fredag den 5. oktober 2012

Fíggjarlógin og listin


Fyri tíðina lesa vit Harry Potter og Vitramannasteinurin saman við dóttrini um kvøldarnar. Tað er næstan við andakt at man heldir í einari føroyskt týddari bók ella eini nútíðar skaldsøgu, skrivað av føroyskum rithøvunda. Tí tað er so syrgiliga sjáldsamt. Í vikuskiftinum fara vit til eina uttan iva bergtakandi heystkonsert hjá Symfoniorkestrinum. Og í síðstu viku breggjaði landsstyrismaðurin sær av, at hann var á Bókamessu í Gøteborg har føroyskar bókmentir sluppu uppí part millum tey stóru norðurlendsku verkini. Og eg kundi hildið áfram og ramsa upp allar tær mongu listaframsýningarnar, sjónleikirnar, konsertirnar og føroysku bókmentirnar, ið hava rørt okkum og tikið okkum av bóli bara seinasta árið.

Men við teimum ætlanum, ið liggja fyri framman, verður langt ímillum listarligu upplivingarnar í framtíðini. Tí ongin ivi er um, at tað er játtanini til Musikkskúlan, til Tónleik og Sang og til Mentanargrunnin, ið hava tryggjað okkum allar hesar listaupplivingar. Hesar kontur verða skornar inn á bein, og allarharðast skal Mentanargrunnurin skerjast. Sum frammanundan er so óendaliga lítil og verður togaður sundur millum frítíðarítriv og yrkislist. Hann fær 20% minnið at luta út til okkara frammanundan forarmaðu listafólk. Hetta er lutfalsliga tann allarstørsta skerjingin, sum nøkur konto er útsett fyri í allari fíggjarlógini.

Eg havi hug at spyrja mentamálráðharran hvussu hann kann gera hetta? Hvat hugsar man fyri sær, tá man høggur so ógvusliga út eftir hesum einasta stað, har listafólk hava møguleika fyri at fáa eina lítla samsýning fyri sítt arbeiði?

Andstøðan verður støðugt skýrd at vera neilig og lítið konstruktivt. Eg vildi veruliga fegin verið jalig nú vit viðgera fíggjarlógina, og eg skal eisini koma aftur til nøkur góð ting ið eru. Men eg má siga tað, at tá andstøðan er tikin so lítið uppá ráð í øllum stórmálum - td forskatting av pensjónum, flatskatti, avtøku av týðandi landsstovnum -  og tá øll okkara uppskot verða kveistraði til viks, so er ilt at skilja hví júst vit skulu vera tey einastu íð eru jalig og konstruktiv. Hetta seinasta árið er tað ikki dagur, at eg ikki tosi við fólk, sum eru ørg og uppgevandi, av at síggja ta niðurlaging, ið er farin fram síðan hendan samgongan tók við. Og eg eri samd við teimum. Havi eg so ikki skyldu til at tala at?

Fíggjarlógin fyri 2013 er enn eitt høgg móti vælferðar- og vitanarsamfelagnum og móti tí skapandi stættini og listini. At niðurleggja ein so týðandi stovn sum landsbankan er púra ógrundað, tað er skelkandi og eg fái meg ikki at trúgva at Løgtingið fer at taka undir við tí. Saman við ógvusligu skerjingini av  Mentanargrunninum, er signalið ikki til at fara skeivur av. Okkum tørvar ikki listafólk og tað skapandi fólki og vit vilja tippa tær kritisku røddirnar ímillum okkum. Eg kann ikki skilja tað annaleiðis.

Mentanargrunnurin
Eg fari at smalka sjónarringin eina løtu, og tosa eitt sindur um Mentanargrunnin og hansara týdning, tí tað sýnist sum tað er stórur tørvur á at greiða frá og upplýsa tingfólk um hesi viðurskifti. Mentanargrunnurin er arbeiðsgevari hjá teimum sum royna at virka sum yrkislistafólk. Vit eru so ómetaliga rík í hesum landinum, at vit hava so nógv, ið hava evnini at inspirera eina heila tjóð. Men tað krevur, at vit hava stuðulsorðningar sum Mentanargrunnin.

Vit kunnu spyrja hvønnannan, hví vit halda tað er gott at búgva í Føroyum? Fyri mín part - og eg eri ikki einsamøll - er okkara lista og mentaumhvørvi nakað av tí, ið ríkar og rørir meg mest í gerandisdegnum. og eg veit at tað eru nógv, nógv við mær ið fegin vilja gjalda skatt fyri at njóta og uppliva tað sum okkara listafólk ríka okkum við. Tí vit fáa tað fleirfold aftur.

Tá ein rithøvundur td fer til arbeiðis, hevur hann ikki eina skrivstovu ella eitt arbeiðspláss at fara til. Og tvs har er heldur ongin løn sum tikkar inn hvønn mánað. Tað er her at landið kemur inn í myndina sum arbeiðsgevari hjá rithøvundanum og bjóðar honum eitt tíðaravmarkað starv fyri at skriva eina bók td. Mentanargrunnurin umsitur hesar pengar og kann sammetast við arbeiðsgevaran, sum letur pengar í ásetta tíð fyri at fáa eitt arbeiði gjørt.

Ein málari kann sum oftast selja sín málning. Men rithøvundar kunnu aldrin liva av sínum bókum, tí vit eru eitt so avmarkað landafrøðiligt og málsligt øki. Og tað sum rithøvundurin skapar, er so ótrúliga týðandi fyri málið.

Mentamálaráðharrin frøist uttan iva nú um ta nýggju avtaluna, ið júst er gjørd millum føroyskar og danskar myndugleikar, har lesandi við føroyskari miðnámsútbúgving nú lúka upptøkutreytirnar, um tey hava føroyskt mál á A stigi. Kravið um danskt mál á A-stigi fellur sostatt burtur. Men um onki verður givið út á føroyskum, so mennist málið ikki. So vit mugu for hundan geva okkara ungdómi og skúlanæmingum nakrar bøkur at lesa! Tað finnast næstan ikki ungir rithøvundar í Føroyum í dag og tí er so at siga ongin ungdómsskaldskapur! Og lítið og onki verður týtt til børn og ung av samtiðar bókmentum. Tað ber ikki til at blíva við bara at lesa Martin Joensen og Heðin Brú. Alla virðing fyri teirra skaldskapi, sum vit sjálvsagt skulu halda fram at lesa, men vit mugu bjóða ungdóminum samtíðar bókmentir. Og her er áttu vit heldur at styrkt Mentanargrunnin og aðrar játtanir, ið stuðla undir fleiri týðingum og bókaútgávum.

Branding
Vit tosa nógv um branding og ferðavinnan hevur fingið økta játtan. Tað frøist eg stórliga um. Men er tað ikki fyri ein stóran part tann føroyska mentanin, sum ferðafólk koma higar at uppliva? Bestu ambassadørar fyri Føroyar eru Føroyska fótbóltslandsliðið, Pál Joensen, okkara ÍSB svimjarar, tónleikarar sum Týr, Teitur, Eivør o.f., listafólk sum Mikines, Tróndur Patursson o.o., rithøvundar sum William Heinesen, Jørgen Frantz o.a.
Men hesi kunnu ikki liva og virka um ikki ein stovnur sum Mentanargrunnurin og aðrar slíkar stuðulsjáttanir eru til taks. Orsøkin til at tey skara framúr og eru dugnaligari enn øll onnur, er at tey eru yrkislistafólk, tey hava valt at brúka alla sína tíð uppá at skapa, men eisini tey mugu hava tak yvir høvdið og breyð á borðið.

Og hvat er tað sum ger, at vit sjálvi og onnur bergtakast av Føroyum? Tað er málið, mentanararvurin og tað nýggja sum vit skapa, herundir listin. Um vit ikkki stuðla okkara samleika, er einki eftir hjá okkum sjálvum og øðrum at virðismeta.

Í gjár sendi LISA (meginfelagið hjá listafólkafeløgnunum eitt alment mótmælisskriv út, har tey siga:

“Við hesari skerjing hevur mentamálaráðharrin ikki bert skorið í einari játtan, ið er alt ov lítil
frammanundan, men hevur samstundis givið eitt ófrættakent politiskt signal. Hetta kemur ikki
undir sparing, men er ein beinleiðis politiskt útmelding um, at landsstýrismaðurin sjálvur vil
fara niður í smálutir um hvørjar verkætlanir skulu fremjast. Hetta er beinleiðis stýring av mentan og list, og tað hoyrir ikki heima í einum demokratiskum samfelag.

Eitt annað sum eg eri sera hørm um, sum ikki er at síggja í fíggjarlógini, er Eftirskúlin. Tað er so týðandi fyri fólkavøksturin at vit fáa sett ein føroyskan eftirskúla á stovn, helst í Suðuroy. Men hann er als ikki partur av nøkrum langtíðarætlanum hjá samgonguni. 

Annars vil eg siga, at eg gleðist um at miðnámsskúlarnir halda tørn, sjálvt um vit vita, at tá man tekur nógv fleiri næmingar inn, merkir tað, at so eru minnið pengar til menning av øðrum tænastum. M.a lektiuhjálp og eftirútbúgving av lærarum osfr. 

Og sum fleiri hava verið inni á, so frøist eg stórliga yvir at okkara mentanararvur er raðfestur. Tann føroyski dansurin og varðveitsla av mentanarsøguligum skipum hava fingið sína egnu játtan. At ein játtan verður tøk at gera fleiri av okkara gomlu deksbátum og sluppum siglingarfør, hevði eisini verið upplagt at haft við sum eitt tilboð til eina náttúru og tilfeingis - ella sjóvinnu - breyt á Eftirskúlanum í Suðuroy. Har næmingar høvdu kunnað fingið ómetaliga gleði og læru av at sloppið at roynt seg umborð á slíkum førum.

So gleðist eg veruliga um eitt fínt átak við einum miðnámstilboðið til børn við asperger/autismu. Hetta er eitt stig á leiðini, til at vit ikki missa hesar familjur av landinum, ið ofta mugu flyta, tí vit ikki kunnu veita nøktandi tilboð til tey børn, ið hava serligar avbjóðingar.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar