torsdag den 23. februar 2012

Fólkavøkstur byrjar við áliti á politisku skipanina


Nú hava køldu tølini aftur víst okkum syndarligu gongdina í fólkatalinum. Tað er nú so galið, at færri enn 600 nýggir føroyingar verða føddir um árið, og hetta tal er ájavnt burðartalið í 30’unum. Og tá var samlaða fólkatalið bara helvtina av tí tað er í dag. Hetta er uttan samanburð størsta avbjóðing vit standa framman fyri sum samfelag, og øll politisk orka átti at verið rætta ímóti at basa skeivu gongdini.


Fólkavøkstur - og harvið búskaparvøkstur - snýr seg fyrst og fremst um at borgarir hava trúgv uppá framtíðina. Sokallaða treystitalið. Ein týðandi partur av hesum er álit á politisku skipanina og virðing fyri landsins myndugleikum. Og eg eri rættiliga sannførd um, at vantandi álit er mest grundleggjandi orsøkin til minkingina í fólkatalinum.

Politiskt hevur verið stýrt uttan mál og mið í fleiri ár. Onki dirvi og ongin ryggur hevur verið til at tikið stóru tøkini og framt tær nýskipanir, sum samfelagið hevur so ovurstóran tørv á. Innan fiskivinnu, kommunurbygnað, skúlar, eftirlønir osfr. Í heyst kom nýtt landsstýri framat, og nú eru vit farin úr øskuni í eldin og hava sæð handling í ólukkumát. Frá fullkomnari naggatódn í fleiri ár eru vit nú vitni til eitt landsstýri, sum púrasta setir fólkaræði til viks fyri at fremja grundleggjandi broytingar í samfelagnum. Forskatting av pensjónum, flatskattur, niðurbræðing av samhaldsfasta vælferðarsamfelagnum, blokkhækking og niðurgering av fakfelagsrørsluni. Og síðsta skotið á stammuni er ætlanirnar um endaliga avhending av ræðisrættinum yvir høvuðstilfeingi okkara. Eitt ræðandi uppskot, sum kann forkoma tilverugrundarlagnum undir okkum og framtíðar ættarliðum.

Øll hesi mál, ið hava øst og ørkymlað eitt heilt fólk uppá stutta tíð, senda greið signal út um, at vit hava eitt cowboy-stýri, sum trumlar ting ígjøgnum uttan at lurta eftir ella virða nakran, og so als ikki fakkunnleikan. Álitið á politisku skipanina var ikki stórt frammanundan, nú er tað mestsum syndrað.

Føroyingar eru eitt væl upplýst fólk og fleiri og fleiri hava góðar útbúgvingar. Men tað er sera lítið lokkandi at vera undirløgd politikarum, ið hugsa stuttskygt, bert røkja seráhugamál ella sítt lokaløki, og sum ikki vilja leggja dygdargóðar heildarloysnir aftanfyri sínar avgerðir. Fólk í dag eru kritisk og seta krøv - og tey krevja góða politiska stýring, har fakkunnleikin verður virdur, so tey kunnu hava álit á samfelagið og fáa hug at liva og virka í tí. Tað er ein farin tíð, at politikarir kunnu skalta og valta sum teir vilja. Samfelagið gerst alsamt minni og meir gjøgnumskygt við sosialu miðlunum, har øll taka lut í kjakinum, og øll vita hvat fyriferst. Undirtónin í almenna kjakinum er harðnaður og nógv merktur av frustratión yvir vánaligan politikk. Tað neiliga prátið skuggar yvir tí góða og stuttliga, sum plagar at savna okkum sum fólk og sum ger at tað er vert at búgva í hesum landinum.

Eg haldi, at tann alsamt vaksandi negativi hugburðurin til alt í hesum landinum er niðurbrótandi og ófrættakendur. Fólk eru óð og ørg um óbúnan og ábyrgdarleysan hovsa-politikk og eru við at missa mótið, tí tað røkist ikki fyri batum. Hetta er eitt tekin um, at vit eru á vandakós og má takast í stórum álvara.

Eg fari inniliga at heita á samgongu, landsstýrið og fyrst og fremst løgmann um at stinga fingurin í jørðina, lurta eftir fólki og taka teirra ótta og ónøgd í álvara. Steðga fleiri vanlukkuligum politiskum avgerðum og fá fólkið við tykkum! Við at vísa virðing fyri fólkinum, fyri fakkunnleikanum og við at taka búnar politiskar avgerðir kann álitið kanska reisast aftur. Og um tað eydnast, verður tað fyrsta stig á leiðini til fólkavøksturin.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar