tirsdag den 29. november 2011

Fyrispurningur í Tinginum til Jørgen N um at tiðna blokkin


Munnligur fyrispurningur

til

Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum

um samráðingar við donsku stjórnina um at tiðna og hækka ríkisveitingina


1. Hvussu samsvarar tað, at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at tiðna og hækka ríkisveitingina, við stevnuskrá Fólkafloksins, sum ein borgarligur tjóðskaparflokkur?

2. Er tað ein samdur Fólkaflokkur, -  her verður bæði hugsað um tingfólk og bakland -  ið stendur aftanfyri ætlanirnar hjá samgonguni, um at fara undir nevndu samráðingar við donsku stjórnina?

3. Hevði Fólkaflokkurin, sum hevði greiðan meiriluta saman við smáu flokkunum, ikki allar møguleikar fyri at forða fyri at hetta mál - sum stríðir beint ímóti stevnuskrá floksins - varð skrivað inn í samgonguskjalið?

Viðmerkingar:
Í valskrá Fólkafloksins til løgtingsvalið 2011 stendur undir teiginum “Sjálvræði” m.a. soleiðis:
“Fólkaflokkurin er ein borgarligur tjóðskaparflokkur og hevur sum stavnhald, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Vit skulu valda, har vit gjalda. Vit skulu hava tamarhald á føroyska búskapinum, tí politiskt sjálvræði kann einans røkkast við búskarligum sjálvbjargni.
• Vit vilja virka fyri eini breiðari politiskari semju um, at Føroyar verða fíggjarliga sjálvbjargnar. Tað skal gerast eftir greiðum leisti, har partur av búskaparvøkstri skal brúkast til sjálvbjargni. “

Hesar orðingar eru sera torførar at taka í álvara, nú Fólkaflokkurin sum annar av stjórnarberandi flokkunum í nýggju samgonguni, gongur á odda við at taka samráðingar upp við danir um bæði at tiðna og hækka ríkisveitingina.

Tað er helst onki at taka seg aftur í, at seinastu árini hevur stórur partur av føroyingum góðtikið, at upphæddin av ríkisveitingini er fryst fast og at vit við hesum eru á rættari leið móti einum sjálvbjargnum búskapi. Hetta er uttan iva galdandi fyri flestallar fólkafloksveljarar, sum í stóran mun kenna seg sera sviknar av flokki sínum.

Í formansrunduni í Kringvarpi Føroya kvøldið fyri valið, svaraði formaður Fólkafloksins stutt  og greitt “nei” til at røra við blokkin. Tí vekir tað stóra undran, at Fólkaflokkurin kúvendir frá sínum vallyftum og grundsjónarmiðum um “búskparligt sjálvbjargni” - serliga tá flokkurin saman við smáu flokkunum, sum somuleiðis hava sjálvbjargni sum mál, hevði kunnað forðað fyri hesum.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar