lørdag den 14. april 2012

Dalton bandin og bókhaldararnir


Fyrr í vikuni vóru játtanarkarmarnir til 1. viðgerð í Tinginum. Fekk hesa deja vu-kensluna til vikurnar áðrenn jól, har stórmál, sum hava avleiðingar langt fram í tíðina, grundleggjandi vórðu broytt yvir høvdið á øllum Føroya fólki. Ófantaligar samanleggingar og ógvusligar sparingar á týðandi økjum og í eini parentes verður nevnt, at pensjónsaldurin skal hækkast longu frá komandi ári! Kenni tað sum vit eru statistar í einum vánaligum western-filmi, har høvuðsleikararnir kappast um hvør er skjótastur at trýsta á avtrekkjaran. Áðrenn dustið hevur lagt seg hava hesir cowboyarar rænt og brotið niður tað teir kunnu, og vit standa eftir í toftunum, meðan Dalton-bandin ríður grínandi burtur í sólsetrinum við tjóvagóðsinum. Men her er ongin Lucky Luke at hóma, sum orðnar paragraffirnar fyri okkum.

Visjónir og mál eru sum jólalundi í framløgdu kørmunum. Ongar ætlanir um vinnuliga menning, nýskipanir ella hvussu vit røkka fólkavøkstri. Onki sum ber boð um hvørjar Føroyar vit vilja hava. Samgongan hevur misskilt sína uppgávu, og heldir seg vera bókhaldarar, ið skulu reka landið sum eitt virki, har einasta málið er at fáa hallið vekk. Mantraið er, at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2016. Tí er hetta endamál blivið umberingin fyri at niðurlaga grundleggjandi tænastur sum eitt samfelag SKAL átaka sær, sum td útbúgving og heilsa og aðrar íløgur í framtíðina. Men hetta er ikki P/f Føroyar, ið skal rekast við bókhaldara brillum, har debet og kredit skal javnviga. Búskaparfrøðingar vissa okkum um, at hallið er ikki varandi, men ein avleiðing av at inntøkurnar hava svikið í nøkur ár orsakað av alheims fíggjarkreppuni. Útflutningurin og privata nýtslan er við at koma væl fyri seg, so hallið fer at minka av sær sjálvum, uttan at so ógvuslig og oyðileggjandi inntriv eru neyðug. Tí er spurningurin, um hallið bara er umberingin fyri at reka ekstreman høgrapolitikk, sum hevur minimalstatin sum endamál, har tað almenna nærum ongar tænastur veitir og hvør sær sjálvum bjarga má.

57 milliónir skulu sparast innan útbúgving, gransking og mentan. Vorðið sum vinnara-samfelag. Og samstundis sum samgongan skarvar so ógvusliga av hesum øki, sum skapar mest trivnað, menning og fólkavøkstur, ditta tey sær at skriva “Onnur viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri at fáa fólk at støðast í Føroyum, og fyri at fáa føroyingar at flyta heimaftur til Føroyar, eru  útbúgvingar- og bústaðaviðurskiftini. Her eru eisini glottar fyri framman.”

Nei, her er heldur ongir glottar fyri framman. Gamaní, miðnámsskúlin í Marknagili verður loksins bygdur, hóast seinkaður, men so er eisini alt sagt. Fólkaskúlin - sjálvt grundarlagið undir framtíðini hjá børnum okkara - skal spara 16 mió. At skerja játtanina til Setrið merkir færri útbúgvingartilboð til tey ungu og fer sjálvandi at leiða til enn størri fráflyting. Umframt at vit senda eitt so ólukkuliga skeivt signal út, við at skerja okkara einasta universitet, sum frammanundan er afturúrsiglt og hevur vantað raðfesting.

At steðga luttøkuni í granskingarsamstarvinum við ES, við orsøkini at skipanin verður broytt,  so vit ikki longur hava møguleika at vera at-limir, er ússaligasta umbering hugsast kann. Um vit fyrst minka játtanina til gransking, er ómetaliga torført at hækka hana aftur. Tí eiga vit at varðveita hesa játtan og heldur brúka hana til gransking heima hjá okkum sjálvum, um ivamálið við ES veruliga vísir seg at vera rætt. Hoyrdi sendimann okkara í Brússel siga, at hetta neyvan verður veruleiki, tí her eru fleiri leikir eftir. Men hjá samgonguni er hetta funnin fressur, tí hon hevur onki forstáilsi fyri hvat gransking hevur at siga fyri eitt samfelag sum okkara, og fyri at fáa vælútbugvið fólk at flyta heim. Hon skilir tað ikki.

Og eg kundi hildið áfram - ÚSUN stuðulin skal broytast til lán, soleiðis at vit nú bara eggja okkara ungdómi at lesa í Danmark. Onki Tjóðleikhús at hóma osfr osfr.

Nær vaknar onkur í samgonguni og sær at tað ber ikki til, bert at stýra eftir einum nulli á fíggjarlógini? Flestu av hesum skeivu avgerðunum og óneyðugu sparingunum skulu bakkast aftur seinni og avleiðingarnar fara at raka okkum sum ein boomerang, tí tað sum er sett út í kortið merkir lægri vøkstur og størri fólkafráflyting og tað er ikki tað okkum tørvar.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar