søndag den 12. april 2015

Miðnámsútbúgvingar eru eisini rættaðar móti handaligum og verkligum útbúgvingum



Í nýggju stevnumiðum Tjóðveldis stendur undir teiginum “miðnámsskúlar”:

  • Tjóðveldi vil seta málið, at í Føroyum skulu í framtíðini øll ung í einum árgangi hava eina miðnámsútbúgving.
  • Miðnámsøkið verður skipað í deplar kring landið, har gjørligt verður at bjóða tær ymsu útbúgvingarnar og breytirnar út eftir tørvi.
  • Fleiri fjølbroyttar breytir verða mentar og styrktar.
  • Skipaðar verða fleiri styttri yrkisrættaðar útbúgvingar, sum geva atgongd til hægri útbúgvingar í eitt nú matvøru, matgerð, heilsufrøði, búskapi, sølu, handil, sniðgeving og innan byggi- og tekniska økið.

Yvir 100 fólk kring landið hava í drúgva tíð arbeitt við at orða dagførdu stevnumið floksins og hesi vórðu samtykt á eykaflokstingi í fjør.

Tá Páll á Reynatúgvu førir fram, at øll ikki skulu hava eina miðnámsútbúgving, er tað ikki í samsvar við politikk floksins.

Tað  er týðandi at gera greitt, at ein miðnámsútbúgving í dag er ikki einans til tey, ið fara bókliga vegin. Miðnámsútbúgvingar eru bæði yrkisrættaðar og próvgevandi og alment fyrireikandi. Tær eru útbúgvingar eftir fólkaskúlan fyri tey 16-19 ára gomlu og fyri onnur, ið vilja taka førleikagevandi eftirútbúgving. Tær eru eisini fyri tey við serligum tørvi. Tí øll - uttan mun til førleikar og áhugar - skulu kunna velja sær eina miðnámsskúlaleið, ið hóskar teimum.

Samfeløg kring heimin og altjóða treytir seta alsamt størri krøv til dygdargott útbúgvingarstøði. Tí skulu øll ung, gjøgnum miðnámsskúlan, hava grundleggjandi, kravdar lærugreinir á ymsum støði og stigum - uttan mun til um tey eru á einum handverks - og yrkisrættaðum skúla, sum td Tekniska Skúla, Handilsskúla ella á einum studentaskúla.

Tjóðveldi heldur, at fólkaskúlin og útbúgvingarskipanirnar sum heild eiga at eggja fleiri til at velja handaligar, tekniskar, skapandi og kreativar útbúgvingar. Tí útbúgvingarvalið skal endurspegla evni og áhugan hjá næminginum og tørvin í samfelagnum. Eingin ivi er um, at í dag fara ov nógv á studentaskúlar og ov fá velja yrkisrættaðar og handverksútbúgvingar. Hetta eiga vit at broyta. Tí øll eru ikki bóklig og øll skulu ikki lesa langar víðarigangandi útbúgvingar. Samfelagið er fjølbroytt, menniskjan er fjølbroytt og skal sleppa at royna síni evnir í einum fjølbroyttum skúla, ið virðir handverksligar og skapandi útbúgvingar eins høgt og tær bókligu.

Nýggi Marknagilsdepilin verður ein spennandi og fjølbroyttur miðnámsskúladepil. Hugsi, at tá næmingar frá trimum ymsum skúlum og mentanum verða savnaðir undir einum taki fer ymiskt áhugavert at henda. Gamlar vanahugsanir brótast niður og mørk verða flutt og býti millum hvørji velja studentaskúla og handverksligar og skapandi breytirnar verður javnari. Men øll fáa eina miðnámsútbúgving.

Gunvør Balle
12. apríl 2015

Ingen kommentarer:

Send en kommentar