torsdag den 6. marts 2014

Spurningar og svar um nýggju miðnámsskúlaskipanina

Skrivligur fyrispurningur settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í skúlamálum, um nýggju miðnámsskúlakipanina


  1. Nær er ætlanin at eftirmeta nýggju miðnámsskúlaskipanina?
  2. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað, at sett ein fylgibólk, at fylgja við í hvussu nýggja skipanin virkar?
  3. Í hvønn mun sæst, at talan er um eina føroyska miðnámsskúlaskipan?
  4. Eru próvtøkuuppgávurnar í størri mun útlendskar nú enn áðrenn nýggju skipanina?
  5. Um so er, hví er tað so?
  6. Hvat hevði tað kostað - í mest møguligan mun - at gjørt okkara egnu próvtøkuuppgávur í mun til verandi kostnað?
  7. Hvørjar avleiðingar í málførleikunum hjá komandi studentum fara at síggjast av, at danskt er komið inn sum fremmandamál?
  8. hvussu nógv er “reduktión” - rættitíðin minkað við nýggju skipanini?
  9. Hvussu nógv eru skrivligar innlatingar minkaðar?
  10. Eru ábendingar um hvørjar avleiðingar tað fær og um tað er skilagott at skera so nógv í skrivlingum innlatingum?
  11. Í hvønn mun er frálæran í  føroyskum skerd og hvussu metir landsstýrismaðurin støðuna hjá føroyskum á miðnámi?


Viðmerkingar:
Ad 1 og 2. Tað er bert eitt hálvt ár síðan nýggja miðnámsskúlaskipanin varð sett í verk, men frá lærarum hoyrist javnan ørkymlan og ein ávís stúran fyri hvussu hon nú kemur at virka og hvørjar avleiðingar hon fær fyri fakliga støðið í ymsu fakunum. Serliga er tað støðan hjá málsligu fakunum sum hevur elvt til kjak og ótryggleika millum lærarar í føroyskum og fremmandamálum. Somuleiðis er við broyttu og minkaðu mongdini av skrivligum innlatingum, har tað tykist vera óvist hvørja ávirkan hetta fer at fáa á støðið hjá næmingunum. Tí eru tað mong sum halda, at vit beinavegin eiga, at seta ein fylgibólk, sum fylgir við í, hvussu nýggja skipanin virkar. Fyri mong sum undirvísa til dagligt, virkar tað sum er sett í verk rættiliga leyst og illa gjøgnumhugsað og mong bera ótta fyri samlaða fakliga førleikanum. Arbeiðið hjá einum fylgibólki hevði givið okkum møguleikan at steðga á, áðrenn okkurt møguliga gongur galið.


Ad 3-6: Nýggja miðnámsskúlaskipanin skuldi eitast at vera ein føroyskur miðnámskúlareformur - okkara egna skipan. Mong seta spurnartekin við hvar tann føroyska hugsjónin sæst og hvussu vit hava skraddaraseymað okkara egnu skipan í mun til okkara samfelag. Frá fleiri hoyrist, at arbeiðsbólkar hava latið tilmæli inn til Mentamálaráðið, men endaliga úrslitið sær heilt annaleiðis út tá tað kemur út úr ráðnum. M.a hava væntanir verið um, at í eini føroyskari skipan fara eisini í størri mun at koma føroyskar próvtøkuuppgávur, men tað tykist vera øvugt og donsku próvtøkuuppgávurnar gerast alt fleiri. Føroyskt-lærarar síggja, at  føroyskt ikki fer at hava tað lætt, hvørki við tí hugburðinum, sum er til føroyskt í skipanini og tí økta útlendska tilfarinum, sum næmingarnir brúka í sambandi við skúlan.


Ad 7. Tað eru ábendingar um, at næmingar í stóran mun velja danskt sum einasta fremmandamál (tí tey ikki hava pláss fyri fleiri málfakum) eftir at danskt er skilgreinað sum fremmandamál. Ein avleiðing sær út til at vera, at tað er vorðið torført at skipa flokkar í týskum og fronskum og hetta kann merkja, at vit fáa studentar, ið ikki duga fremmandamál. Fyri føroyingar er góður kunnleiki til fremmandmál ein av okkara styrkjum, tí eiga vit at vera sera varin við at skerja hesi. Sum heild, kann spurningur kanska fara at setast við tað alment dannandi studentsprógvið. Frammandan er latín og fornaldarfrøði burtur og harvið stórur partur av tí klassiska grundarlagnum, og missa vit nú eisini burturav fremmanda- málunum verður tað sera fátæksligt. Ein breiður spurningur vit eiga at seta okkum er hvør hugsjónin er og hvussu vit halda at ein studentur skal vera útgjørdur tá hann fer víðari.


Sp. 8-11: Lønarnormurin hjá lærarum á miðnámi er broyttur við nýggju skipani, soleiðis at lærarar nú fáa grundløn og ikki yvirtíð og nýggja lønarskipanin er torfør at gjøgnumskoða.
Næmingur fær nú nógv minnið frálæru gjøgnum skrivliga rættaðar uppgávur, bæði tí at tær skrivligu uppgávurnar eru fækkaðar, men eisini tí at tíðin til rætting er minni. Øll vita, at nógvur lærdómur fæst burturúr at skriva eina uppgávu og fáa afturmeldingar frá læraranum uppá tað skrivliga avrikið og tí er viðkomandi at hoyra hvørjar avleiðingarnar verða av færri skrivligum uppgávum.


Sum skilst er ætlanin at leggja upp fyri færri innlatingum við at næmingar nú skulu skriva í øllum lærugreinum. Tvs. at fólk skulu framleiða skrivligan tekst í t.d. støddfrøði, alisfrøði, lívfrøði o.s.fr. og hetta skal vera við í samlaða "pakkanum", sum eitur skrivligur førleiki. Trupulleikin er her, at føroyskførleikin hjá nógvum faklærararum er vánaligur, so tað er ivasamt, hvussu nógv klípi fakliga skrivingin leggur afturat tí samlaða skriviførleikanum í føroyskum. M.a. tí ávaraðu føroysklærarar ímóti, at føroyskt varð skert, um ikki í pultstímum so í næmingatíð.


Gunvør Balle


SVAR:


Til 1: Tá fyrstu pisurnar eru floygdar eftir nýggju skipanini á sumri í 2016, er ætlanin at eftirmeta nýggju gymnasialu miðnámsskúlaskipanina. Ein djúptøkin eftirmeting kann neyvan gerast fyrr, tí tá fer at bera til at gera samanberandi fakligar metingar í mun til gomlu skipanina.
Til 2: Møguleikin at seta ein fylgibólk er umhugsaður, men er ikki settur í verk. Í Mentamálaráðnum verður dagliga fylgt við verksetingini og virkisgongdini. Ivamál verða  dagliga viðgjørd og loyst. Tørvurin á einum fylgibólki er tí avmarkaður. Leggjast kann afturat, at lógarheimilað útbúgvingarráð fer at fáa høvi at gera yvirskipaðar útbúgvingarpolitiskar metingar av skipanini javnt og samt.
Til 3: Mest eyðsýniliga tekinið um, at talan er um eina føroyska skipan, er sjálvur bygnaðurin. Talan er ikki um sundurskildar ungdómsútbúgvingar sum í Danmark, t.d. STX, HHX, HTX, HF. Vit hava eina skipan, ta sonevndu breytaskipanina. Skipanin er lagað til eitt lítið samfelag, sum okkara er. Skipanin er eisini “føroysk” á tann hátt, at umleið 35 % av lærugreinunum eru felagslærugreinir tvørtur um breytirnar. Okkara skipan leggur eisini upp til nýggjar lærugreinasamansetingar. T.v.s., at pláss er fyri “føroyskum” kombinatiónum, sum ikki bera til í teimum sundurskildu skipanunum. Harumframt finnast fleiri “føroyskir” staklutir í skipanini, t.d. kravd samfelagsfrøði í fyrsta flokki fyri allar føroyskar studentar.
Til 4:  Nei, próvtøkuuppgávurnar eru ikki í størri mun útlendskar. Í gomlu skipanini útvegaðu vit 20 sløg av donskum uppgávum. Í nýggju skipanini fara vit at útvega 15 sløg av donskum uppgávum. Lutfallið millum danskar og føroyskar uppgávur í gomlu skipanini var ávikavist 54% danskar og 46 % føroyskar. Í nýggju skipanini verður nevnda lutfall sambært umsitingini flutt tilsvarandi – tann føroyska vegin.
Til 5: Spurningur 5 er svaraður undir spurningi 4.
Til 6: Í løtuni meta vit okkum ikki  at hava tøka manning at framleiða allar uppgávur í Føroyum. Trupulleikin er serliga eyðsýndur í teimum smáu skrivligu lærugreinunum. Har er ikki lætt at manna uppgávunevndir, sum kunnu virka í fleiri ár, tí stórt sæð allir undirvísarar í lærugreinini eisini vera noyddir at sita í uppgávunevndunum. Í onkrari lærugrein er tó møguligt at framleiða fleiri føroyskar uppgávur, og ætlanin er eisini at flyta okkum rætta vegin.
Ein leyslig meting sigur, at meirkostnaðurin hevði verðið áleið kr. 6 – 700 tús. um árið, um allar uppgávur vórðu gjørdar í Føroyum.
Til 7: Okkara næmingar hava føroykst sum móðirmál. Vanligt er í okkara grannalondum, at móðurmálið er kravd lærugrein eisini á miðnámi, soleiðis er eisini hjá okkum nú nýggj gymnasial miðnámsskúlaskipan er farin at virka. Føroyskt er kravd lærugrein og onnur mál eisini danskt eru vallærugreinar. Hetta gevur næmingum størri frælsi at velja onnur mál, eisini danskt ella okkurt heilt annað. Hetta var eisini eitt av endamálinum við nýggju skipanini.
Hvørjar avleiðingar í málførleikunum hjá komandi studentum fara at gerast, orsakað av, at danskt er komið inn sum fremmandamál, er kortini ilt at meta um longu nú, tí skipanin hevur enn ikki ár á baki.
Kortini er vert at nevna, at val av fremmandamáli í okkara grannalondum er, sum tikið verður til, “í fríum falli”. Talið av undirvísarum í fremmandamálum á universitetinum í Keypmannahavn er seinstu 10 árini fallið uml. 70 % í týskum og fronskum, uml. 60 % í italienskum og uml. 20 % í enskum og sponskum. Enskt sær út til at gerast “seinna móðurmál” hjá teimum ungu.
Tí er spurningurin hjá Gunvør Balle viðkomandi og vil eg virka fyri, at fylgt verður væl við gongdini. Tí málførleiki er týðandi táttur í miðnámsskúlaskipanini.
Til 8: Nøgdin av skrivligum avrikum verður í dag gjørd upp í næmingatíð. Næmingatíðin er tann tíð, næmingurin nýtir at skriva sínar innlatingar. Tá er tíðin at fyrireika seg til næsta tíma ikki tald við. Jólaroyndir, várroyndir eru heldur ikki taldar við. Næmingatíðin liggur upp móti 650 tímum tey trý árini. Rættitíðin er í løtuni 10% av næmingatíðini. Rættitíðin er minkað, tí næmingarnir skriva minni í nýggju skipanini. Munurin er trupul at gera upp, tí í gomlu skipanini stóð rættitíðin í beinleiðis lutfalli til uppgávutalið,  meðan hon nú er ásett við næmingatíð.
Til 9: Spurningur 9 er svaraður í spurningi 8.
Til 10: Um lækkaða arbeiðsbyrðan í skrivligum í nýggju skipanini hevur ella fer at hava negativar avleiðingar, er ilt at siga. Meginreglan hevur verið, at tað hvørki skal vera truplari ella lættari hjá okkara næmingum at taka eitt studentsprógv enn hjá øðrum næmingum í ríkinum, t.v.s. okkara næmingar hava somu næmingatíð sum onnur. Fyri heilt nógvar næmingar er lækkingin skilagóð – tí teir høvdu ov nógvar skrivligar uppgávur í gomlu skipanini. Fyri aðrar næmingar var lækkingin ikki neyðug, men hesir hava í nýggju skipanin møguleika at velja sær fleiri lærugreinir á A-stigi, sum føra við sær meira skrivligt arbeiði.
Til 11: Í gomlu skipanini hevði lærugreinin føroyskt 12 pultstímar tey trý árini. 4 tímar fyrsta árið, 3 tímar næsta árið og 5 tímar triða árið. Lærugreinin hevur framvegis sama pultstímatal, og er undirvísingartíðin tískil ikki skerd.
Leggjast kann afturat, at undirvísingartíðin til móðurmál í Føroyum er 315 klokkutímar í 3 ár. Ísland nýtir 339 klokkutímar í 4 ár. Noreg nýtir 393 klokkutímar í 3 ár, men har eru tvey norsk mál. Svøríki nýtir 184 klokkutímar í 2 ár og Danmark nýtir 260 klokkutímar í 3 ár. Støðan hjá móðurmálinum á miðnámi hjá okkum liggur tí rímiliga væl samanborið við onnur Norðurlond, og er eisini rímilig í mun til samlaðu tímatalvuna hjá einum næmingi.
Vinarliga
Bjørn Kalsø
landsstýrismaður


Ingen kommentarer:

Send en kommentar