onsdag den 21. september 2011

Tann veruliga støðan í fiskivinnuni (frá www.tjodveldi.fo)



- Seinastu 8 árini
 eru meira enn 1000 arbeiðspláss burtur í fiskivinnuni.

- Talið av útróðrarbátum kring landið er minkað í stórum tali, orsakað av lágum toska- og hýsustovni.

- Avreiðingarvirðið av botnfiski undir Føroyum er minkað so nógv, at síðani 2002/2003 hevur vinnan 600 mió krónur um árið í minni beinleiðis inntøku (fyri samfelagið er tapið ovurstórt)

- Skip og bátar eru keypt og seld ímillum fyri at fáa fatur á fiskirættindum, so at tann sami flotin, sum í 1994 stóð í einum kapitalvirði uppá uml. 800 mió. kr., nú stendur í áleið 2,8 milliardum - fyri somu skip. Munurin herímillum eru pengar, sum eru tiknir úr vinnuni fyri ókeypis fiskiloyvir.

- Meginparturin av flotanum ber seg ikki - bæði av fiskaloysi, men eisini av stóra kapitalkostnaðinum orsakað av spekulasjónini.

- Og mong skip liggja svinabundin, tí bankarnir ikki vilja fíggja meira. Ístaðin liggja bankarnir og selja og keypa fiskidagar sum ein privat tilfeingisbúð.

Tað er hendan vanlukkuliga støða, sum Tjóðveldi hevur brúkt alla sína orku uppá at broyta. Til tess at endurskipa fiskivinnuna á einum nógv betri grundarlagi. Til tess at steðga spekulasjón í fiskiloyvum og fiskirættindum, sum ikki skapar nakað veruligt virði, men oyðileggur rakstrargrundarlagið. Og til tess at gera tað liviligt og skapa inntøkur hjá teimum, ið dríva vinnu og vilja menna og endurnýggja flotan.

Hvat er so gjørt? Ja, Tjóðveldið hevur gjørt semjur við 4 aðrar flokkar um at leggja á annan bógv í fiskivinnupolitikkinum. At gera broytingar næstu árini í eini skiftistíð fram móti 2018. So at stovnsrøktin verður í hásæti og at gera eina skipan, har tað ber til hjá vinnuni at leggja til rættis uttan at dúva uppá politiska vælvild frá landsstýrismonnum ella skiftandi meirilutum, sum hvørt ár liggja og stýr vinnuni í smálutir.

Vit hava gjørt semju um at friða ungfiskaleiðir og uppvakstrarøkir hjá smáfiski. Tær friðingarnar í kunngerð eiga sjálvsagt at tillagast í mun til ta vitan og og tær royndir um smáfiskaleiðir, ið eru og verða tøkar.

Vit hava gjørt semju um eina tillagingartíð til at fáa stovnsrøktina og veiðitrýstið á beint eftir 5 árum - og at gera eina umsitingarætlan, ið eisini verður góðkend á altjóða marknaðinum og kann geva besta prís fyri fiskin.

Í ár hava vit so samtykt at minka fiskidagatalið sum heild. Millum 10 og 20% í bólkunum.

Niðurskurðurin í fiskidøgum er gjørdur í hvørjum bólki sær. Og í ongum bólki er niðurskurðurin størri enn talið av brúktum fiskidøgum í farna fiskiári. Í flestu bólkum langt ífrá. Niðurskurðurin er eisini munin minni, enn bæði ICES og Havstovan mæltu til - júst tí, at atlit eru tikin til, at vinnan kann tillaga seg uttan ov ógvusligar hendingar í einum.

Trupulleikin er hinvegin, at hvørt fiskifar í hvørjum bólki verður skorið eins nógv í fiskidagatali, og tískil koma tey, sum dríva síni skip fult út, at vanta dagar. Tað er onki nýtt. Soleiðis hevur tað verið í meira enn 8 ár. Tey eru so higartil farin út og hava verið noydd at keypa sær dagar frá øðrum, sum ikki brúka teir.

Til tess at forða fyri, at "fiskimaðurin skal út at keypa og betala fyri at sleppa t til arbeiðis" sum á privata marknaðinum, sum støðan er í dag, hava vit avrátt at seta eina brúksskylduskipan inn beinanvegin.

Hon verður skipað so í ár, at tá 9 mánaðir eru farnir av fiskiárinum, verður gjørt upp, hvussu nógv er brúkt í hvørjum bólki og hjá hvørjum skipi. Teir dagar, ið fara at verða til avlops í hvørjm bólki, verða so samlaðir inn í eina felags pulju í hvørjum bólki, og seinastu tríggjar mánaðirnar, kunnu tey sum veruliga fiska, nýta teir uttan at gjalda.

Fyri næstkomandi árini er skotið upp, at um eitt skip ikki nýtir omanfyri 80% av sínum døgum, so minkar fiskidagatalið við teimum døgum, ið eru millum tað, tey hava nýtt, og 80%. Yvirskotsdagarnir kunnu so antin takast inn, um veiðitrýstið skal minka. Ella dagarnir kunnu útlutast í bólkinum, um veiðitrýstið er í lagi. Ella landið kann bjóða hesar dagar út fyri gjald.

Hetta átti sostatt at verið eitt munandi framstig hjá øllum, ið vilja virka og dríva fiskiskap undir fiskidagaskipanini.

Tjóðveldi hevur lagt fram síni sjónarmið og uppskot hjá øllum at viðgera og finnast at ella at koma við mótuppskotum. Enn hevur ongin skotið upp nakað uppskot ella lagt nakra ætlan fram, ið kann broyta og betra umstøðurnar hjá fiskivinnuni á sama hátt.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar