onsdag den 17. april 2013

Fyrispurningur til Johan Dahl um el-kaðal til Íslands




Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um el-kaðal til Íslands, settur Johan Dahl, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.     Hvussu gongur við samstarvinum við íslendskar orku-myndugleikar um at kanna møguleikarnar fyri at gera el-kaðal millum Ísland og Føroyar?
2.     Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrið fyri at gera Føroyar minni heft av fossilum orkukeldum?

Viðmerkingar
Á Norðurlandaráðsfundi seinasta heyst undirritaði Johan Dahl, landsstýrismaður, ætlanaryvirlýsing við íslendska samstarvsráðharra sín um at fara undir annað stig í kanningini av at gera el-kaðal millum Ísland og Føroyar.

Tað hevur stóran almennan áhuga at fáa upplýst, hvat hendir á hesum øki. Hvat verður eftir ætlan næsta stig, og hvør er tíðarætlanin? Tað er ótrúliga umráðandi skjótt at fáa staðfest, um ein el-kaðal til Íslands er eitt veruligt alternativ.

Í 2012 innfluttu Føroyar olju fyri 1,3 mia. kr., í 2006 var hetta tal 670 mió. kr., t.v.s. at í virði er talan um tvífaldan upp á 6-7 ár.

Tølini vísa tó, at nýtslan nærum stendur í stað. Í ár 2000 brúktu vit íalt 220.000 tons av olju, og í 2011 var nýtslan 218.000 tons. Serliga er tað fiskivinnan, ið hevur minkað sína nýtslu, frá 94.000 til 59.000 tons.

Skip íalt, tvs fiskiskip og onnur skip, brúka í 2012 íalt 90.000 tons av olju - og harvið standa skipini fyri uml 40% av samlaðu oljunýtsluni. Sostatt sæst, at fiskivinnan hevur tillagað seg mest, meðan nýtslan á landi er óbroytt seinastu árini. Tað má staðfestast, at tað gongur alt ov seint við at minka um bundni at olju sum orkukeldu á landi.

Alt bendir á, at oljuprísurin bara fer at hækka í framtíðini, og tí fara útreiðslurnar til orku - bæði fyri land, kommunur, virkir og húsarhald - at gerast ein ovurhonds tungur postur,  um ikki okkurt veruliga munadygt átak verður gjørt skjótt.


Í sambandi við at Halldór Ásgeirson, fyrrverandi íslendski forsetin, í 2005 vitjaði Jóannes Ejdesgaard, løgmann, varð møguleikin fyri kaðalsambandi millum Føroyar og Ísland til flutning av el-orku umrøddur. Hetta hevði við sær, at Vinnumálaráðið heitti á Jarðfeingi um at gera innleiðandi metingar av fíggjarliga, tøkniliga og lógliga grundarlagnum fyri at flyta el-orku úr Íslandi til Føroyar. Jarðfeingi og íslendski orkumyndugleikin gjørdu eina forkanning í 2007 av at leggja ein el-kaðal millum londini, og tann varliga metingin segði, at tað kom at kosta einar 2,7 mia. at gera íløguna. Talan er um eitt umleið 450 km langt kaðalsamband umframt umformarastøðir í Íslandi og í Føroyum. Afturat hesum verður neyðugt at styrkja føroyska el-kervið til øktu mongdirnar av el-orku, umframt at ein trygdarskipan fyri kaðalbrot má setast í verk.

Um kostnaðarmetingina segði frágreiðingin hjá Jarðfeingi, at 100 MW kaðalsamband og transformatorstøðir verða mett at kosta 2.000 mió. DKK. Styrking av el-kervinum í Føroyum og uppbygging av nøktandi backupskipan (fyri kaðalbrot) verður mett at kosta 700 mió. DKK. Samlaða íløgan er tá mett at verða umleið 2.700 mió. DKK.

Í samandráttinum av frágreiðingini skrivar Jarðfeingi at enda: “Hesar fyrstu metingarnar eru áhugaverdar, men tað er neyðugt, at málið um el-kaðal úr Íslandi verður viðgjørt saman við øðrum møguleikum at minka um oljunýtsluna og útlát av veðurlagsgassum við atliti til veitingartrygd og búskap.”

Nú eru 6 ár liðin, síðan kanningin hjá Jarðfeingi varð gjørd, og tølini eiga sjálvsagt at kannast av nýggjum, tí tøkniliga menningin hevur ofta við sær, at kostnaðirnir minka. Um vit bara taka føroysku oljunýtsluna á landi, so samsvarar hon í virði við uml. 700 mió. kr. árliga. Seta vit tað einfalt upp, merkir tað, at talan er í veruleikanum bara um trý ára nýtslu, so er kaðalin vunnin innaftur.

Tí má tað sigast at vera umráðandi at fara undir næsta stig í kanningini av at leggja el-kaðal úr Íslandi til Føroya, so øll tøk vitan fæst til vega. Saman við øktari vitan um aðrar møguleikar fyri at minka um oljunýtsluna, eiga vit tá at hava grundarlag fyri at taka endaliga støðu um, hvør skilabesta framtíðar loysn verður á okkara orkuveiting.


Á Løgtingi, 17. apríl 2013


Gunvør Balle

Ingen kommentarer:

Send en kommentar