mandag den 16. april 2012

Fyrispurningur til Bjørn Kalsø um nýskipan av fólkaskúlanum


Munnligur fyrispurningur
til
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
viðvíkjandi umskipan av bygnaðinum í fólkaskúlanum 


1.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at skipa framtíðar bygnaðin í fólkaskúlanum, fyri at náa málinum um at skerja fólkaskúlan við 16mió komandi 5 árini, utttan at lækka um undirvísingarstøðið?
2.     Hvat verður ítøkiliga meint við, at ”fylla næmingar í flokkar, sum ikki hava fult næmingatal?
3.     Verður talan um at skapa færri og sterkari skúlaeindir?
4.     Verður hetta bert gjørt um kommunurnar verða færri í tali, ella verður tað gjørt óansæð úrslitið av kommunusamanleggingum?
5.     Um tað verður gjørt óansæð úrslitið av kommunusamanlegging, hvussu verður farið fram?


Viðmerkingar:
Í uppskotinum til játtanarkarmar hevur landsstýrið uppskot um skúlanýskipan. Tað er sera áhugavert at fáa landsstýrismannin at útgreina, hvussu skúlanýskipanin skal fara fram.

Í dag eru 54 fólkaskúlar í landinum, harav tríggir eru skipaðir sum frí/privatskúlar. Av teimum 51 fólkaskúlunum, hava 10 skúlar færri enn 10 næmingar og 17 skúlar færri enn 50 næmingar. Tað er eyðsæð, at so smáir skúlar, hava verri møguleika at geva næmingum eins góða og fjølbroytta frálæru og skúlagongd sum heild, sum næmingar í størri skúlaeindum fáa.

Tað er tí eitt gott mál at seta sær, at skapa færri og sterkari skúlaeindir í fólkaskúlanum, - um tað er málið. Ikki bara tí, at tað er óneyðuga dýrt at reka fólkaskúlan við verandi bygnaði, men fyrst og fremst tí, at allir næmingar í føroyska fólkaskúlanum, sum er, ikki hava sama tilboð. Tað er tó sera týdningarmikið, at henda nýskipan fer fram í tøttum samstarvi við avvarandi partar og høvuðsdentur má vera á, at styrkja fakliga støðið og trivnaðin fyri næmingar kring alt landið

Fólkaskúlin skal spara 16 milliónir kr. fram til 2017, men smbrt landsstýrismanninum, kan hetta gerast uttan at dygdin versnar ella at næmingarnir fáa verri undirvísing. Sum skilst, skal hetta gerast við at fylla fleiri næmingar í flokkar, sum ikki hava fult næmingatal. Hetta ljóðar tó sum ein sera einføld loysn uppá eina stóra avbjóðing. Tosað verður sostatt um færri og størri flokkar, men ikki um avleiðingin verður færri skúlar, sum tað neyðturviliga má enda við. Tí má almenningurin fáa greiðu á, hvat meint verður við at fylla uppí flokkar.

Eisini er nógv ógreitt viðv. Ábyrgdarbýtinum av fólkaskúlanum millum land og kommunur. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin skjótt at fáa greiðu á hesum ábyrgdarbýti, so nýskipanirnar kunnu henda og harvið sparingarnar røkkast? Um tað ikki eydnast at fáa eina avtalu um ábyrgdarbýtið við kommunurnar skjótt, má tað ikki henda, at sparingin rakar fólkaskúlan yvir ein kamb. Tí seinastu árini er spart nógv innan hetta økið – tímajáttanin er støðugt minkað, játtanin til vikarar er sera lítil eins og játtan til rokni/lesiskeið og til serligan tørv er skorin inn á bein.

Um rætt verður borið at, er ongin ivi um at fólkaskúlin kann rekast bíligari enn hann er í dag. Men hetta má gerast við einari breiðari og fleksiblari tilgongd, har ymisk tiltøk verða tikin í nýtslu fyri at røkka ein effektivari, bíligari og betri skúla. Tí tykist tað sera einfalt, at siga, at henda nýskipan skal røkkast bert við at fylla fleiri næmingar inn í skúlastovurnar.




Á Løgtingi, 16. Apríl 2012

Gunvør Balle
Løgtingskvinna

Ingen kommentarer:

Send en kommentar