mandag den 13. maj 2013

Kronikk 2 – Stóru fyritøkurnar og førdi vinnupolitikkurin




At Føroyar eru eitt lítið samfelag ger, at vit nátúrliga hava nakrar fáar ovurstórar fyritøkur, sum í veruleikanum fáa eina monopol-líknandi støðu. Tí eiga vit at vera eyka nógv á varðhaldi og sum samfelag tora og duga at seta greið krøv til hesar fyritøkurnar.

Hetta er seinna kronikk um stóru føroysku fyritøkurnar og vinnupolitikk. Hon viðger høvuðsvinnuna eins og ta vinnupolitisku kós, ið hevur verið galdandi seinastu árini.

Høvuðsvinnan á fáum hondum
Um vit hyggja at vinnubygnaðinum frá einum yvirskipaðum samfelagsgagnligum sjónarmiði, er stóri spurningurin, um tað er skilagott, at færri og færri fyritøkur hava ráðarætt á øllum okkara fiskatilfeingi? Tað verið seg innan aling, í uppisjóvar fiskiskapi og í heimaflotanum?

Í fiski- og alivinnuni hevur man politiskt slóðað fyri, at monopol-líknandi støða er galdandi heldur enn at roynt at fingið sunna kapping at virka. Í fyrru kronikk, har ljóskastarin var settur á tryggingar og bankatænastur, var tað brúkarin, ið er taparin av at monopol-líknandi støða er galdandi á marknaðinum. Her snýr tað seg um útflutnings-vinnur, og tí er tað restin av vinnulívinum, og í longdini alt samfelagið, ið líður undir einsháttaða eigara-strukturinum.

Talan er um tvíeggjað svørð. Øðrumegin er tað fyri eitthvørt samfelag týðandi at hava
kapitalsterkar fyritøkur. Hinvegin vilja fyritøkur í monopollíknandi-støðum altíð uppføra seg ineffektivt og nýggir aktørar sleppa ikki inn. Tað merkir, at samfelagið fær ov lítið av nýskapan, vit leggja øll eggini í eina kurv og taka harvið ov stóran váða sum samfelag.

Í alivinnuni, í uppisjóvar vinnuni og í størri og størri mun eisini í heimaflotanum, hava vit fáar vinnuligar aktørar, og harvið lítla og onga kapping um rávøruna.

Tað ger, at undirveitarar, sum veita vørur og tænastur til tey, ið sita á rávøruni, verða trongdir, og mugu bara makka rætt. Um tey eru ónøgd hava tey onki val, tí tey kunnu ikki flyta til annan kunda. Og tað ger eisini, at vit fáa ikki tað nýskapan og innovasjón, sum vit áttu at sæð, um fleiri høvdu sloppið framat. Og tað er lívshættisligt fyri eitt samfelag - tí vit skulu liva av vinnuligari nýskapan.

Vit hava eina ørgrynnu av dugnaligum vinnulívsfólki, við hugskotum og áræði til at fara undir alt møguligt virksemi tengt at høvuðsvinnum okkara. Fyri at fáa fólk at støðast og flyta aftur, mugu vit hava arbeiðspláss. Spennandi, avbjóðandi arbeiðspláss, har fólk við alskins førleikum, á ymsan hátt kunnu sleppa til verka. Politiskt hevur man gjørt av, at fáir eigarar skulu sita á fiski- og alirættindunum og tað ger, at høvuðsvinnur okkara eru so at siga hermetiskt afturlatnar fyri nýggjum leikarum. Bæði tá tað snýr seg um at sleppa framat firðunum fyri at royna at ala annað enn laks (td síl, tara el.a.) og at sleppa inn í veiðuliðið í fiskivinnuni. Og av tí sama er hetta eisini galdandi tá tað snýr seg um at sleppa framat rávøruni. Tað er torført at sleppa framat at virka og víðarigóðska rávøruna á ein annan hátt, enn tað, sum tey, ið sita á loyvum og harvið á allari rávøruni, nú einaferð hava gjørt av skal virkast.

Jú meir høvuðsvinnan verður miðsavnað á fáum hondum, jú fleiri okkara standa hendur í favn á síðulinjuni sum áskoðarar. Vit sleppa ikki framat, hóast bæði viljin og evnini eru til staðar.

Manglandi kappingin ger, at vit eru prísgivin dugnaskapinum hjá teimum fáu aktørunum, sum vit hava latið atgongdina til alla rávøruna. Vit mugu bara seta okkara vón til, at teir eru innovativir, at teir spjaða váðan, so teir ikki fara á húsagang og taka meginpartin av undirveitarunum við sær. Vit mugu bara krossa fingrar fyri, at teir eru tilvitaðir um lívfrøðiliga burðardygd og sjúkufyribyrging, og sum heild disponera so skilagott og skapa so stórt avkast til samfelagið sum gjørligt.

Hetta er hvørki forsvarligt, nøktandi ella haldbart í longdini.

Vinnupolitikkurin eggjar til vinnulig monopol
Føroyska samfelagið hevur sostatt eina stóra avbjóðing í, at tað eru fáar, stórar fyritøkur, ið eru ráðandi á týðandi vinnuøkjum - í fiski- og alivinnuni og í fíggjarvinnuni. Eitt lítið samfelag vil altíð fáa eitt vinnulív, ið er merkt av mono- og duopolum. Bæði er eins ósunn og vandamikil og eiga tí at tálmast. Men vinnupolitiskt hevur kósin seinastu árini verið at skumpa undir monopol-líknandi støður, heldur enn royna at fyribyrgja teimum. Vilji er ikki til at styrkja Kappingareftirlitið og geva tí víðkaðar heimildir, so tað veruliga kann fremja sína uppgávu og tryggja at kapping er til staðar á teimum marknaðum, har monopol-líknandi støður eru. Td innan tele, orku og fígging. Endamálið við at styrkja Kappingareftirlitið munandi er eyðsýnt, nevniliga at geva føroyska brúkaranum so kappingarførar prísir sum gjørligt. Hetta er í síðsta enda við til, at vit sum samfelag standa okkum í kappingini um at draga fólk til landið.

Ì fiski- og alivinnuni hevur førdi politikkurin beinleiðis eggjað til tær monopol-líknandi støður, ið eru galdandi, heldur enn at roynt at fingið sunna kapping í høvuðsvinnunar. Vilji er ikki til at innføra marknaðarbúskap í fiskivinnuni, so fleiri høvdu fingið møguleika at sloppið framat. Alt tos um uppboðssølu av fiskirættindum verður kveistrað til viks við páhaldum um at tað er teoretiskt og ógjørligt at fáa at rigga í praksis. Hetta er bert ein hent umbering. Politiski meirilutin heldur tað vera heilt skeivt, at tað almenna selir fiskiloyvir á fríum marknaði, men í fínasta lagi, at vinnuligu aktørarnir handla við fiskiloyvum sínamillum á privata marknaðinum. Aftaná at teir hava fingið loyvini foreraði frá tí almenna. Er viljin til staðar, finna vit sjálvsagt eina loysn á teknikalitetunum, so vit stigvíst fáa eina uppboðssølu at rigga. Hetta skal gerast uttan at taka grundarlagið undan verandi reiðarum, tað snýr seg um gera okkum nakrar royndir við tí og so rætta til so hvørt. Politisk útluting av fiskiloyvum er ikki haldbar í longdini, tað er nú sólarklárt fyri einum stórum meiriluta av fólkinum. Tí er ein marknaðarstýrd fiskivinna einasta loysn á trupulleikunum vit hava í fiskivinnuni.

Samanumtikið, átti tað at verið øllum greitt, at vit reka ikki rættan vinnupolitikk, tá vit lata so stórt vald upp í hendurnar á fáum, stórum fyritøkum, sum tískil seta dagsskránna í samfelagnum. Borgarar, restin av vinnulívinum og politiska skipanin eru prísgivin dugnaskapinum hjá leiðslunum í hesum fyritøkum og gerast í alt størri mun statistar, ið hyggja at og vóna at alt gongur væl.

Soleingi tær stóru fyritøkurnar hava ta einaráðandi støðu tær hava á marknaðinum, hava tær framvegis sínar skyldur. Eg eftirlýsi ein hugburð og vilja frá teimum til, at taka nógv størri ábyrgd av samfelagsmenningini í síni heild. At tær av álvara byrja at arbeiða við hugtakinum CSR – corporate social responsibility.  Tvs. taka ábyrgd og vísa atlit fyri starvsfólkum og kundum, at tey luttaka í gransking og stuðla undir vinnumenning, so vit fáa størri vinnuliga nýskapan og harvið búskaparvøkstur.

Men størstu ábyrgd eigur politiska skipanin. Sum tað fyrsta eigur hon at byrja at liberalisera fiskivinnuna, so vit fáa økta kapping um atgongdina til rávøruna. Og hon eigur at tora at regulera og seta stóru fyritøkunum krøv. Og í triðja lagi eigur politiska skipanin at styrkja Kappingar- eftirlitið munandi og geva tí nógv víðari heimildir.

Fáa vit stóru fyritøkurnar til at vísa størri samfelagsábyrgd og politiska valdið til at hava dirvið til at gera tær neyðugu nýskipanirnar, kunnu vit fáa veruliga nýskapan og vinnumenning á øllum økjum og tá eru vit á rættari kós.

Gunvør Balle

Ingen kommentarer:

Send en kommentar