torsdag den 1. september 2011

á Danatingi ætli eg mær...

  •  At umboða Føroyar á ein greiðan, virðiligan og sjálvstøðugan hátt
    • Tað merkir ítøkiligt, at vit ikki eru partur av hvørki eini vinstra ella høgra stjórn, men støðugt gera vart við føroysk áhugamál og eru virkin og ávirka tað arbeiði á Fólkatingi, sum hevur beinleiðis týdning fyri Føroyar.
  •  At tryggja fólkaræði í Føroyum og vera fólkaræðisligur vaktarhundur
    • Nógvar avgerðir um uttanríkis- fíggjar- og tilfeingismál sum beinleiðis viðvíkja Føroyum, verða  sum er, viðgjørd og avgjørd á Fólkatingi. Vit skulu tryggja, at hesar avgerðir verða tiknar í okkara egna Løgtingi.
  • At virka í heiminum undir egnum samleika
    • Hetta merkir, at vit virka fyri at fáa altjóða viðurkenning og limaskap í felagsskapum, sum hava týdning fyri okkum, td WTO.
  • At seta Norðuratlantshavið í miðdepilin
    • Framhaldandi menna týdningarmikla samstarvið í Norðuratlantsbólkinum. Vanligi danin veit minnið um Føroyar enn hinir grannar okkara, norðmenn og íslendingar. Danmark er eitt av elstu limalondunum í ES og tískil tætt samansjóvað við Mið-Evropu, sjálvsagt eisini í hugburði. Saman standa Føroyar og Grønland munandi sterkari,  tá tað snýr seg um at fáa rúmd og ljóð í donsku stjórnini fyri serligu viðurskiftunum, ið eru galdandi í norðuratlantshavi

  • At skapa fólkavøkstur í Føroym
    • ítøkiliga snýr hetta arbeiði seg m.a. um at gera kanningar og greiningar, sum lýsa ynskir, tørvir og trupulleikar hjá útisetum. Hendan vitan er eitt týðandi amboð til at broyta viðurskifti, ið kunnu gera tað smidligari hjá útisetum at flyta heim. Við at kenna føroyska fólka tilfeingið í Danmark, ber til at knýta fólk at Føroyum, hóast tey búgva fast uttanlands. Eitt dømi er stóra talið av føroyskum læknum í Danmark, sum við serligum avtalum, kunnu koma regluliga til Føroya at starvast.


" Hóast vit eru eitt lítið land, skal tað ikki forða okkum í at hugsa stórar tankar ". Hetta vóru síðstu orðini í grein, har framsóknar ætlanir innan íslendskan uttanríkspolitikk vóru lagdar fram. Hesin setningur kemur ofta til mín, tá eg hugsi um Føroyar í altjóða samfelagnum. Vit mugu hava visjónir og ambisjónir á altjóða økinum, støddin er ongin umbering fyri at goyma seg burtur í samstarvinum millum heimsins lond. Heldur hinvegin, - støddin er ein orsøk til at hava visjónir.
 
At styrkja sambandið við umheimin er altumráðandi fyri at Føroyar skulu flyta seg framá, og henda staðfesting er óheft av spurninginum um loysing / samband. Vit mugu víðka sjónarringin og arbeiða miðvíst fyri at luttaka í teimum fora, har okkara áhugamál kunnu fremjast. Og gjøgnum miðvísa altjóða luttøku økja vit støðugt tilvitanina um at tað finst ein verð uttanfyri Føroyar-Danmark symbiosuna. At tað ber til at samstarva við onnur lond á alskins økjum, uttan at tað nýtist at taka nakað frá góðum samstarvsavtalum, sum vit hava við Danmark - so leingi tær geva meining fyri okkum!




Ein av mest týðandi royndunum eg fekk við mær frá starvinum sum sendikvinna í Íslandi var, hvussu stóran tydning tað hevur at hava eina greiða og sakliga altjóða stevnu. Í alheims høpi er Ísland eins lítið land og Føroyar, men íslendingar standa seg væl í altjóða samskiftum, tí tey hava trúgv á seg sjálvan og vilja og dirvi til at halda uppá sín rætt.


Tað liggur á okkum, ið umboða Føroyar í altjóða høpi, at bera okkara sjónarmið og krøv fram við skili og virðing fyri teimum spælireglum sum finnast á hesum vígvølli. Tí tær eru heilt øðrvísi enn tær vit kenna frá heimliga politiska umhvørvinum. Vit skulu í øllum lutum verða fakliga væl fyrireikaði, duga at síggja málið frá fleiri sjónarmiðum og sakliga halda áfram við at kunna altjóða samfelagið um okkara sjónarmið. Vit skulu hava virknað luttøku, taka støðu og geva okkara íkast, har vit hava nakað at geva av. Á henda hátt vinna vit virðing og ljóð frá umheiminum,  - og tað er fyrsta stig á leiðini at røkka okkara áhugamálum.


Í hesum arbeiði er fólkatingssessurin ein týðandi pallur, har ein tjóðveldisrødd sjálvsagt eigur at vera umboðað og royna at mýkja danska hugburðin til at eisini at røkja føroysk áhugamál. Við mínum førningi og royndum, bjóði eg meg fram at umboða ikki bara Tjóðveldi, men einar framtíðar Føroyar, á Fólkatingi.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar