mandag den 1. oktober 2012

Soleiðis steðga vit fráflytingini




Í tí dagliga kjakinum um samfelagsviðurskifti og politikk, hevur tónin ofta hug at gerast nakað neiligur og vónleysur, og tað kann skapa eina skeiva mynd av, hvussu tað er at búgva í okkara landi.  Eg detti meir enn so í felluna, at halda at alt er strævið og vónleyst her heima, men tað er stórt sæð bara tá eg hyggi á tann politiska pallin at hesi herindi koma yvir meg. Lukkutíð, er tað ein rúgva, ið ger, at tað er serstakliga deiligt at búgva og virka í Føroyum.

Eitt nú er tann føroyski gerandisdagurin rættiliga stress-leysur og her er friðsælt, vinarligt og trygt hjá øllum at búgva. Nærleikin til náttúruna, sum bjóðar okkum ókeypis sálarbót hvønn dag í árinum, er eitt annað. Og kenslan av at hoyra til og at vera partur av eini serstakari og ríkari mentan, er somuleiðis við á pluss-síðuni. Og til hetta hoyrir eisini, at tað er lætt at koma til orðanna í Føroyum og fáa síni sjónarmið fram. Og tí er tað í stóran mun upp til ein sjálvan um man vil hava ávirkan og broyta tey viðurskifti, ein ikki er nøgdur við.

Og tað er alt møguligt annað sum er cool, serstakt og virðismikið í okkara landi, sum átti at gjørt, at Føroyar standa seg væl í kappingini um hvar fólk velja at búseta seg. Nakni veruleikin er tíverri tann, at vit missa burturav fólkinum og støðugt gerast færri. Serliga eru tað kvinnurnar, ið velja Føroyar frá. Vit vita í stóran mun hvørji átøk skulu gerast fyri at venda gongdini. Nøkur eru heilt ítøkilig, onnur taka longri tíð og krevja hugburðsbroytingar.

Tað eru tríggir málbólkar, vit mugu arbeiða við:

Bólkur 1. Teir samfelagsbólkar, ið hava trupult við at liva eitt virðiligt lív í Føroyum. Vit hava fyrst og fremst ábyrgd av at taka okkum av teimum, ið longu búgva her, og sum gjarna vilja vera verandi her. Orsakað av ymsum truplum umstøðum eru tað fleiri, ið umhugsa at flyta ella longu eru flutt av landinum. Her er ofta talan um familjur í trongum fíggjarkorum, men eisini um aðrar samfelagsbólkar, hvørs møguleikar og rættindi ikki eru eins góð og í grannalondunum.

Nakrar ítøkiligar loysnir til at fyribyrgja at hesi flyta av landinum:
-   Fjøltáttaðir bústaðir. Umstøður mugu skapast fyri at Húsalánsgrunnurin kemur at virka eftir ætlan beinanvegin! Soleiðis at gongd kemur á at byggja luta- og leiguíbúðir, og harvið bjóða fólki eitt bíligari íbúðar-alternativ.
-    lægri MVG á matvørum
-    umleggja skattaskipanina, so tey lægru - og miðalløntu fáa størri lut í skattalættanum
-    Nógvar familjur við børnum, ið hava serligar avbjóðingar, noyðast at flyta av landinum fyri at børn teirra fáa eitt nóg gott tilboð. Her eiga vit at styrkja Sernám og sertilboðini í skúlunum, so tey mennast útfrá teirra førleikum. Somuleiðis eiga vit at víðka um bústaðarmøguleikarnar hjá hesum børnum og ungu. Vit hava hvørki ráð at missa hesi børn ella foreldur og systkin teirra.
-    Tey samkyndu hava gjørt vart við síni ynski um skrásett parlag. Hesum eiga vit at loyva, so hetta ikki er ein orsøk til at velja Føroyar frá.

Bólkur 2. Tey ungu, ið fara undir útbúgving: Vit mugu skapa fleiri útbúgvingartilboð, so færri ung fara av landinum so tíðliga at útbúgva seg. Tað er sunt og neyðugt fyri okkara unga fólk, at tey fara út í heim eitt tíðarskeið. Men tað er próvfast, at jú fyrr fólk flyta burtur, jú minni sannlíkindini fyri at tey koma aftur at seta búgv.

Nakrar ítøkiligar loysnir til at fáa hendan bólk at vera verandi longur í Føroyum:
-    Menna Setrið, herundir skapa umstøður fyri at okkara einasta universitet kann savnast og húsast á einum stað við einum samlandi campus bygningi og -umhvørvi. Verandi útbúgvingar á Setrinum skulu styrkjast og nýggjar útbúgvingar støðugt bjóðast út eins og møguleikin at lesa gjøgnum fjarlestur skal bjóðast fram.
-    Menna Vinnuháskúlan til ein altjóða Maritiman Depil, sum eisini kann lokka útlendingar til Føroya at lesa. Sjóvinnukunnleiki og -útbúgvingar er ein av okkara fremstu førleikum, her hava vit allar fortreytir fyri at bjóða okkum fram.
-    Styrkja aðrar miðallangar handils- tekniskar, fiskivinnu og kreativar útbúgvingar.
-    Byggja lestraríbúðir, so tey lesandi kunnu flyta heimanifrá og fáa eitt hóskandi bústaðartilboð. Tað skapar nógv størri hug til at fara undir lestur í Føroyum.
-    Skipa ein Føroyskan Eftirskúla. Eini 130-150 ung fara á hvørjum ári til Danmarkar á eftirskúla, tey halda ofta áfram á miðnámi í DK. Hjá mongum verður hugurin at leggja sína framtíð uttanfyri Føroyar gróðursettur hetta árið. Eisini verður ein føroyskur eftirskúli lokkandi hjá føroyskum útiseta-børnum, sum kanska gerast framtíðar íbúgvar í Føroyum. Tí er eitt eftirskúlatilboð heilt átrokandi.

Bólkur 3. Føroyingar uttanlands. Her snýr tað seg bæði um tey, ið hava hug at flyta heim og um tey, ið ynskja at pendla millum Føroyar og arbeiðsstað uttanlands ella øvut.

Nakrar ítøkiligar loysnir til at fáa hendan bólk at flyta heim:
-    Fjøltáttaðir bústaðir. Øll hava ikki hug ella møguleika at keypa dýr hús beint sum tey eru flutt heim. Tí hevur eisini hesin bólkur stóran tørv á leigu- og lutaíbúðum.
-   Skapa fleiri vitanar-arbeiðspláss: Her skal meir peningur játtast til gransking og til útbúgvingarstovnarnar, tí hægri lærustovnar skapa arbeiðspláss og granskingarstørv. Og økt gransking skapar nýggjar vinnur.
-    Vinnumenningarskipanir, td betri atgongd til váðafúsan kapital og íverksetaraskipanir.
-    Broyta ALS, soleiðis at nýútbúnir, arbeiðsleysir føroyingar, kunnu flyta heim og fáa rætt til útgjald frá ALS.
-   Broyta barsilskipanina, soleiðis at føroyingar ið flyta heim og eru í barnsburðar- farlovyvi, hava rætt til at fáa útgjald frá barsilsskipanini.
-    Kanna tørvin fyri at byrja eina beinleiðis flogferðaleið millum Føroyar og London og møguliga til onnur grannalond. Um tað vísir seg, at fleiri høvdu flutt heim, tí tey kunnu pendla, kundi tað almenna stuðla eini slíkari rutu.

So eru nógv, nógv onnur minnið ítøkilig, men minst líka neyðug tiltøk, ið skulu til. Lykilin at menna okkara samfelag til at verða eitt framkomið nýmótans samfelag er gjøgnum útbúgving, gransking, innovatión, mentan og økt altjóða samstarv. Vit skulu skapa eitt framsøki umhvørvi við greiðum visjónum fyri hetta samfelagið, ið dregur ung og vælútbúgvin fólk higar.

Eitt av týdningarmestu - og truplastu - átøkunum, er at fáa eina fiskivinnu nýskipan, so vit fáa tann búskaparvøkstur, ið høvuðsvinnan eigur at skapa. Tað, at livistøðið er lægri í Føroyum enn í grannalondunum, er ein høvuðsorsøk til at fólk velir Føroyar frá. Eisini eiga vit at fokusera nógv meira á javnstøðu spurningin, tí tað er ein sera álvarsligur trupulleiki at serliga kvinnurnar velja Føroyar frá. Tí mugu vit hugsa javnstøðu inn í øll politisk átøk og arbeiða fyri at gera Føroyar spennandi fyri kvinnurnar.

Tjóðveldi fer at leggja ein fólkavøkstur-pakka fram á Løgting hesa tingsetuna, sum umfatar fleiri av omanfyri nevndu átøkum.

Gunvør Balle
tingkvinna
Tjóðveldi

Ingen kommentarer:

Send en kommentar