tirsdag den 25. oktober 2011

ALS-skipanin og tey nýútbúnu


ALS hevur eina týðandi stabiliserandi funksjón í einum samfelag tá kreppur raka, og fólk gerast arbeiðsleys. Okkara ALS skipan skal eisini eiga rós fyri at skipa fyri praktikkplássum, skeiðum og øðrum førleikamennandi, so fólk í skipanini ikki sita hendur í favn, men heldur gerast betur fyri at møta krøvum frá arbeiðsmarknaðinum.

ALS verður sum kunnugt fíggjað frá arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum og er tískil leys av politisku skipanini sum so. Tó hava politikkarir ábyrgd av at royna at ávirka stýrið fyri ALS at tillaga skipanina eftir broytandi tørvum í samfelagnum. Eitt evnið, sum Tjóðveldið hevur sett ovast á dagsskránna, er at vit mugu fáa fólkavøkstur í landinum. Tað skal setast inn á nógvum økjum fyri at røkka hesum máli, og ALS skipanin er ein týðandi viðspælari.  

Vit eiga at arbeiða fyri at víðka ALS, so skipanin eisini umfatar tey lesandi, ið flyta heim úr útlondum. Tey hava sjálvsagt ikki havt lønandi inntøku í Føroyum seinastu árini og tá útrokningarháttin hjá ALS bert er grundaður á inntøkugrundarlagið seinastu mánaðirnar, er úrslitið at nýútbúgvin fáa lítið og onki frá ALS.

Hetta er ein beinleiðis forðing fyri fólkavøkstri, tí í Danmark, har tey flestu ungu lesa, fáa tey útgjald beinanvegin, tey eru útbúgvin. Tað ger sjálvsagt, at tey verða verandi niðri og harvið verða knýtt at danska arbeiðsmarknaðinum og tá minkar sannlíkindini fyri at tey flyta heimaftur. Eg skilji frá mongum nýútbúnum, at hetta er ein beinleiðis forðing fyri at tey umhugsa at flyta aftur til Føroya. Eitt uppskot kundi verið, at ásett eitt minsta mark fyri ALS-útgjaldið, soleiðis at nýútbúgvin íhvussu er kunnu fáa eitt grundgjald útgoldið.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar