søndag den 11. september 2011

Frá verstshúsagongd tjóðveldi 9.sept. Her er mín røða á Hvonn

Eg trúgvi, at innast inni eru vit øll tjóðveldisfólk. Tað er bara ferðin, sum er munurin. Summi ynskja at tað skal ganga skjótt og onnur, at tað gott kann taka tað tíð tað tekur. Men eg fái meg ikki at trúgva annað, enn at tað er ein grundleggjandi tørvur hjá øllum menniskjum, at vera sjálvbjargin. - At klára seg sjálvan. Bæði sum privatur borgari og sum land eiga vit at taka ábyrgd av okkara egnu viðurskiftum og klára okkum sjálvi.

Latið okkum so bara kjakast um ferðina og hvussu vit koma hartil -  her heima - . Men latokkum standa saman sum eitt fólk uttanlands. Latokkum tosa við einari rødd úti í heimi og virðiliga og sakliga greiða frá okkara sjónarmiðum og málsetningi um at vit ætla at gerast sjálvbjargin.

Ein av mest týðandi royndunum eg fekk við mær frá starvinum sum sendikvinna í Íslandi var, hvussu stóran tydning tað hevur at hava eina greiða og sakliga altjóða stevnu. Í alheims høpi er Ísland eins lítið land og Føroyar, men íslendingar standa seg væl í altjóða samskiftum, tí tey hava trúgv á seg sjálvan og vilja og dirvi til at halda uppá sín rætt. Og ikki minst - so ósamd tey enn kunnu vera á heimavølli, so standa tey altíð saman úteftir.

Jón Sigurðsson - sum jú er ímyndin av íslendska sjálvstyrisstríðnum og hann sum fær heiðurin av at tað bleiv vunnið - búði og virkaði alla sína tíð í Danmark og var umboð íslendinga í tí sum tá svaraði til tað danska Fòlktingi. Har vann hann og íslendska sjálvstýrisrørslan stóra virðing í danska politiska umhvørvinum og hetta hevði avgerandi týdning fyri at tey at enda tóku stigið fult út. Tað var kanska ikki full semja millum íslendingar um teirra sjálvstýristilgongd, summi teirra vildu td fegin halda fast í kongsfelagsskapi við Danmark, men eitt vóru teir samdir um, og tað var at standa saman úteftir.

At styrkja sambandið við umheimin er altumráðandi fyri at Føroyar skulu flyta seg framá, og henda staðfesting er óheft av spurninginum um loysing / samband. Vit mugu víðka sjónarringin og arbeiða miðvíst fyri at luttaka í teimum fora, har okkara áhugamál kunnu fremjast. Og gjøgnum miðvísa altjóða luttøku økja vit støðugt tilvitanina um at tað finst ein verð uttanfyri Føroyar-Danmark symbiosuna. Vit fara at sanna, at tað ber til at samstarva við onnur lond á alskins økjum, uttan at tað nýtist at taka nakað frá góðum samstarvsavtalum, sum vit hava við Danmark - tað sum umræður er, at tær geva meining fyri okkum!

So fyrst og fremst fari eg at heita á fólk um at fara á Fòlkatingsval! Og tá tit eru farin, so finni tykkara innaru tjóðveldiskvinnu ella -mann fram, og vel Tjóðveldi. Vit skulu helst fáa báðar sessirnar, tí tástaðni fara vit at tosa við einari rødd á Fólkatingi og kunnu byrja at virka fyri at fara undir eina skipaða og trygga loysingartilgongd.

takk fyri - og gott val!

Ingen kommentarer:

Send en kommentar