torsdag den 6. marts 2014

Spurningur og svar um danskt í fólkaskúlanum

Skrivligur fyrispurningur settur Bjørn Kalsø, landsstýrismann í skúlamálum, um danskt í fólkaskúlanum


  1. Hvussu hevur tilgongdin verið til at gera nýggjar námsætlanir í fakinum danskt í fólkaskúlanum?
  2. Hvussu nógvir frálærutímar eru í føroyskum frá 1. til 9. flokk?
  3. Hvussu nógvir frálærutímar eru í donskum frá 1. til 9. flokk?
  4. Hvørji krøv verða sett til próvtøkurnar hjá 9. floks næmingum í føroyskum?
  5. Hvørji krøv verða sett  til próvtøkurnar hjá 9. floks næmingum í donskum?
  6. Verða uppgávurnar til próvtøkurnar í donskum gjørdar í Føroyum ella keyptar úr Danmark?



Viðmerkingar:
Ein ávís óvissa hevur valdað seinastu árini um danskt sum lærugrein í fólkaskúlanum. Nú er tó endaliga staðfest, at danskir lærustovnar hava slept kravinum um at føroyskir næmingar skulu hava danskt á A-stigi fyri at koma inn. Hetta kemur at broyta støðuna hjá danskt-fakinum í fólkaskúlanum og tí má avleiðingin sjálvsagt verða, at námsætlanir, uppgávur og próvtøkur í donskum broytast samsvarandi.


Sum skilst hava lærarar luttikið í arbeiðinum at orða ætlanir fyri ymsu lærugreinirnar, harímillum danskt.  Frá lærarum frættist, at tá lidnu námsætlanirnar komu aftur úr Mentamálaráðnum vórðu teir ørkymlaðir tí tey ikki kendu seg aftur í lidna arbeiðinum.
Tá talan er um skrivligu próvtøkuna hjá 9. flokki, so letur til, at enn fleiri broytingar nýliga eru framdar í námsætlanini. Í námsætlanini stendur nú: at skrivliga próvtøkan í donskum fevnir um tveir tættir: máluppgávu, sum fevnir um málførleika, staviførleika og lesifatan, umframt framseting. Skrivliga próvtøkan í málførleika, staviførleika og lesifatan varir 90 minuttir meðan hon áðrenn vardi ein tíma. Hetta er sama áseting, ið danskir fólkaskúlanæmingar hava í donskum, teirra móðurmáli. Fyri danskt-lærarum sær tað út sum at støðið í donskum verður væl hægri enn í føroyskum og spurningurin er tí um tað er tilætlað ella ein feilur.


Í føroyska fólkaskúlanum hevur lærugreinin føroyskt yvir dupult so nógvar tímar fyrstu níggju árini sum lærugreinin danskt. Tá næmingarnir fara til fráfaringarpróvtøku, má hædd sjálvsagt takast fyri hesum muni. Skulu próvtøkurnar endurspegla undirvísingina, so eigur stórur munur at vera millum próvtøkuna í donskum og í føroyskum. Men heldur enn at linka, so eru krøvini til próvtøkuna í donskum nú herd, bæði í longd og í innihaldi og spurningurin er um próvtøkukrøvini ikki eru júst tey somu, sum danskir fólkaskúlanæmingar hava í donskum, sínum móðurmáli.


Gunvør Balle

3. februar 2014



SVAR
Til 1: Í donskum eins og í øllum øðrum námsætlanum, har lærugreinir fata bæði um fólka- og miðnámsskúla, hevur ein arbeiðsbólkur mannaður við lærarum í fólka- og miðnámsskúlum gjørt uppskot til námsætlanina. Uppskotið var rættiliga umfatandi og stílaði høgt. Mentamálaráðið hevur tí gjørt nakrar tillagingar, tí sjálvt um danskt sambært heimastýrislógini skal lærast væl og virðiliga, so er danskt ikki okkara høvuðsmál og hevur ikki somu støðu viðvíkjandi undirvísingartímatali, sum amboð í øðrum lærugreinum og sum málmiðil í undirvísingartilfari. Uppskotið frá arbeiðsbólkinum umrøddi í lítlan mun eftirmeting og próvtøku, og tí er hesin parturin munandi broyttur í mun til upprunauppskotið.
Mett verður ikki, at lidnu námsætlanirnar eru so nógv broyttar, at lærararnir ikki kenna seg aftur í teimum. Rætt er, at neyðugar tillagingar og dagføringar eru gjørdar, síðan tey fyrstu uppskotini til námsætlanir vóru gjørd á vári og sumri 2009, men hetta er í mestan mun eftir ynski frá faklærarum og skúlaleiðslum.
Til 2: Undirvísingartímatalið í føroyskum frá 1. – 9. flokk er 64 tímar um vikuna tilsamans øll árini. Tímarnir eru býttir soleiðis á árgangirnar:
·   1. og 2. flokkur: 11 tímar um vikuna
·   3. flokkur: 9 tímar um vikuna
·   4., 5. og 6. flokkur: 6 tímar um vikuna
·   8. og 9. flokkur: 5 tímar um vikuna
Í 1., 2. og 3. flokki kunnu skúlarnir brúka ein av tímunum í føroyskum um vikuna til trivnaðarátøk í flokkinum.
Til 3: Danskt byrjar í triðja flokki, og er undirvísingartímatalið frá 3. – 9. flokk 27 tímar um vikuna tilsamans øll árini. Tímarnir eru býttir soleiðis á árgangirnar:
· 3. flokkur: 3 tímar um vikuna
· 5. – 9. flokkur: 4 tímar um vikuna
Til 4: Krøvini til próvtøkurnar eru samsvarandi fakligu førleikamálunum í námsætlanini í føroyskum. Skrivliga próvtøkan í føroyskum fevnir um málførleika, staviførleika og lesiførleika, sum varir 90 minuttir, og um framseting, sum varir 3,5 tímar.
Til 5: Krøvini til próvtøkurnar fylgja fakligu málunum í námsætlanini í donskum. Skrivliga próvtøkan í donskum fevnir um málførleika, staviførleika og lesiførleika, sum varir 90 minuttir, og um framseting, sum varir 3,5 tímar.
Til 6: Allar uppgávur til próvtøkur fólkaskúlans verða gjørdar í Føroyum, eisini uppgávurnar í donskum.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar