torsdag den 15. december 2011

Skúladepilin í Marknagili enn einaferð útsettur


Tað skortar ikki við álitum og klókum orðum, ið eru skrivaði frá landsins myndugleikum seinastu árini um, at vitan og fakligur førningur eru grundleggjandi fortreytir hjá teimum ungu. At útbúgving er ein mannarættur og at vit skulu arbeiða fram ímóti at 95% av einum ungdómsárgangi fullføra eina miðnámsútbúgving.

Men kortini lata vit 700 ungdómar av Streymoynni, Sandoy og Vágum húsast í einum Studentaskúla í Hoydølum, sum ongan góðan hevur átt síðan 1960. Tað verður pjøssað og pjøssað uppá gomlu bygningarnar, sum heldur áttu at rangera undir málsøki hjá Landsantikvarinum, men sum hann tó neyvan fer at bólka sum varðveitingar verdir. Og enn minnið eru hølini í Hoydølum verd at húsa unga ættarliðinum, sum vit siga, vit vilja geva besta førning til at arva hetta landið.

Nú frættist, at arbeiðið at byggja Skúladepilin fer í gongd í 2012. Men kortini verður hann ikki klárur at flyta inn í fyrr enn í 2016. Hetta er aðru ferð bara í ár, at hendan so týdningarmikla verkætlan er flutt eitt ár fram. Í vár var verkætlanin útsett til 2015 (áðrenn var ætlanin hann skuldi vera liðugur 2014) og nú guðhjálpimeg eitur árið 2016. Tvs skúlin skal vera liðugt bygdur í 2015, men ikki takast í nýtslu fyrr enn 2016, tí man útsetir keyp av innbúgvi.

Landsverk metir, at tað kostar einar 13-14 mió at útseta byggingina hetta eina árið, og hendan upphædd skal sannlíkt takast av heildarkostnaðinum.

Hetta er fullkomiliga meiningsleyst og býtt, fyri ikki at tala um kostnaðarmikið, at ein nýggjur, flottur skúli stendur liðugur eitt heilt ár áðrenn man kann flyta inn í hann, tí íløgurnar til  innbúgv verða útsettar eitt ár. Hetta árið í bíðistøðu fer sjálvsagt at kosta í hita og alskyns øðrum útreiðslum hjá Skúladeplinum, umframt at verandi miðnámsskúlar skulu gjalda rakstur o.a. Hetta er óneyðug longing, og merkir stóra samlaða dýrking fyri landið.

Ábøturnar á studentaskúlan í Hoydølum vóru gjørdar í 2008 útfrá tí, at nýggjur skúli skuldi vera klárur í 2012. Nú er hetta flutt til 2016. So tað er ivaleyst, at tørvur verður á fleiri ábøtum í Hoydølum, tí tann skúlin er í so út av lagi ringum standi sum er.

Um vit hyggja eftir teimum samlaðu íløgunum hjá hesi samgongu í fíggjarlógini, er onki at ivast í, at við umraðfestingum ber væl til at fara undir at byggja bæði Tjóðleikhús og Skúladepilin í Marknagili. Latið okkum sýna politiskt dirvi og støðufesti og halda avtalur frá fyrr í ár, soleiðis at Skúladepilin er klárur at flyta inn í hjá skúlanæmingum í 2015 og ikki í 2016, sum hendan samgongan ætlar.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar