ivist eg ikki í at tað ber til at samansjóva áhugamálini, so tað er greiðari fyri politisku skipanini hvørjar treytirnar og sjónarmiðini eru hjá hesum bólkum.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar