torsdag den 30. maj 2013

manglandi brúkaravernd viðv. keyp og sølu av ogn

Gunvør Balle
løgtingskvinna
Nr. 53/2013


Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um manglandi brúkaravernd viðvíkjandi keypi og sølu av ogn, settur Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum (at svara skrivliga eftir § 52a)


1.     Eru skipanirnar við støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging viðvíkjandi keypi og sølu av fastogn settar í verk?
2.     Um ikki, hví eru hesar ikki settar í verk?
3.     Nær kann væntast, at hesar skipanir verða settar í verk?
4.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja húsakeyparum ímóti at koma í fíggjarligt óføri av at hava keypt sethús við goymdum feilum?


Viðmerkingar:
Í 2011 varð løgtingslóg nr. 12/2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.l samtykt. Henda lóg var harðliga tiltrongd, men hóast skjótt tvey ár eru liðin, síðan lógin kom í gildi, eru enn týðandi viðurskifti, sum ikki eru sett í verk. Her er talan um kapittul 1, greinirnar 4 og 5 í lógini, sum snúgva seg um støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging. Hesi eru avgerandi viðurskiftir fyri at tryggja keyparan ímóti at koma í fíggjarligt óføri av at keypa hús.

Hóast tað stendur í grein 4 í lógini, at ein støðulýsing kann fyriliggja sum grundarlag undir einum húsakeypi, er veruleikin, at eingin slík finst enn. Sum skilst, noktar byggi- og ráðgevaravinnan at vera við til at gera eina støðumeting, tí sambært lógarásetingini verður teirra váði alt ov høgur, ábyrgdartryggingin verður sera høg, umframt at tann byggikøni kann koma at hefta persónliga. Føroyski marknaðurin verður sagdur at vera ov lítil til at fáa skipanina við støðufrágreiðing av virka.

Viðvíkjandi. ognarskiftistryggingini (grein 5) er hendan heldur ikki í gildi enn, tí grundarlagið undir henni er, at ein støðufrágreiðing fyriliggur. Sjálvt tá, og um støðufrágreiðingin er komin at rigga, og ein slík fyriliggur, ivast tryggingarfeløgini í, um keypari og seljari fara at tekna hesa trygging, tí  tryggingarkostnaðurin fer at vera rættiliga høgur.

Tí hevur tað týdning at fáa at vita frá landsstýrismanninum, hvat verður gjørt fyri at fáa skipanina við støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging setta í verk. Tí eyðsæð eru hesir tættir sera týðandi at hava uppá pláss fyri at keyparin kann hava eina verju ímóti at koma í fíggjarligar trupulleikar av húsakeypi.

Dømini eru mong um fólk, ið keypa hús, sum vísa seg at hava goymdar feilir, t.d. er soppur ofta trupulleikin. Hesir húsakeyparar koma flest øll í stórar trupulleikar. Tey standa á gøtuni, um tey ikki kunnu hýsast hjá familju ella vinum. Tey hava útlit til sakarmál, ið kann taka fleiri ár, og skulu liva við óvissuni, um tey vinna sakarmálið, ella um tey fáa nakrar pengar aftur. Fíggarligu útlitini eru sera ótrygg hjá hesum fólkum, og sum borgarar enda tey í ongamannalandi, tí hóast lógarverkið skal eitast at vera har, so virkar lógin ikki á týðandi økjum.

Politiskt verður nógv tosað um, at vit mugu fáa útbúgvin fólk til landið og hægri burðartal. Hetta hongur ikki saman við, at tað mangla nøktandi viðurskifti undir tí allarmest grundleggjandi undir familjuni - nevniliga heiminum.


Á Løgtingi, 30. mai 2013



Gunvør Balle

Ingen kommentarer:

Send en kommentar