onsdag den 5. december 2012

Íslendska fiskivinnuumsitingin er ikki nøkur fyrimynd.

Aðalorðaskifti um fiskivinnuna:

Skulu marknaðarkreftirnar ráða í fiskivinnuni ella ikki? Heilt, lutvíst ella slettikki. Og skal tilfeingið, ið svimur í havinum vera fólksins ogn ella latið nøkrum útvaldum? Tað eru nakrir av størstu spurningunum vit eiga at seta okkum, tá vit viðgera fiskivinnuna. Víst hevur altjóða fíggjarkreppan sýnt okkum sítt ljóta andlit - baksíðuna av kapitalismuni og hvat ótólmaðar marknaðarkreftir kunnu volda av skaða. Men tann læran hevur fyrst og fremst verið, at har skulu reguleringar til. At tað almenna hevur ein týðandi leiklut í at tálma tí flóðaldu, sum óavmarkað kapitalisma kann skapa av oyðileggingum.

Men hóast marknaðarbúskapurin hevur síni lýtir, er tað ongin sum talar um at vit skulu fara yvir til planbúskap. Tí sjálvandi er tað ikki eitt alternativ. Men eftir øllum at døma, kunnu vit í Føroyum ikki koma ásamt um hvar fiskivinnan hoyrir heima. - Vit látast og tosa sum um, at tað eru marknaðarkreftirnar, ið skulu sleppa at ráða, men í veruleikanum er talan um gjøgnumsúrgaðan planbúskap, har alt er stýrt niður í smálutir og endamálið er greitt, at nøkur fá útvald skulu arva ríkið, nær sagt.

Eg eri heitur forsprákari fyri nógvum samstarvi við Ísland og at brúka næsta granna okkara sum fyrimynd í øllum møguligum viðurskiftum, tí eg haldi íslendingar hava megnað at skipa seg sera skilagott á so mongum økjum. Eitt stórt undantak er tó á fiskivinnuøkinum.

Í D&V herfyri var viðtal við Egil Helgason, íslendskan journalist um íslendsku fiskivinnuskipanina. Hann ávaraði staðiliga ímóti at gera somu mistøk sum íslendingar hava gjørt. Nevniliga at lata loyvini ókeypis og óuppsigilig út til reiðarí, og lata tey seta loyvini í veð hjá bankunum. Tí tá vendist ikki aftur. Og tá kunnu reiðaríini av røttum siga seg hava fingið hetta sum gávu - og ognarrættin ber sum kunnugt ikki til at skerja - og tí fer alt Føroya fólk at standa sum stóri taparin.

Eg búði í Íslandi árini 2007 til 2010. í 2007 var himmalin yvir Reykjavík avtaglaður av byggikranum, ið hurraðu og snurraðu sólarringin runt. Eitt - hálvtannað ár seinni, stóðu teir sum frystir fastir allir sum ein. Hugsaði mangan um tað hesi árini, at myndin av byggikranunum var ein tann sterkasta, at lýsa støðuna í landinum, og tað totala kollapsið, ið hendi.

Ein av høvuðsorsøkunum til at tað kundi ganga so galið sum tað gjørdi í Íslandi var, at nøkur reiðarí, sum gjøgnum mong ár høvdu keypt fiskiloyvir upp, seldu sínar kvotur við ovurhonds vinningi. Mong av hesum vóru kanska heilt farin úr fiskivinnuni, men høvdu fingið ótrúliga stórar upphæddir burturúr at fara úr vinnuni - júst sum vit hava sæð dømir um í Føroyum. Og hvat hendi so? Jú, okkurt skulu tómar hendur við fullum lummum av pengum gera. Tà politiska skipanin við Dávidi Oddsyni á odda privatiserar bankarnar, letur hann m.a hesar pengamenn sleppa at keypa teir. Og teir fóru so undir at skrúva øll virðir upp og gera íløgur við stórum váða innanlands og uttanlands og ekspandera út um allan heim. ‘

Væl hjálpt av altjóða rákinum í fíggjarvinnuni, kundi ikki annað henda, enn tað totala kollapsið. Politiska skipanin í Ìslandi hevði fyrst latið tjóðarognina til nøkur fá, sum brúktu hana til at kollsigla samfelagið. Og politikarnir vóru sjálvir væl og virðiliga vavdir inn í hetta skitna spæl, so tað var vónleyst hjá teimum at rudda upp ella taka í egnan barm - og tí var tað ein sjálvforsterkandi gongd. Og hvør sat eftir sum taparin - jú, sjávandi Palleba, sum altíð er heilt vísur í at arva rokningina. Men sum ístaðin hevði kunnað fingið meir vælferð, um virðini vóru rættari býtt í útgangsstøðinum.

Íslendingar gera nú høvuðsreint eftir teirra stóru kreppu. Ma. noyðast tey at broyta sína stjórnarskipan, fyri at royna at bakka aftur og staðfesta, at tilfeingi er ogn fólksins.

Men vit trúgva jú uppá, at pengarnir liggja best hjá tí privata, ikksjannheit? - Tí tað almenna bara søplar pengar burtur. Hetta hoyra vit ofta landsstýrismannin og Fólkaflokkin siga. Eg haldi ikki, at íslendsku royndirnar eru dømir um at pengarnir bara liggja best hjá tí privata. Vinnan skal forvinna pengar burturúr at vera dugnalig til sítt vinnuliga virksemi og tá eru pengarnir væl fortjentir í teirra lummum. Ikki uppá spekulasjón og uppá at selja landsins ognir. Landið skal tryggja, at tað fær sítt og so lata tað vera frítt til vinnuna at tjena so nógv sum gjørligt.

Og tey sum so hoyrdu Jacob Vestergaard í somu D&V fingu greitt at vita, - hóast hann fekk ávaringina beint áðrenn - at hann ætlar at útseta føroyska samfelagið fyri júst tí sum íslendingar hava bløtt og enn bløða so sáran fyri. Hann ætlar at lata loyvini rulla í 8-10 - ja kanska 20 ár - sum øll vita, reelt meinar fyri altíð. Og ressursurentan - ja tað kann kanska vera nøkur oyru av yvirnormalum profitti. Og allir føroyingar vita, at har verða ongir pengar til landskassan við hesum politikkinum. Ikki fimm fløt oyru, verið sannførd um tað. Nei, so heldur fara til Danmarkar eftir fleiri pengum, - til landssjúkrahús, skúlar - til allar tær íløgur ,ið eru neyðugar fyri at vera eitt nútíðar samfelag, ið dregur fólk at sær.

Á ráðstevnunini um “Fólksins ogn” sum vit andstøðuflokkar hildu í vár, ávaraði íslendski búskaparfrøðingurin okkum um júst tað sama: Latið ikki loyvini rulla fyri ævir, tí avleiðingarnar vera øgiligar og tað er ikki gjørligt at venda aftur. Tit hava møguleikan at gera tað rætta, gerið ikki sum vit! Og á Fiskivinnutinginum á Hotel Føroyum herfyri, segði Halgir Winter Poulsen seg ivast stórliga í um útlutingin av makrelkvotunum í ár hevði heimild í nakrari lóg! Hann sigur “Kunngerðin fer ov vítt – mann veit ikki, hví ein fær rættindir og ein annar ikki fær”. Kann tað sigast týðiligari? Hetta snýr seg nevniliga um grundleggjandi rættarkenslu. Hetta handlar um, at fáa fólk at venda aftur til hetta landið, tí tey hava álit á, at tey størstu virðini verða umsitin rætt. Her eiga vit at smíða heilt nýggjar karmar, tí okkara felags framtíð sum land og fólk er uppá spæl!

Advokaturin á Fiskivinnutinginum segði eitt annað skilagott - og tað var við hansara royndum frá oljulóggávuni. Hann helt, at vit eiga at seta eina kommisjón at gera eina nýggja fiskivinnulóg. Koyrið politikarnar til hús, segði hann. Og helst hevur hann rætt, tí í Løgtinginum verður ongin semja um nakað sum fer at líkjast nøkrum, so tað verður bara eitt nýtt klútatepppi - í besta føri - ið fer at koma burturúr.

So her eru so greiðar ávaringarlampur sum blinka, um tað sum vit eyðsýnt ikki mugu gera - eg haldi hetta við teimum rullandi loyvunum og hugtakið fólksins ogn er tað mest umráðandi at taka fram her. Tjóðveldi hevur í mong ár roynt at tosa fyri eini uppboðsskipan av fiskiloyvum og tað er at gleðast um at fleiri og fleiri eru farin at síggja tað skilagóða í hesum. Eg havi tosað við reiðarar, ið halda verandi fiskivinnuumsiting vera so kaotiska og høpisleysa, at tey eru komin til at uppboðssøla hevði verið langt frægasta loysnin. Verri kann tað í hvussu er ikki gerast, tykist hugburðurin at vera. Sum nú er, verður vinnan stýrd av politiskari tilvild. Eg haldi, at vit eiga at hava eina lutvísa uppboðssølu við í tí víðari arbeiðinum, so vit kunnu gera okkum fleiri royndir av hesum forminum.

Tann stóri fyrimunurin við uppboðssøluni er, at politiska skipanin sleppur frá at gera av hvør skal fáa tilluta loyvi - tí hvussu finna vit skilagóð kriterii at luta fiskiloyvir út eftir? Og í øðrum lagi, við uppboðssøluni fær man tilfeingisrentuna inn beinaveg, tvs reiðaríið bjóðar tað uppá loyvi sum tey rokna aftureftir, at tey hava ráð til, tá vinningur og alt annað er tikið við. Soleiðis verður tað ikki eitt politiskt sett tilfeingisgjald, og vinnan nýtist ikki at fiks-faksa fyri at sleppa frá at gjalda tilfeingisskatt. Og har eru fleiri aðrir fyrimunir, tí nýggir aktørar hava á hendan hátt betri møguleika at sleppa framat, tí tey skulu ikki finna ovurhonds upphæddir fyri at keypa skip við fiskiloyvi fyri at koma inn í vinnuna. Og vit hava brúk fyri tí endurnýggingini.

Latið okkum vaska talvuna reina og fáa eina gjøgnumskygda skipan fyri okkara høvuðsvinnu, har vit staðfesta at fiskurin er ogn landsins, og har vit fáa marknaðarkreftirnar at rigga, tí tær eru hóast alt trygdin fyri at vinnan í kapping mennist, gerst effektivitet og lønandi.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar