torsdag den 1. december 2011

Skapar eitt lágt skattatrýst vøkstur?


Hendan týðing er ein stytt útgáva frá kronikk úr Weekendavisen 21. oktober 2011, við heitinum “Der er gode grunde til at hæve skatten”.

Yvirskriftin á greinini skal als ikki misskiljast, tí hvørki eg ella E ynskja at hækka skattin í Føroyum. Heldur hinvegin eru vit samd í at marginalskatturin er ov høgur. Men harfyri haldi eg, at sjónarmiðini sum verða førd fram her, eru sera viðkomandi og tankavekjandi og kunnu vera við til at geva áleikandi kjakinum her heima um flatskatt meira fjølbroytni og dýpd.

Rithøvundarnir eru: Laust Schouenborg, Ph.D og starvast við London School of Economics og Ole Schouenborg, ið er lektari á University College Capital.

Fyritøkur hyggja eftir einari røð av viðurskiftum, tá tey skulu gera íløgur: Er arbeiðsmegin vælútbúgvin og væl fyri, fyrikemur mutur og kriminalitetur, er politiskur tryggleiki og kann man rokna við einum góðum infrakervi? Danmark scorar høgt innan øll hesi viðurskifti, og hetta er orsøkin til at tað hevur eydnast Danmark at fáa fyritøkur at støðast og harvið skapa vøkstur.

Skattatrýstið hevði ein centralan leiklut í danska valstríðnum. Liberal Alliance koyrdi uppá 40% inntøkuskatt og tey Konservativu argumenteraðu fyri, at lægri skattur skapar hægri vøkstur, fleiri arbeiðspláss og til síðst fleiri pengar til okkara samlaðu vælferð. Vinstra síðan ynskti ávísar skattahækkanir og vísti á, at breiðastu herðarnar mugu bera mest, serliga í krepputíðum.

Nýggja danska centrum-vinstra stjórnin ætlar at halda fast við at hækka avgjøldini, men lovar at lækka skattin á arbeiði markant í einum framtíðar skattareformi. Her spyrja høvundarnir, um hetta er rætta leiðin, ella um tað hinvegin gevur meining at hækka skattirnar  - ikki beint nú, men í longdini.

Teir spyrja: Skapar eitt lágt skattatrýst fleiri arbeiðspláss og vøkstur? Hendir tað, sum fleiri økonomar og politikarir vilja vera við, at lágur skattur tiltrekkir útlendskar fyritøkur og motiverar danskar fyritøkur at gera fleiri íløgur og løntakarar at gera ein “eyka innsats” sum tað kallast?

Teir eru samdir í, at “alt annað líka” - kann lægri skattur vera eitt incitament, sum teoretiskt kann skapa hetta positiva vakstrarscenario. Men hetta er ein sera einfald mynd av tí sum vit meira breitt kunnu kalla tað danska vælferðar-modellið og av teimum faktorum, sum higartil hava gjørt Danmark til eitt ríkt samfelag og sum høvundarnir meina eisini framyvir eru við til at skapa framtíðar vøkstur.


Tað sum man eigur at hyggja at, er hvat er tað sum motiverar fyritøkur og kompetenta arbeiðsmegi at støðast og virka í Danmark. Fleiri kanningar hava víst, at umframt skattatrýstið hyggja fyritøkurnar eftir einari røð av øðrum viðurskiftum: Er arbeiðsmegin vælútbúgvin og hevur hon góða heilsu (og er harvið stabil), politiskur stabilitetur, lítið mutur, lágur kriminalitetur, gott infrakervið osfr. Á øllum hesum økjum er Danmark heilt væl fyri og tað er júst orsøkin til at tað hevur eydnast at vera so kappingarført. Danmark kappast ikki uppá skatt, men uppá samfelag.

Og høvundarnir spyrja: Hvørjar eru so fortreytirnar fyri, at vit framyvir megna at halda fast við hetta attraktiva búskaparliga umhvørvi? - Tað er júst almennar og skattafíggjaðar íløgur í okkara samfelag og menniskjaliga tilfeingi. Gransking og útbúgving, dagstovnar við høgari góðsku umframt okkara felags heilsuskipan. Og her hevur tað týdning at taka fram, tær neiligu avleiðingarnar av einum lágum skattatrýsti, sum vit kenna frá útlondum: Størri ójavni, sum kann leiða til kriminalitet, intolerancu og vónloysi. Spilt menniskjaligt tilfeingi, tá øll ikki fáa ein góðan uppvøkstur, skúlagongd og víðari útbúgving. Og til seinast, færri íløgur í infrakervið og gransking. Við øðrum orðum: Stórur ójavni førir ikki til vøkstur.

Høvundarnir vísa á, at hesi sterku eyðkenni við danska búskaparliga modellinum hevur víst seg at vera eitt av teimum mest kappingarføru í heiminum seinastu 50-70 árini og hendan skipan hevur megnað at givið flestu borgarum bæði vælstand og vælferð. Teir staðfesta tí, at skattirnir eiga at vera verandi á sama støði, ella kanska enntá vaksa eitt sindur, um man ynskir at halda fast í hesum kappingarfyrimuni í framtíðini.

Argumentini fyri, at tað kann vera ein meining í at hækka skattirnar nakað í longdini er ein nýggj læra, sum spakuliga er við at festa røtur. Tað snýr seg um, at vit í framtíðini eiga at broyta búskapin burtur frá endaleysum materiellum vøkstri og øktum forbrúki. Síðstu 10 árini hevur debattin víst, at fleiri og fleiri eru ivasom í um lukkan er at hava fleiri flatskermar og tríggjar uttanlandsferðir. Vit eru vorðin meir og meir tilvitaði um, at okkara felags jørð kann ikki rúma støðugum íbúgvaravøkstri og hartil hoyrandi framleiðslu og forbrúki. Globalt er okkara politiskt-búskaparliga samfelagsskipan ikki burðardygg.

Ein háttur at loysa hendan trupulleika, er at tálma privatu nýtsluni við hækkaðum skattum. Høvundarnir eru væl greiðir yvir at hetta ljóðar ræðuligt fyri mong. Men hetta gevur bert meining um tað almenna væl at merkja dugir at brúka hækkaðu skattainntøkurnar til íløgur í burðardyggar og grønar loysnir í infrakervið, kollektiva ferðslu - elektrisk tokbananet ístaðin fyri bilbrýr osfr.


Høvundarnir eru væl greiðir yvir, at teirra sjónarmið neyvan fær Dansk Arbejdsgiverforening og fíggjarkervið at klappa av frøi. Men tað er eitt faktum, at vøksturin í okkara núverandi samfelag nærkast endastøðini í mentanarsøguni. Og við at skilja og handla út frá hesi sannroynd kann Danmark aftur gerast eitt undangonguland.

Teir enda við at siga, at skattur er vorðin eitt “fy-ord” í politiska orðaskiftinum, bæði uttanlands og í Danmark. Hetta halda teir er spell, tí skattur er eitt úttrykk fyri, at vit hava valt at geva okkara íkast til tað samfelag vit eru ein partur av og sum vit persónliga vilja satsa uppá at finna haldførar kollektivar loysnir til teir trupulleikar, vit standa framman fyri.

Vónandi - siga høvundarnir at enda - fer Fólkatingið at finna aftur á beint í tí avsporaða skatta-kjakinum og byrja uppá framtíðina í góðari tíð. Hon kemur kortini!

Ingen kommentarer:

Send en kommentar