Kringvarpið hevur
gjørt sáttmála við privata fyritøku um at fyritøkan, fyri proivisjón, skal
selja lýsingar og sponsoratir fyri KVF. Enn hava vit ikki fingið fult innlit í
júst hvussu sáttmálin er orðaður, men kenslan er ikki góð. Fyrsti tankin er, at
her ruggar ikki rætt og allar ávaringarlampur byrja at blinka. Skulu vit nú
vera á varðhaldi tá vit lurta og hyggja eftir sendingum frá Kringvarpinum, um
nú onkur privatur lýsari hevur fíggjað sendingarnar, haft ávirkan á innihaldið
ella onkursvegna hevur verið við til at avgjørt programmpolitikkin?
Kringarpið er hart spert fíggjarliga og roynir tí allar
kreativar loysnir til at skaffa inntøkur til stovnin. Tað er væl skilligt, men
tað kann als ikki góðtakast, at almenni kringvarps- stovnurin fer beint inn og
kappast um somu inntøkur, sum privatu miðlarnir skulu liva av.
Eitt og hvørt samfelag hevur stóran tørv á fleiri, sterkum,
fjølbroyttum og óheftum miðlum. Fyri at tryggja fólkaræði, er tað vanligt í
grannalondunum, at privatir miðlar verða stuðlaðir á onkran hátt, tí trupult er
hjá dagbløðum kring allan heim at bera seg.
Loysnin til trupulleikan hjá Kringvarpinum finst í uppskotinum
um broytingar í kringvarpsgjaldinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, sum
samgongan feldi í vetur. Uppskotið hevði harumframt bøtt um umstøðurnar hjá
øllum miðlunum og gjørt kringvarpsgjaldið rættvísari.
Í stuttum, vóru hesir høvuðstættir í uppskotinum:
1. Kringvarpinum varð
tryggjað eitt støðugari inntøkugrundarlag og sparir stórar
umsitingarútreiðslur av at heinta gjaldið inn. Hetta tí, at farið verður burtur
frá húski til einstaklingagjald og TAKS heintar gjaldið inn.
2. Borgarin fær eitt
rættvísari kringvarpsgjald.
Við at broyta inngjaldið til einstaklingagjald, og við at differentiera
tað millum inntøkubólkar, koma tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga, eisini at
rinda minni í kringvarpsgjaldi.
3. Banna handilslýsingum
og aðra handilsliga sponsorering í útvarpinum hjá Kringvarpinum. Fær
Kringvarpið eina støðuga inntøku, eigur stovnurin ikki at vera bundin av
handilslýsingum í úf, sum bæði virka kappingaravlagandi mótvegis privatu
miðlunum og skaða umdømið hjá Kringvarpinum sum óheftur public-service miðil.
4.Seta á stovn
miðlagrunn, sum skal umsita lýsingarinntøkurnar frá sjónvarpslýsingum, ið
verða kanaliseraðar út til útberingarstuðul til privatar miðlar, eftir nærri
ásettum reglum.
Hetta uppskotið er heilt einfalt tað skilabesta, ið hevur verið
frammi í langa tíð og loysir í stóran mun teir trupulleikar, ið eru innan
føroyska fjølmiðlaheimin. Politiska skipanin kann ikki standa hendur í favn og
hyggja at, meðan allir okkara fjølmiðlar bløða út. Tí fara vit at leggja
uppskotið fram aftur á Ólavssøku.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar