søndag den 13. november 2011

Var hetta tað, ið veljarin ynskti?

Tað var av sonnum ein løgin og blandað kensla eg sat við, mín fyrsta starvsdag á Løgtingi leygardagin 12. november. Eyðmýkt, stoltleiki og virðing fyri starvinum og uppgávuni ið liggur fyri framman, vóru helst tær kenslur, ið trokaðu seg longst fram hesa løtuna. Teimum á baki komu tó allar hinar, ið samanlagt best kunnu lýsast sum ørkymlaðar kenslur.

Valúrslitið var á mangan hátt ørkymlandi og eg havi hugsað nógv um hvussu tað skal tulkast. Samráðingarnar millum komandi stjórnarflokkarnar seinastu 14 dagarnar og tað sum er komið fram um samgonguskjalið, er sanniliga eisini ørkymlandi. Og eg royni at greina, um tað sum er sett út í kortið, er tað sum veljarin hevur ynskt.

Eri væl vitandi um, at góðtrúgvin skal man ikki vera í politikki. Men at eg longu á fyrsta arbeiðsdegi var tilreiðar at kasta flestu av illusjónunum yvir borð, vardi meg tó ikki.

Tað var greitt, at veljarin ynskir borgarligan politikk. A og B vórðu størstu flokkar, har er onki at fara skeivur av. Fair enough!

Nógvir veljarar atkvøddu uttan iva fyri skattalætta. Men eg loyvi mær stórliga at ivast í um veljarin hevði ætlað at bara tær høgu lønirnar skulu fáa lætta, meðan meirilutin av løntakarunum, sum eru miðal- og láglønt, onki fáa. Eg trúgvi nógv kenna seg álvarsliga snýtt. Ikki av A, tí har er frymilin, at tey sum hava, skulu fáa meir. Men av B, ið týðiliga segði nei til skattalætta og H, sum altíð hevur talað søk teirra veiku.

Veljarin valdi 10 kvinnur á ting. Eitt søguliga høgt tal, sum átti at boða frá, at nú gongur rætta vegin. Men bert ein kvinna sleppur í landsstýrið av íalt 8. Hetta var neyvan tað sum veljarin ynskti.

Eg trúði - góðvarin - at sjálvstýrisrørslan hevði fingið meirilutan eftir valið, 19 tingfólk av 33 er ein greiður meiriluti. Og eg var sannførd um, at hetta fer sjálvsagt at síggjast aftur í samgonguskjalinum og vit fara - um enn sera spakuliga - so tó støðugt halda kósina á sjálvbjargnisleið.

Men eg fór so dyggiliga skeiv. Beint hinvegin, hava allir sokallaðu sjálvbjargnisflokkarnir fullkomiliga avreitt sjálvstýrishugsjónina fyri at metta búkin.

Og hetta er størsta valsvik, hugsast kann. Tí eitt er heilt greitt: Veljarin atkvøddi IKKI fyri at røra blokkin. Bert B við 8 av 33 atkvøðum ynskti at hækka blokkin, meðan 24 av 33 tinglimum eru valdir inn uppá, at vit gera ikki hesa dáragerð og størsta afturstig á sjálvstýrisleið í mannaminni, at tiðna og hækka blokkin.

Og nú frættist, at nýggja landsstýrið ikki ætlar, at arbeiðið við stjórnarskipani skal halda fram. Eg havi torført við at finna orð, ið lýsa hvussu hugstoytt tað er, at afturhaldið skal hava fingið slíkar fastatøkur í fyrrverandi sjálvstýrisflokkarnar.

Allastaðni eg komi, hitti eg ill, flóv, vónbrotin og frustreraði fólk, ið siga: Hetta var ikki tað vit valdu! Á facebook er mest nýtti setningur hesar dagarnar: Grát mítt elskaða land.

Hóast nógv er ómetaliga harmiligt í ætlaða politikkinum hjá nýggja landsstýrinum, skal ongin ivast í, at Tjóðveldi ætlar ikki at svíkja sínar veljarar. Vit fara at arbeiða hart, miðvíst og konstruktivt við øllum málum, ið kunnu føra Føroyar framá. Tað verið seg við samgonguni ella saman við hinum í andstøðuni. Men aðalmál okkara fer altíð at vera, at skapa eina grundleggjandi trúgv uppá okkum sjálvi sum land og fólk. Støðugt at vísa á møguleikarnar heldur enn forðingarnar. Og at kveikja undir treystið og sjálvsálitið, soleiðis at tað altíð eru vit sjálv, ið skulu finna loysnirnar uppá tær avbjóðingar, samfelag okkara stendur yvirfyri.

Okkara partur skal ikki liggja eftir.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar