torsdag den 20. oktober 2011

Um vit vilja tað ella ei, so arbeiðir tíðin fyri Tjóðveldi

Í míni tíð í Íslandi, fekk eg næstan dagliga spurningin “nær taka tit fullveldi?” Ì práti við íslendingar er hesin spurningur ikki til at koma uttanum, tey skilja okkum heilt einfalt ikki á hesum øki. Og hvørja ferð stúrdi eg fyri spurninginum, krimpaði tærnar og vavdi runt í svarinum.

Eg havi altíð havt upp- og niðurtúrar um okkara útlit til at náa bjartasta málinum um eina sjálvstøðugar Føroyar. Viðhvørt hugsi eg, at her er øll vón úti, lat okkum bara gloyma tað. Og aðrar tíðir vaknar stríðsandin í mær, og eg hugsi “jú, sjálvandi megna vit tað eisini, og her er vón fyri framman”.

Og trúgvin og stríðsandin varð av álvara kveiktur hesi árini í Íslandi. Hetta samfelagið sum líkist okkum mest á øllum økjum og sum vit beinleiðis kunnu samanbera okkum við. Tað er bara at falda við 6. Tey megna tað - hví skulu vit so ikki? Og ikki minst styrktist trúgvin av tí sterka bróðurandanum og kensluni av felagsskapi, sum í øllum málum kemur til sjóndar millum føroyingar og íslendingar. Vit fara ikki at standa einsamøll tá vit ein dag taka stigið.

Prátaði við ein breta, sum er gestaundirvísari á Háskóla Íslands. Hann segði, at tað gekk yvir hansara forstand at bert 300.000 fólk megnaðu at halda einum samfelag koyrandi, við øllum tí sum hartil hoyrir - framkomið undirvísingarverk, infrakervið, vælferðarskipanir og politikkir á øllum økjum og á so høgum stigi. Víst stríðast tey við eina álvarsliga kreppu nú, men hann skuldi vera tann fyrsti at geva síni egnu harðrendu stjórn part av skuldini fyri at fallið bleiv so djúpt.


Og meðan hann prátaði, hugsaði eg: Og vit megna tað eisini. Næstan. Víst hava vit ikki tikið øll økir yvir enn og fáa framvegis stuðul úr Danmark, men tað restar ikki nógv í. Og tað er í veruleikanum alla æru vert.

So eg havi valt at síggja tað hálvfulla glasið í staðin fyri tað hálvtóma. Havi sannført meg sjálva um at tað er í veruleikanum kraftarverk vit øll útinna hvønn dag, at halda einum fulfíggjaðum samfelag saman við so fáum fólkum.

Og eri sannførd um at tað fyrst og fremst er einari sterkari sjálvstýrisrørslu fyri at takka, at hesin framburður er farin fram hesi síðstu mongu árini. Framburður vinnuliga, mentunarliga, í etiskum máli og í altjóða samstarvi.

Tí ynski um sjálvstýri og framburð eru tvær síður av somu søk, so sjálvsagt sigrar fullveldis hugsjónin til seinast.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar