søndag den 25. september 2011

Hvat bagir?




Er tað nøkur skomm at ynskja frælsi og sjálvstýri fyri sítt land? At ynskja at vit sum fólk og tjóð gerast sjálvbjargin? Skal eg hokna í kongunum, og góðtaka at hetta er bert góðvarin, fjarur romantikkur, sum onki hald hevur í veruleikanum?

Alla aðra staðni verða frælisstríð fagnað og rópt tað ediligasta stríðið, nakað fólk kann fara ígjøgnum. Vit syngja við Afzelius um Juanita og frælisisstríð spaniumanna móti einaræðinum. Vit lyfta hattin fyri íslendingum, sum megnaðu tað. Vit gleddust við eysturevropearum tá Jarntjaldið fall og domino-brikkarnir av londum, sum í áratíggjur vóru kroystir í sovjettiska jarnnevanum, reistust ein fyri og annar eftir og lýstu seg sjálvstøðug. “Declare independence”, eru boðini frá íslendsku Bjørk, í sangi sínum til okkara, sum rungar fyri deyvum oyrum.

Allar heimssøgubøkur eru á tremur við frælsisstríðum - lítil sum stór lond, sum endiliga reisa seg og kasta fjøtrandi hjálanda hamin av sær, og taka ábyrgd av egnari framtíð. Og altíð eru vit í parti við teimum, ið tordu at taka stríðið móti yvirvaldinum, óansæð um tey megnaðu tað ella ei.

Men bara ikki í Føroyum. Nei, VIT megna tað ikki. Gakk vekk, tig! Tað gongur aldrin! Hvørjum skulu vit liva av?

Hetta er ein andsøgn av teimum heilt stóru.

Hvat hendi í mentalu frælsis evolusjónini hjá føroyska fólkinum? Varð eitt lið lopið um? Eru vit the missing link, tá tað snýr seg um grundleggjandi frælsistrongdina, sum er ein náttúrukraft í so at siga øllum øðrum heimsins londum og fólkum, ið hava livað undir øðrum valdi?

Hví skulu frælsissinnaðir føroyingar kenna seg noyddar at verja síni sjónarmið yvirfyri egnum landsmonnum - og aftur og aftur greiða frá, hví vit halda, at hesum eiga vit eisini at stríðast fyri hjá okkum?  Hvør er munurin á okkara landi og øllum øðrum londum, ið hava barst fyri tjóðarfrælsi?

Blaðgrein 27.september 2011

Ingen kommentarer:

Send en kommentar