tirsdag den 24. januar 2012

Tjóðarsemja um fiskivinnupolitikkin


Stórar avgerðir skulu takast í næstum innan fiskivinnuumsiting okkara. Innan stutta tíð skulu makrelloyvir útlutast og møguligar treytir setast um tilfeingisgjald. Men støða skal eisini takast til eitt annað sera álvarsligt mál í næstum: Skulu fiskiloyvini sigast upp í 2018 - sum higartil ætlað - ella er ætlanin nú at lata nøkrum fáum hesi í allar ævir? Nógv bendir á, at hetta seinasta er tað sitandi landsstýrið ætlar. Vit skulu øll gera okkum greitt, at um tað hendir, so vendist ikki aftur.

Framtíðar fiskivinnuumsiting er eitt stórt mál og avger í stóran mun framtíð okkara. Tí skal hetta mál viðgerast í breiðari semju millum allar flokkar á Løgtingi. Men tað áliggur eisini politisku leiðsluni, at skapa eina so breiða tjóðarsemju sum til ber.

Tí eiga vit at krevja, at vit fáa hetta fløkta evni lýst so væl sum gjørligt, so vit hava eitt nøktandi grundarlag at taka støðu útfrá. Tí bæði politikarar og borgarir annars hava fyri neyðini at skilja mekanismurnar sum gera seg galdandi.

Her eru nakrir av spurningunum, vit eiga at seta:
  • Ognarrættur: Hvør skal eiga tilfeingið? Skal landið staðfesta sín ognarrætt, soleiðis at fiskiloyvir bert kunnu leigast fyri ávíst tíðarskeið? Ella skulu vit, við eini rullandi loyvisskipan, lata summi vinna sær hevd uppá tilfeingið fyri altíð?
  • Virðisøking og samfelagsgagn: Hvussu kemur hetta ríkidømi øllum samfelagnum til góðar? Er tað við at lóggeva tilfeingi í land ella við avgjaldi á landingar uttanlands? Hvar fer størsta virðisøkingin fram í teimum ymsu liðunum frá grunni at munni? Og hvussu tryggja vit okkum, at vit fáa lut í hesi virðisøking?
  • Atgongd: Eiga vit at royna at skapa eina meiri javnbjóðis atgongd til at gagnnýta tilfeingið? Hetta hevur nakað við rættvísiskenslu at gera og at geva fleiri, ið hava hug og evnir, møguleika at sleppa uppí fiskvinnuna.
  • Marknaðarkreftir ella oligarki: Skulu marknaðarkreftirnar vera galdandi, tá vit útluta loyvir? Tvs okkurt slag av uppboðssølu. Í hvønn mun fylgja vit tilráðing frá búskaparfrøðingum um at lata upp fyri marknaðarkreftunum í fiskivinnuni? Her galda hugtøkini gjøgnumskygni og at vinnan sjálv, gjøgnum eina uppboðsskipan, ásetir hvat tilfeingisgjaldið skal vera. Ella skulu vit framhaldandi velja nøkur reiðarí út, sum fáa veiðiloyvi ókeypis og harvið miðsavna størri og størri virðir á fáum hondum.
  • Spekulasjón: Hvussu fyribyrgja vit spekulasjón?
  • Útlendskur ognarskapur: Skulu vit framhaldandi loyva útlendingum at eiga í fiskivinnuni? Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við útlendskum ognarskapi?
  • Burðardygd: Í hvønn mun fylgja vit tilráðing frá fiskifrøðingum um burðardygga veiðu. Vit skulu ikki bert fiska í ár og næsta ár, men nógv ár fram. Tí hevur tað týdning fyri framhaldandi búskaparvøkstur, at vit røkja stovnarnar væl.
  • Altjóða fiskiveiðuavtalur: Tað hevur stóran týdning at røkka semju við okkara grannalond um ferðandi stovnar, og her skal javnvágin millum egin áhugamál og langtíðar viðurskifti við grannalondini finnast.


Politiska skipanin skyldar sær sjálvari og almenninginum at útgreina hesar spurningar. Og her hava fjølmiðlarnir eisini eina stóra ábyrgd.

Tað verður nógv kjakast um hesi evni á ymsum kjaksíðum í hesum døgum. Og tað er gott og neyðugt. Tíverri eru tað altíð summi, ið heldur vilja snara kjakinum niður á eitt annað støði. Har vit heldur dyrka mytir og mótsetningar og tosa um “frøðingar móti fiskimonnum” og “manglandi virðing fyri vinnuni” osfr. Hetta hevur onki við virðing fyri vinnuni at gera. Tí sjálvsagt skulu vit virða vinnulívsfólk eins væl og allar aðrar samfelagsbólkar. Vinnulívsfólk arbeiða eftir reglum, sum politikarnir hava sett teimum, og royna at skapa sum mestan vinning út frá teimum fortreytum. Og tað skulu tey eisini gera. Samfelagið hevur brúk fyri at vinnan fær frægastu umstøður at virka undir, so hon kann skapa sum mest av virðisøking burturúr.

Vit skulu seta kikaran á politiska valdið og krevja av landsins ráðandi, at tey umsita tilfeingi, so alt samfelagið fær sum mestan vinning burturúr. Tá politiska skipanin velur endaliga at avreiða fiskiloyvir ókeypis til nakrar aktørar, er tað sjálvsagt, at hetta er ein provokasjón fyri nógv fólk í samfelagnum. Tí øll vita, at talan er um ómetaliga stór virðir, sum bara summi fáa einarætt til at fáa ágóðan av. Hesin arbeiðshátturin skapar stríð og split millum borgarar og leiðir tankarnar yvir á vina- og kenningapolitikk og korrupsjón - sjálvt um tað kanska ikki er so. Politiska skipanin hevur enn ikki megnað at givið eina nøkterna og greiða frágreiðing uppá, hví tað frá einum samfelagsligum og búskaparligum heildarsjónarmiði, er skilabest at summi fáa loyvini ókeypis.

Ein tanki kundi verið, at sett eitt miðvíst upplýsingar- og kunningararbeiði í gongd komandi mánaðirnar, har vit í opnum dialogi, fáa útgreina hesar mongu spurningar. Politiska skipanin, fjølmiðlar og fakbólkar í vinnuni kundu, saman ella hvør sær, skipa fyri temadøgum, seminarum, ráðstevnum, tjaksendingum osfr, har ymsu evnini verða tikin ígjøgnum og lýst frá øllum vinklum.

Hetta vildi givið politisku skipanini eitt hollari og breiðari grundarlag at tikið støðu útfra, tá  framtíðar fiskivinnupolitikkurin skal loysast úr lagdi. Soleiðis at møguleiki veruliga verður fyri at skapa breiða politiska semju um framtíðar fiskivinnupolitikkin, sum almenningurin eisini hevur álit á. Um tað eydnast at finna okkurt sum líkist eini tjóðarsemju hava vit tikið eitt stórt stig á rættari leið. Hevði tað ikki verið vert eina roynd?

Ingen kommentarer:

Send en kommentar