torsdag den 15. december 2011

Nær fáa vit eitt Tjóðleikhús?

Í dag er sól og høgur himmal. Men tó hanga tung skýggj yvir føroyska samfelagnum í hesum døgum. Politikkurin sum er settur út í kortið sendir ørkymlandi og ófrættakend boð út í hvørt heraðshorn í landinum. Ótryggir borgarir vita ikki síni livandi ráð, og ivast í um hetta er veruleiki ella ein óndur dreymur, sum tey eru statistar í.

Hetta er ikki vanlig glefs og frustratiónir frá einum andstøðuflokki, sum sigur tað sum verður væntað av okkum. Hetta er meint í ramasta álvara: Vit hava veruliga ilt í búkinum av tí sum fer fram.  Eg haldi, at tað í veruleikanum er óreelt at vit í dag skulu viðgera eina fíggjarlóg undir teimum fortreytum sum eru galdandi. Tað eru so nógvir ókendir faktorar í hesum roknistykkinum, at tað er vónleyst at hava eitt konstruktivt orðaskifti um fíggjarlógina.


Hesar kollveltingar, sum samgongan ætlar at fremja - flatskatturin og pensjónsskattingin - eru fongdar við so stórum óvissum um hvussu tað skal fíggjast, hvørjar avleiðingarnar verða fyri  einkultpersónar, fakfeløg, tryggingarfeløg, landshúsarhaldið, stovnar av øllum slag - at tað ber snøgt sagt ikki til at viðgera hesi stórmál á nøktandi hátt. Her eru 100 spurningar og ongi svar.

Men tað er helst júst tað sum er ætlanin, hetta skal bara trumlast ígjøgnum uttan at nakar fær ein livandi tjans.

Og gjøgnumgangandi fyri fíggjarlógaruppskotið er, at her verður brotið við allar avtalur sum eru gjørdar seinastu árini. Tað hevur verið gjørd ein erlig roynd síðstu tíðina uppá at flyta føroyskan politikk eitt vet uppeftir og frameftir, við at royna at skapa langtíðar semjur um stórmál. Sum td. nýskipanir innan pensjónir, kommunur, fiskivinnuna og langtíðar íløgukarmar. Stór og týdningarmikil mál, sum vit skulu finna semjur um. Alt hetta er vrakað til fyrimuns fyri ein primitivan, ófulfíggjaðan og bonskan høgrapolitikk, sum ongin hevði trúð møguligt.

Íløgukarmurin eru merktur av, at hvør landsstýrismaður skal seta sítt lokala fingramerki á, og teir fyrr gjørdu langtíðar íløgukarmarnir, har hugsað var um alt landið í eini heild, eru vrakaðir. Samgongan hevur framprovokerað eitt stríð millum meginøkið og útjaðara, sum er oyðileggjandi og óneyðugt. Tí hædd var tikin fyri øllum landinum í teimum langtíðar ætlanum fyri íløgur, ið var gjørd.

Vit eru traðkaði fleiri fet aftureftir í politisku menningini. Tað sendir signal út til tey fólk, sum eru eitt sindur at sær komin og sum hava aðrar møguleikar fyri at skapa sær eitt virðiligt lív, at hetta er ikki eitt verandi stað. Og tá tað hendir, so eru vit veruliga á vandakós. Og tað eri eg stórliga bangin fyri verður gongdin, um vit ikki fáa steðga hesum kollveltandi ætlanum nú.

Á skúla- og mentanarøkinum, eru tað tvær byggiætlanir, sum ikki longur tola at verða útsettar og skumpaðar fram í óvissuna. Onnur er Tjóðleikhúsið og hin er Skúladepilin í Marknagili. Tað hevur ongantíð verið so umráðandi sum í hesum døgum, at  júst hesar byggiætlanir verða settar í gongd nú frá 2012 og árini frameftir.

Føroyar hava staðið frammaliga í røðini, tá Skaparin deildi út av ymsum gávum og tilfeingi til heimsins lond. Umframt stórt náttúrutilfeingi, er list okkara óendaliga rík. Tað sprettir og grør allastaðni rundan um okkum av tónleiki, bókaútgávum, myndlist, sjónleiki, dansi, filmi og sniðgeving og mark tykist ikki vera fyri kreativu skapanarevnunum í hesum lítla landi. Ein av okkara fremstu sjónleikarkvinnum nevndi hetta í útvarpssending um dagin, og hon legði aftrat "men politikkarnir hava bara ikki uppdagað tað".

Hóast politikkurin á hesum øki ikki hevur verið merktur av teimum stóru visjónunum og karmarnir hava verið alt annað enn nøktandi, hevur listin ment seg ótrúliga nógv. Hugsið tykkum hvussu nógv goymt potentiali liggur í dvala, til reiðar at blóma, um bara vit góvu hesum øki eitt sindur meir ans og virðing.

Kanska hevur tað verið ein koddi og ein umbering hjá politisku skipanini at gera nakað munagott - tí hygg hvussu væl tað gongur uttan at vit gera nakað serligt. Men eg havi hug at venda tí við og siga: “Hugsið tykkum, hvussu nógv ríkari mentanarliga og andaliga vit høvdu kunnað verið, um bert vit gjørdu eitt lítið sindur meir á hesum øki”.

Tað sum listin skapar í einum samfelag kann illa gerast upp í krónum og oyrum. Men tess meira virðismikil er hennar leiklutur sum okkara mentanarliga jørðildi, sum skal bjóða vanahugsanini av og vísa okkum á nýggjar vegir. Vit kunnu ikki sum samfelag vera so tilafturskomin, at vit ikki duga at virðismeta tann tydning sum listin hevur fyri okkum sum framkomin tjóð. Og tí mugu vit nú geva henni munagóðar sømdir og karmar.

Tað er ikki bara hjá okkum, at listafólk skulu vera óvanliga tolin eftir at myndugleikarnir geva teirra stóra arbeiði ans og skapa teimum sømiligar karmar. Hetta er kent fyribrigdi í flestu londum. Og treyðugt so, fleiri átøk eru gjørd frá myndugleikans síðu gjøgnum árini, sum hava bøtt um viðurskiftini hjá mentanini og listini.

Men eg haldi, at ein av teimum listagreinum, ið hevur skula víst ógemeina stórt tolni, er sjónleikurin her í landinum. Orðarætt úr Fíggjarlógaruppskotinum stendur (við formansins loyvi): “Hølisumstøðurnar hjá Tjóðpalli Føroya eru út av lagi vánaligar”. Hetta er púra rætt. Men hetta vísir seg bert at vera ein staðfesting, tí gerð fylgir tíverri ikki orðum. Bert ein millión er sett av um árið komandi árini til nýtt Tjóðleikhús. Vit hava onki veruligt mentanarhús bygt sjálvi - Norðurlandahúsið varð jú bygt fyri norðurlendskar pengar - so tíðin er komin, at vit raðfesta Tjóðleikhúsið nú! Eitt Tjóðleikhús hevur ovurstóran týdning fyri okkara samleika og sjálvsvirði sum fólk, og ikki minst - fyri sjálva listagreinina sjónleikin, sum meir enn nøkur onnur rúmar allar aðrar listagreinar. Og fyri ikki at tala um tað reint búskaparliga rætta í at seta gongd á slíka bygging, tá lágkonjunkturur er í samfelagnum, og tað almenna hevur skyldu at seta slík hart tiltrongd bygningsverk í gongd.

Stóra tónleika -  sjónleika og mentanarhúsið Harpa varð bygt í størstu fíggjarligu kreppu í nýggjari tíð í Ìslandi. Byggingin hevur verið sera umdeild, men stjórnin sýndi við hesum ikki smávegis dirvi og virðing fyri hvønn týdning listin hevur -  júst í niðurgangstíðum - til at fáa fólk at hava okkurt at savnast um, vera errin av og til at byggja sjálvsvirði uppaftur.

Beint nú er tíðin tann rætta at seta bygging av Tjóðleikhúsið í gongd. Og tað er hon av fleiri orsøkum. Áðrenn valið, meldaðu allir flokkar - uttan Sambandsflokkurin - út, at Tjóðpallur skal byggjast í hesum valskeiðinum. Hetta eiga vit at taka uppá orðið. Harumframt, hevur Tórshavnar Kommuna víst stóra vælvild við at fara akivt inn sum viðspælari, og hevur bjóðað eina tí bestu staðseting í landinum - nevniliga á Skálatrøð.

Um ikki landið smíðar meðan jarnið er heitt og brúkar hesa politisku vælvildina, bæði úr Løgtingi og frá Tórshavnar Kommunu, so verður Tjóðleikhúsið ikki bygt í okkara tíð.

í 2011 vóru 5 mió settar av til projektering av Tjóðleikhúsið, men tær eru ikki brúktar orsakað av vantandi avgerð um staðseting. Tí verða tær fluttar fram til 2012, og nú staðsetingin er funnin, er ætlanin at brúka hesa upphædd til projektering í 2012. Og tað er rætt gjørt. Tvs at frá 2013 og nøkur ár fram, mugu pengar setast av til bygging. Men í hesum fíggjarlógaruppskoti, er 1 mió sett av hvørt ár hesi komandi fýra árini. Um vit ikki fáa Tjóðleikhúsið inn í langtíðar íløgukarmin, so missa vit tað momentum vit hava nú, og vit eru í stórum vanda fyri at staðsetingin og vælvildin frá Tórshavnar kommunu gleppur okkum av hondum. Og so eru hesar 5 mió, ið verða brúktar í 2012 til projektering mest sannlíkt farnar fyri skeyti.

Tí skal tað vera mín vón, at vit í mentanarnevndini kunnu fáa landsstýrið at taka uppaftur tær niðursjóvaðu ætlanirnar um Tjóðleikhúsið og fáa sett pening av, ið munar, og sum vísir at vit eisini tora og vilja taka stór stig okkara list, mentan og fólki øllum at frama.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar