søndag den 9. september 2012

Fyrispurningur til Bjørn Kalsø um miðnámsskúlar


Skrivligur fyrispurningur
til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum um miðnámsskúlar


  1.  Hvussu langt eru fyrireikingarnar av um- og útbyggingunum av miðnámsskúlunum á Kambsdali og í Klaksvík komnar?
  2.  Hvussu verða hesar verkætlanir samskipaðar ?
  3.  Er ætlanin at gera felags verklagslóg fyri verkætlanirnar ?
  4.  Hvørjar útbúgvingar vera á Kambsdali og hvørjar í Klaksvík framyvir ?
  5.  Er støða tikin til bygnaðin, herundir leiðslubygnaðin, í miðnámsskúlunum í Klaksvík og Kamsdali
  6.  Verða skúlarnir samskipaðir undir einari leiðslu ella fleiri ?
  7.  Hvør er raðfestingin hjá landsstýrismanninum tá umræður skúlabyggingar komandi tíðina ?
  8.  Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja, at miðnámsskúlarnir í Tórshavn hava nøktandi umstøður til Skúladepilin í Marknagili er liðugur ?

Viðmerkingar
Samgongan játtaði í vár, at seta 36 milliónir av komandi fimm árini til at útbyggja Tekniska skúla Í Klaksvík. Í lógaruppskotinum stendur stutt, at talan er um at hýsa matvøru- yrkis - miðnáms og maritimar útbúgvingar. Nógvar atfinngar hava verið um, at hetta vóru nógvir pengar at játta til so leysar orðingar og manglandi ítøkiligar ætlanir. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at ein arbeiðsbólkur lat táverandi landsstýriskvinnuni eitt tilmæli á vári í 2011. Høvuðstilmælið er: “At gjørd verður ein heildarætlan fyri útbúgvingarøkið í Klaksvík, og at henda verður samskipað við eina ætlan fyri Eysturoy.

Somuleiðis var peningur játtaður til útbygging av Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Andstøðan hevur aftur og aftur víst av á týdningin av at útbygging og framtíðar rakstur av hesum báðum skúlum verður samskipaður, m.a við somu leiðslu og at felags verklagslóg verður gjørd fyri útbyggingunum. Eisini er sera umráðandi at fáa at vita hvørjar útbúgvingar skulu bjóðast fram í Klaksvík og á Kambsdali, tí hetta tykist heilt ógreitt.

Trupulleikin er, at spurningurin um hvussu vit skipa miðnámsskúlaøkið í framtíðini, er als ikki viðgjørdur yvirskipað. Ongar niðurstøður og heldur onki politiskt kjak hevur verið um hvar miðnámsskúlar/deplar skulu vera í landinum og hvørjar útbúgvingar ymsu skúlarnir skulu bjóða. Henda politiska viðgerð er alneyðug, fyri at tryggja semju soleiðis at landsstýrismaðurin kann taka haldgóðar avgerðir.

Tað hevur stóran týdning at vit fyrst gera tað grundleggjandi arbeiði: Hvørjar útbúgvingar hava vit tørv á, hvussu vilja vit skipa tær, hvørjum støði skulu tær vera á, hvørjar førleikar tørvar samfelagið og vinnan osfr. Tvs innihald og fakligheit fyrst. Næst kemur so: Hvussu nógvar eindir og deplar skulu vera í landinum innan ymsu útbúgvingarnar. Við komandi miðnáms- og tekniska deplinum í Marknagili í Havn kunnu vit staðfesta, at ein slíkur depil kemur at liggja í Havn. So er náttúrligt at vit leggja til rættis, hvussu restin av landinum fær sama miðnámsskúlatilboð. Hetta má viðgerast yvirskipað politiskt, tvs bæði viðv. innihaldi og at tryggja at næmingar kring alt landið hava sama møguleika.

Tá vit eru vorðin samd um tey grundleggjandi viðurskiftini, kunnu vit gera upp um verandi bygningar eru nøktandi ella ikki. Og so hvar er tørvur á at byggja nýtt ella byggja aftrat.
Tí hevur tað stóran almennan áhuga og stóran samfelagsligan týdning, at landsstýrismaðurin ger greitt hvussu útbygging av miðnámsskúlaøkinum skal skipast og raðfestast komandi tíðina. Somuleiðis er neyðugt at fáa greiðu á, hvussu verandi miðnámsskúlar (her verður serliga hugsað um Tekniska Skúla í Havn og Studentaskúlan í Hoydølum) kunnu tryggjast góðar umstøður hesi árini til Skúladepilin í Marknagili verður tikin í nýtslu.

Á Løgtingi, 3. september 2012
Gunvør Balle
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Ingen kommentarer:

Send en kommentar