søndag den 5. maj 2013

Stóru fyritøkurnar hava eisini samfelagsábyrgd


Kronikk 1 – Stóru fyritøkurnar og førdi vinnupolitikkurin

At Føroyar eru eitt lítið samfelag ger, at vit nátúrliga fáa nakrar fáar ovurstórar fyritøkur, sum í veruleikanum fáa eina monopol-líknandi støðu. Tí eiga vit at vera á eyka varðhaldi og sum samfelag tora og duga at seta greið krøv til hesar fyritøkurnar.

Hetta er fyrra kronikk av tveimum, ið snúgva seg um ta tyngd og ovurstóru ávirkan tær størstu fyritøkurnar í Føroyum hava á samfelagið. Í hesari grein verða fíggjar- og kt vinnurnar viðgjørdar saman við hugtøkunum shareholder value og stakeholder value.

Shareholder value contra stakeholder value
Vit hava nakrar fyritøkur í Føroyum sum, í mun til støddina av føroyska samfelagnum og búskapin, eru sera stórar og flestar kasta nógvan vinning av sær. Hesar síggjast serliga innan fiskivinnuna, alivinnuna og í fíggjarvinnuni. Tað er sjálvsagt positivt og neyðugt við sterkum fyritøkum, tí skjótt gongur hvønn vegin og okkurt skal vera at standa ímóti við. Hesar fyritøkur hava tó ein serliga týðandi leiklut í samfelagnum og stóra ávirkan á møguleikarnar hjá bæði húsarhaldum og restini av vinnulívinum at menna seg. 

Vit kunnu av røttum spyrja
- um stóru fyritøkurnar bara eru til fyri partaeigararnar?
- um tað er í lagi, at bankarnir flyta kt-tænastur sínar uttanlands?
- er tað í lagi, at føroyski bankakundin rindar nógv hægri rentu enn danski kundin í sama banka?
- er tað í lagi, at TF, hóast kvarta milliard í yvirskoti um ári, sigur fólki upp?

Spurningurin er, um tær stóru fyritøkurnar ikki hava aðra skyldu enn tað sum kalt og kensluleyst nevnist share-holders value? Tvs at skapa størst møguligt avkast til íleggjararnar. Er tað ov nógv at forvænta, at tær eisini vísa ábyrgd mótvegis kundum, starvsfólkum og samfelagnum sum heild? Hetta sum verður rópt sosial ábyrgd ella stakeholders value.

Stine Bosse var í fleiri ár ovasti stjóri í Tryg og er nú farin í starv á CBS. Hon segði í samrøðu við fjølmiðlar, at tað er ikki í lagi at fyritøkur, ið hava serliga stórt yvirskot, siga starvsfólki upp. Tað, at standa á odda fyri eini fyritøku, skal ikki bara snúgva seg um at skapa yvirskot og avkast til eigararnar. Sjálvt um tað er sera umráðandi at hava fokus á botnlinjuna, skulu vit tryggja okkum, at hesar fyritøkur eisini leggja nakað til tað samfelag, tær eru partur av. Soleiðis fullu hennara orð.

Henda útsøgn varð harðliga kritiserað, men í WA 22/3-13 tekur Per H. Hansen, professari á CBS táttin upp, og hugleiðir um boðskapin hjá Bosse. Hann heldir, at tað má vera í lagi at vísa á, at ein fyritøka hevur ein breiðari hóp av interessentum at standa til svars fyri, enn bara partaeigarunum. Hann spyr, um tað ikki eigur at bera til, at eitt tættari samstarv millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar kann geva fyritøkunum fleiri fyrimunir, enn bara einoygt at fokusera á útreiðslur og botnlinju.

Friedman og Chicago-skúlin hava hildið fast við “at einasta sosiala ábyrgd fyritøkur hava, er at vaksa um yvirskotið”. Per H. Hansen vísir á nýggjari økonomiskar teoriir, ið gera upp við Chigago-skúlan, tí shareholder-value tankin er eitt tíðaravmarkað, søguligt fenomen og ikki ein nátúr-lóg í búskaparfrøðini. Hansara niðurstøða er, at orðini frá Bosse skulu síggjast sum eitt tekin um eina mótrørslu, ið er við at taka seg upp, til shareholder-value tankasettið.

Fíggjarvinnan og samfelagsábyrgd
Herfyri var ljóskastarin settir á, at TF Holding segði starvsfólki upp samstundis sum úrslitið fyri 2012 væntast at verða methøgt. Helst betur enn tær 200 milliónirnar, sum samtakið hevur haft í avlopi árliga seinastu trý árini. Væntandi fer eginognin í ár uppum tvær milliardir krónur.

Í miðlunum svarar leiðslan upp í saman, “vit hava skyldu til at reka fyritøkuna so skynsamt sum tilber og tí er neyðugt at effektivisera”. Tá Dimma spyr, hvønn hetta skal vera til gagns fyri, svarar stjórin, at tað er til gagns fyri limirnar. Vell. Limirnir eru tú og eg og øll fólk í Føroyum. Spurningurin er, hví TF nýtist at hava so ovurstór fíggjarlig yvirskot. Vit, partaeigararnir, fáa sum kunnugt ikki vinningsbýti, men vit áttu langt síðan at havt fingið ágóða av lægri tryggingargjøldum. Við uppsøgnunum og harvið rationaliseringunum vísir leiðslan á, at nú fara vit at fáa ágóða av lækkandi tryggingarprísum.

Men er hetta ikki ov lætt sloppið?

Avgerðin hjá føroysku bankunum fyri nøkrum árum síðani at flyta kt-tænastur sínar uttanlands, er enn eitt dømi um at stóru aktørarnir á fíggjarmarknaðinum einoygt høvdu fokus á virði fyri partaeigararnar og ikki tóku neyðuga samfelagsábyrgd.

Bankaleiðslurnar eru støðugt í verjustøðu, og halda at politiska skipanin, kommunur og kundar døma tey ov hart og vísa ov lítið forstáilsi fyri teirra støðu. Tað hevði klætt bankunum, heldur at sýnt eitt vet av eyðmýkt og roynt at skilt, hví luftin er lødd við so stórari ónøgd um teirra framferðarhátt. Tey eiga at síggja ta heilt serliga dominerandi støðu tey eru í og hvussu stóra ávirkan teirra dispositiónir hava fyri hvørt húsarhald og fyri vinnufyritøkur í Føroyum.

Føroyski bankakundin rindar nógv hægri rentur enn danski kundin í sama banka og tí átti tað ikki at undra bankarnar, at fólk eru ónøgd og spyrja tann mest nærliggjandi spurningin: Er tað føroyski kundin, sum gjøgnum tænastugjøld og høga rentu rindar fyri útrásar ævintýrið? Og hvat hava vit fingið burturúr útrásini og at kt-skipanin varð útveitt? Hvussu hava hesar avgerðir gagna føroysku kundunum og samfelagnum?

Tað sum føroyska samfelagið merkir er: Rúgvuvís av tænastugjøldum, methøgar rentur, niðurlagdar deildir og nógvar uppsagnir seinastu árini, bæði á Elektron og í bankunum. Stórt tal av vælútbúnum kt fólki hava mist arbeiðið, summi teirra hava noyðst at flyta av landinum við allari familjuni. Kt-vinnan er ein framtíðarrættað, vitanartung vinna, sum eigur at vera eitt satsingsøki. Tað er slíkar vinnur, vit hava so harðliga brúk fyri at menna, bæði fyri at fáa fólk at støðast og tey útbúnu at flyta heim. Men tá størsti avtakarin av kt-tænastum, fíggjarvinnan, útveitir sítt kt-kervið, er grundarlagið burtur fyri at ein verulig kt vinna kann menna seg.

Útveitanin av kt-kervinum var ein óskiljandi og beinleiðis oyðileggjandi avgerð. Og bankarnir have enn ikki megnað at givið okkum eina góða frágreiðing uppá, hví tað var  skilagott. Eru tað bara bankarnir sum hava fingið okkurt burturúr? Altso shareholders value? Meðan stakeholders value - samfelagið - mátti rinda prísin? Og um tað er svarið, er tað so nøktandi?

Hesar fyritøkur vilja helst argumentera ímóti og siga, at víst vísa tær samfelagsábyrgd. Altjóða krøv til solvens eru økt og tær mugu tí reka fyritøkuna so skynsamt og kostnaðar-effektivt sum møguligt. Haraftrat seta tey ávísa upphædd av á hvørjum ári til alment gagnlig endamál. Øll vita vit jú, hvussu nógv tær stuðla ítróttinum og viðhvørt fær listin og mentanin enntá okkurt sløð.

Eiga vit bara at stilla okkum til sættis við tað svarið? Yppa øksl og góðtaka at soleiðis má tað bara vera?

----
Í seinnu kronikk verður fiski- og alivinnan viðgjørd saman við førda vinnupolitikkinum.

Gunvør Balle



Ingen kommentarer:

Send en kommentar