torsdag den 8. august 2013

Um at privatisera yvirskotið og nationalisera undirskotið



Nú tingfólk kappbjóða um at vera fyrst og best í tunnilsloysnum, spyrja mong - av røttum - um ikki alt tunnilstos er ørvitistos í løtuni. Eiga vit ikki at binda frið um tunnlar eina stund, og er løtan ikki komin, har vit gera íløgur sum hava verið afturúrsigldar í áravís og sum samfelagnum tørvar so stórliga. T.d. íløgur í hægri útbúgvingar og í bústaðir, í skúlar, mentan og søvn. Og at lætta um hjá teimum, ið stríðast við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Ella í tey 37 átøkini í Heildarætlanini um Fólkavøkstur. Snøgt sagt, at vit gera íløgur í fólkið og í tað, sum ger okkum klókari, glaðari og meir mentaði. Tað sum gevur gerandisdegnum innihald og meining og sum øll vita er ein fyritreyt fyri at fólk støðist í landinum.

Eg skilji ómetaliga væl allar tær kritisku røddir, ið halda at Løgtingið er farið í kollektivt tunnils-sjálvsving og sakna, at onkur fólkavaldur torir at siga siga sína hjartans meining ímóti fleiri tunnilsútbyggingum.

Ongin ivi er í mínari verð um at vit áttu at raðfest annaleiðis, men nú liggja fleiri uppskot um tunnlar á borðinum og neyðugt er at taka støðu. Eg eri eisini sannførd um aðalmálið, at neyðugt er áhaldandi at gera samferðsluútbyggingar fyri at skapa menning og vøkstur kring alt landið. Sum landspolitikarar hava vit skyldu til at brúka víðvinkulin tá vit hyggja eftir landinum, og tá er ikki torført at fáa eyga á hvat øki veruliga tørvar ein tunnil fyri yvirhøvur at yvirliva. Fólkatalið í Sandoynni er minkað við nærum 600 seinastu 25 árini og nú bert góð 1200 fólk búgva í oynni gongur tað skjótt skeiva vegin. Vit kunnu heilt einfalt ikki lata standa til, og tí er ongin ivi um, at Sandoyartunnilin er tann samferðsluíløgan, sum Løgtingið eigur at raðfesta framum um allar aðrar. Tó vita vit, at ein Sandoyartunnil aldrin fer at bera seg, og tí hevur hann eisini havt so tungan burð, tí landskassin kemur so ella so at átaka sær stórar lánibyrðar fyri at byggja tunnilin umframt rakstrarútreiðslur í framtíðini.

Bjørt Samuelsen og Axel V Johannesen hava lagt eitt vala uppskot fyri Løgtingið, har Eysturoyar- og Sandoyar tunnlarnir verða tengdir saman, tí hetta gevur bestu samfelagsligu nyttuna og er bíligasta loysn fyri landið. Í uppskotinum er stórt arbeiði lagt í at argumentera sakliga og at leggja fram tøl, ið eru grundaðar á neyvar og dagførdar  útrokningar frá Landsverki. Landsverk mælir greitt til eina almenna loysn, tí hon er nógv bíligari og ikki tengd við tí stóra váðanum sum landsstýrismaðurin vil gera tað til.Tann stóri munurin er, at privata felagið skal hava eitt avkast á 9,8%, og at rentan hjá almenna felagnum er 3%. Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm hava gjørt eitt líknandi uppskot, sum tó ikki er lagt fyri Løgtingið enn.

Nú uppskotið hjá Kára P Højgaard um at lata privat útlendskt felag byggja, reka og eiga Eysturoyartunnilin, er til viðgerðar, kunnu vit spyrja:

- Hví skulu vit privatisera tað sum gevur yvirskot og nationalisera tað sum gevur undirskot?

- Hvussu kunnu vit taka eitt vitalt strekki úr øllum vegakervinum, sum helst er tað einasta ið kann skapa stórar inntøkur, og geva útlendskum íløgufelag ognarskap og framtíðar profitt av hesum strekki? Heldur enn at vit sjálvi kunnu fáa vinningin, td við lægri prísum og við at tengja Eysturoyar- og Sandoyartunnilin saman. Og harvið skapa størri samfelags gagn fyri vinnulív og privat?  Sambært útrokningunum hjá Landsverki,sparir vinnulívið uml. 15 mió kr. í nýtslugjaldi um árið við einum almennum tunnilsfelagi heldur enn einum privatum.

- Hava vit ikki higartil verið samd um at samferðslan er ein almenn og solidarisk skipan?

- Hvussu kunnu vit rationelt forklára og forsvara, at vit skulu seta allar fólkaræðisligar grundreglur til viks, og við bindi fyri eyguni skulu velja at taka av eini loyniligari privatari loysn? Har tað eru hópin av óvissum og har vit ikki vita hvørji forpliktilsi vit binda okkara eftirkomarar til? Og hartil eina nógv dýrari privatari loysn, enn tí almennu.

- Hví skal CIP hava heili 5 ár til bara at koma við einum forprojektið? Ikki fyrr enn í 2021 vita vit, um tey yvirhøvur fara í gongd! Man tað vera tí tey skulu viga og kanna allar aðrar áhugaverdar samferðsluíløgur í heiminum, og um onkur onnur íløga vísir seg at vera lukrativari, so blaka teir allar ætlanir viðv. Eysturoyartunlinum frá sær? Og so sita vit her - við ongum? Hvussu kann man vilja skriva undir uppá slíkt?

Privata avtalan sum landsstýrismaðurin ætlar at gera við CIP og øll tann loyniliga og klossuta tilgongdin líkist mest av øllum einari farcu.

Her er upp í leypar av argumentum fyri eini almennari loysn og tí átti tað slettikki at verið nakað ivamál um hvat er tað rætta at gera. Men eftir 12 tíma langa orðaskiftið í Løgtinginum týsdagin bendi nógv á, at ørvitisprojektið við Kára P Højgaard og løgmanni sum fremstu sølumonnum, fer at sigra. Tað er syndarligt at vera vitni til, at tílíkar beinleiðis samfelagsskaðiligar avgerðir verða tiknar og at ongi av øllum teimum skilagóðu argumentunum rína við.

Sjálvandi skulu vit lata føroyskt vinnulív standa fyri byggingini: Vit styrkja førleikar og vitan í landinum og tað eru vit sum sjálvi skulu stýra og ráða fyri hesi verkætlanini, tí tað hava vit prógvað at vit saktans megna.

Heilt yvirskipað eiga vit at halda fast í hesum prinsippum:

1. Samferðsla er og skal vera ein almenn uppgáva. Vit eiga at hava eitt alment tunnilsfelag, eitt PF Føroyatunnlar, ið umfatar Norðoya- og Vágatunnilin og komandi undirsjóvartunnlar. Hesin leistur hevur riggað væl, vitan og førleiki er í Føroyum - hví ikki halda fram við somu skipan, sum virkar? Helst er tað rætt, eisini at taka bergholstunnlar við í slíkt felag, so øll ið koyra gjøgnum tunnlar okkara gjalda samhaldsfast fyri at reka okkara dýra samferðslukervið.

2. So eigur at vera farið undir at byggja Eysturoyartunnilin fyrst - sum uppskotið hjá Bjørt Samuelsen og Axel V.Johannesen leggur upp til - og beinavegin aftaná fara undir Sandoyartunnilin. Tí annars kemur als ongin Sandoyartunnil, tað er ongin ivi um tað. Og Sandoyartunnilin er tann farleið vit hava størst samfelagsskyldu at byggja, tí tað er spurningur um lív ella deyða fyri Sandoynna.

3. Tað eru tvær orsøkir til at vit byggja tunnlar: Onnur er at tað er skjótari og bíligari fyri hvønn einstakan at koma aftur og fram. Og hin orsøkin er, at eitt vælútbygt samferðslukervið eigur at fáa okkum at reka samfelagið rationellari og skynsamari. Tað hevur tíverri ikki verið nógv at sæð til at samfelagið er blivið bíligari at reka hóast Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eru komnir. Vit hava enn trý sjúkrahús, fleiri skúlar av sama slag, ið verða útbygdir leyst av hvørjum øðrum, stór og dýr havnaanlegg í størru kommununum osfr. Tað eigur at vera ein treyt, at vit samstundis sum vit játta at fara undir fleiri tunnlar, eisini binda okkum til at umskipa og reka samfelagið bíligari eftir at tunnlarnir eru komnir.

Tíðin er langt síðan er komin til at vit gera munagóðar íløgur í fólkið og hesum fari eg framhaldandi at leggja alla mína orku í. Viðvíkjandi aktuellu uppskotunum vóni eg inniliga at skilið fer at sigra og okkurt av uppskotunum um eina almenna tunnilsoysn fer at fáa meiriluta í Løgtinginum. Sjálv taki eg undir við at vit fara undir at byggja Eysturoyar-Sandoyartunnil sum samantengd, almenn verkætlan. Um ikki hetta verður leisturin, kann eg ikki atkvøða ikki fyri einum Eysturoyartunnli.



Gunvør Balle

tingkvinna

mandag den 17. juni 2013

17.juni røða fyri íslendinga felagnum Frón



Kæru íslendingar, góðu gestir - til hamingju með 17 juni - þjóðhátíðardagurinn - har tit minnast stóru tjóðarhetjuna Jón Sigurðsson og valdu føðingardag hansara til dagin, tá Ísland varð skipað sum lýðveldi í 1944.

Eg eri veruliga errin av, at sleppa at taka lut og siga nøkur orð hendan hátíðardag. Man kann ikki annað enn hava ómetaliga stóra virðing fyri tí avgerð sum íslendingar tóku hendan dag í 1944. Tá alt Evropa lá í skeljasori móti endanum av seinna heimsbardaga og máttloysi og vónloysi hevði fastartøkur í øllum Vesturheiminum, tordu íslendingar at traðka út í heimin, stovna lýðræði og krevja sín sjálvsagda rætt sum ein fullgildugur limur av heimssamfelagnum.

Og tað er mín inniliga vón og ynski, at vit í Føroyum skjótt eisini fara at hava okkara egna tjóðardag, har vit hátíðarhalda stovnanini av tí føroyska statinum. Tí ongin ivi er um, at vit vera ikki einsamøll tá vit taka okkara lop. Vit vita, at vit hava ein sannan vin og stuðul í Íslandi.

Tí ongastaðni í heiminum verða føroyingar so ofta møttir við spurninginum um nær vit fáa sjálvstýri, sum í Íslandi. Við ektaðum áhuga spyrja tey okkum: Hvussu langt eru tit komin á sjálvstýrisleið? - Og tá mugu vit standa tisvars, beint nú og her. Alla aðra staðni vit koma - í Danmark, Englandi, í Evropa, verður spurningurin oftast settur við einum skeivum, heldur argandi, hjálanda-smíli, sum fær okkum at tódna og kenna okkum lítil og býttislig at ganga við slíkum veruleikafjarum dreymum.

Og tí dáma flestu føroyingum so væl at koma Íslands og tí koma vit heimaftur við eini serligari, góðari kenslu. Bæði yvir at síggja tað kraft og tann framtaksvilja, ið býr í fólkinum, men eisini tí at vit hava fingið eina innspræning av sjálvsáliti. Tí íslendingar eru einasta fólk í heiminum, sum føroyingurin veruliga kennir seg vera javnsettan við. Vit merkja, at teir hava áhuga fyri hvussu tað gongst okkum, teir vilja okkum væl og royna at stappa stálið í okkum - geva okkum áræðið - til at flyta okkum víðari á sjálvbjargnisleið. Og stødd í Íslandi síggja vit jú livandi prógv fyri at tað ber til at vera sjálvstøðugt land sjálvt um tjóðin er fáment. Vit síggja eitt framkomið vælferðarsamfelag, sum tekur lut í altjóða samstarvi eins og onnur lond og ger seg galdandi í øllum viðurskiftum. Tá tað ber til í Íslandi so eigur tað eisini at bera til hjá okkum. Er tað so stórur munur á at vera 300.000 og 50.000? - Tað fái eg meg ikki at trúgva.

Tó - hvat er frælsi, vil onkur siga? Eru íslendingar frælsir, nú samfelagið liggur bakbundið í IMF-leinkjum, men sum tit nú spakuliga eru við at loysa tykkum úr. Skrællið í 2008 og kreppan síðan hevur verið vatn á mylluna hjá føroysku afturhaldskreftunum. Hygg hvar føroyingar kunnu enda um vit eru so býtt at taka sjálvstýri.

Og ja, soleiðis kann tað eisini gangast okkum, tá vit eru vorðin sjálvstøðug. “There are no guarantees” - Eins og nú fara skeivar agverðir at verða tiknar og kreppum sleppa vit neyvan undan, líka lítið sum onnur lond - sjálvstøðug ella ikki. Men tá hava vit tann framíhjárætt at kunna siga, at vit hava sjálvi fulla og heila ábyrgd fyri egnari menning, tá hava vit rætt til at taka feil. Men við frælsinum fylgir ábyrgdin og so við og við, verða vit búnari og skilabetri til at stýra.

----------
Gott fundarfólk - góði íslendingar í útlegd í Føroyum og føroyingar.

Hannes Pétursson sigur í yrking frá 1965,  “Hvergi er íslendingur minni útlendingur en í Færeyjum og engum Ìslendingi getur missýnst að í Færeyjum gistir hann hjá vinaþjóð.” -

Hesi orð vóni eg, at tit sum íslendingar búsitandi í Føroyum kunnu taka undir við, og eg kann vissa um, at tey eru galdandi fyri hvussu føroyingar, ið búgva ella vitja Ísland,  kenna seg.

Tá Eiður Guðnason, fyrsti sendiharri íslendinga í Føroyum, byrjaði starv sítt, skrivaðu føroyskir fjølmiðlar at fyrsti diplomaturin í Føroyum var ikki útlendingur, hann var íslendingur.

Føroyingar og íslendingar hava ómetaliga nógvar træðrir, ið binda okkum saman sum fólk. Træðrir sum gera, at vit av fullum hjarta kunnu kalla okkum vina- og brøðratjóðir.

Hetta gongur aftur heilt frá slupptíðini, tá føroyingar fóru “til lands” -  seliga á Eysturlandinum - at fiska, og kendu hvønn fjørð og hvørja lítla fiskibygd eins væl og sítt egna. Íslendingum dámdu hetta lítið fyrstu tíðina og nógvar klagur vóru sendar Altinginum og til Ríkisdagin um føroyingar. Soleiðis sum okkara søga frá hesi tíð er fortald, vóru tað føroyingar, ið lærdu íslendingar at rógva út, fiska við línu og draga stórar nøgdir av fiski av grunnunum. Men eg hugsi íslendingar tóku skjótt við læru og yvirhálaðu okkum, tí har var slupptíðin skjótt yvirstaðin og føroyingar vóru teir, ið keyptu tær gomlu sluppirnar úr Íslandi.

Og í sjálvstýris stríðinum hava føroyingar fingið nógvan íblástur og stuðul frá íslendingum, serliga tá tað snúði seg um at styrkja okkara egna mál, mentan og samleika sum heild. Samstarvið millum V.U Hammersheimb og Jón Sigurðsson var jú avgerandi fyri at vit hava fingið tað skriftmálið vit hava í dag.

Tað var fyri meg og fjølskylduna ein framíhjárættur at búleikast í Íslandi árini 2007 til 2010. Starvið gav mær høvið at læra land og fólk at kenna og eg slapp at síggja og uppliva nógvar ymsar tættir í samfelagnum. Tað var serstakt og stundum óveruligt at vera vitni til tær ovurstóru broytingar, ið fóru fram júst hesi árini. Fyrst, at uppliva hvussu alt kókaði tá vit komu í  2007 og hvussu sárt og eyðmýkjandi tað var tá komið var niður í tann djúpasta aldudalin seint í 2008 og 2009. Og síðan at fylgja við í endurreisingini, hvussu fólkið livdi ígjøgnum hetta, vreiðin, sjálvrannsakanin og leitanin eftir teimum gomlu, ektaðu virðunum og royndin at finna seg sjálvan aftur sum vanligan íslending. Vit vóru vitni til alt kenslu-registari - frá eufori, gleði og marglæti til sjokk, vreiði, tunglyndi og so aftur til eina javnvág við einum meira gerandis huglað, har fólk byrjaðu at leggja alt hetta afturum seg og hugdu frameftir við góðum treysti.

Hesi árini vóru hugtakandi , lærurík og inspirerandi fyri okkum øll - vit knýttu nógv vinarbond og vóru øll serstakliga rørd av teimum hørðu umstøðunum, sum nógvar familjur endaðu í. Samstundis var tað lívsjáttandi at síggja styrkina í fólkinum, tað ókúgandi og positiva lyndi, sum eyðkennir íslendingin og sum altíð fer at bjarga honum.

Eg fari at enda við enn einaferð at ynskja íslendingum tillukku við degnum og fari at takka felagnum Frón fyri at skipa fyri hesum frálíka tiltaki og  ynskja félag íslendinga og íslandsvina í Færeyjum bestu eydnu í tykkara virksemi í framtíðini.

Takk fyri.

søndag den 9. juni 2013

svar uppá spurning um keyp og sølu av ogn

Kári P. Höjgaard
landsstýrismaður





Svar

upp á

fyrispurning nr. 53/2012 eftir § 52a í tingskipanini frá Gunnvør Balle, løgtingskvinnu, um manglandi brúkaravernd viðvíkjandi keypi og sølu av ogn


Fyrispurningurin er soljóðandi:

1.     Eru skipanirnar við støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging viðvíkjandi keypi og sølu av fastogn settar í verk?
2.     Um ikki, hví eru hesar ikki settar í verk?
3.     Nær kann væntast, at hesar skipanir verða settar í verk?
4.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja húsakeyparum ímóti at koma í fíggjarligt óføri av at hava keypt sethús við goymdum feilum?



Spurningur nr. 1: Eru skipanirnar við støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging viðvíkjandi keypi og sølu av fastogn settar í verk?

Svar:
Nei, tær eru tíanverri ikki settar í verk enn. Sum løgtingskvinnan vísir á, so er grundarlagið undir at kunna keypa sær eina ognarskiftistrygging, at ein støðufrágreiðing fyriliggur. Tað er Landsverk, ið umsitur skipanina við húsaskoðan, og  teir skulu m.a. útvega oyðubløð til støðufrágreiðing. Oyðubløðini til støðufrágreiðingar, sum eru 3 ymisk í tali, har seljarin skal útfylla 1 og tann byggikøni 2, eru rættiliga umfatandi, og hava tikið longri tíð enn væntað at fingið til vega. Men hesi komu nú til vega her síðst í mai og eru send víðari til Vinnumálaráðið, sum tekur sær av tryggingarfeløgum, so vónandi gongur ikki rúm tíð, áðrenn trygginarparturin eisini er komin upp á pláss, so at skipanin kemur at virka.

Spurningur nr. 2: Um ikki, hví eru hesar ikki settar í verk?

Svar:
Arbeiðið við at fáa oyðubløðini til støðufrágreiðingar til vega vísti seg at verða drúgvari enn væntað, og tískil hevur ikki verið møguligt at fingið tryggingarpartin upp á pláss, tí tryggjast skal við støði í støðufrágreiðingunum. Men oyðubløðini eru nú fingin til vega, og send víðari til Vinnumálaráðið, ið umsitur tryggingarpartin. Innlendismálaráðið og Vinnumálaráðið fara á fundi tann 19. juni at umrøða bæði støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging.

Spurningur nr. 3: Nær kann væntast, at hesar skipanir verða settar í verk?

Svar:
Nú er grundarlagið undir, at tryggingarparturin kann gerst, fingin til vega, so eg vænti, at nú skuldi tað gingið skjótt at fingið hendan partin upp á pláss. Hetta haldi eg m.a. tí, at somu tryggingar longu finnast í t.d. Danmark, so slíkar tryggingar eru helst ikki ókent økið fyri tey føroysku tryggingarfeløgini. Men, sum áður víst á, er tryggingarparturin málsøki hjá Vinnumálaráðnum.

Spurningur nr. 4: Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja húsakeyparum ímóti at koma í fíggjarligt óføri av at hava keypt sethús við goymdum feilum?

Svar:
Áðrenn støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging fyriliggur, fær húsakeyparin ikki nýtt hesa skipanina at verja seg við. Tó er at siga, at hann longu nú er vardur við eini 20 ára fyrningarfreist, eftir Norske Lov 5-13-2, ið eisini fevnir um goymdar feilir. Tann skipanin er tó tyngri at fáast við, tí tá noyðist keyparin í rættin, um hann skal gera krøv galdandi, og hetta varð eisini orsøkin til, at Løgtingið samtykti at gera skipanina við brúkaravernd viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn.




Tinganes, 6. juni 2013

Kári P. Höjgaard
landsstýrismaður


torsdag den 30. maj 2013

manglandi brúkaravernd viðv. keyp og sølu av ogn

Gunvør Balle
løgtingskvinna
Nr. 53/2013


Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um manglandi brúkaravernd viðvíkjandi keypi og sølu av ogn, settur Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum (at svara skrivliga eftir § 52a)


1.     Eru skipanirnar við støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging viðvíkjandi keypi og sølu av fastogn settar í verk?
2.     Um ikki, hví eru hesar ikki settar í verk?
3.     Nær kann væntast, at hesar skipanir verða settar í verk?
4.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja húsakeyparum ímóti at koma í fíggjarligt óføri av at hava keypt sethús við goymdum feilum?


Viðmerkingar:
Í 2011 varð løgtingslóg nr. 12/2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.l samtykt. Henda lóg var harðliga tiltrongd, men hóast skjótt tvey ár eru liðin, síðan lógin kom í gildi, eru enn týðandi viðurskifti, sum ikki eru sett í verk. Her er talan um kapittul 1, greinirnar 4 og 5 í lógini, sum snúgva seg um støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging. Hesi eru avgerandi viðurskiftir fyri at tryggja keyparan ímóti at koma í fíggjarligt óføri av at keypa hús.

Hóast tað stendur í grein 4 í lógini, at ein støðulýsing kann fyriliggja sum grundarlag undir einum húsakeypi, er veruleikin, at eingin slík finst enn. Sum skilst, noktar byggi- og ráðgevaravinnan at vera við til at gera eina støðumeting, tí sambært lógarásetingini verður teirra váði alt ov høgur, ábyrgdartryggingin verður sera høg, umframt at tann byggikøni kann koma at hefta persónliga. Føroyski marknaðurin verður sagdur at vera ov lítil til at fáa skipanina við støðufrágreiðing av virka.

Viðvíkjandi. ognarskiftistryggingini (grein 5) er hendan heldur ikki í gildi enn, tí grundarlagið undir henni er, at ein støðufrágreiðing fyriliggur. Sjálvt tá, og um støðufrágreiðingin er komin at rigga, og ein slík fyriliggur, ivast tryggingarfeløgini í, um keypari og seljari fara at tekna hesa trygging, tí  tryggingarkostnaðurin fer at vera rættiliga høgur.

Tí hevur tað týdning at fáa at vita frá landsstýrismanninum, hvat verður gjørt fyri at fáa skipanina við støðufrágreiðing og ognarskiftistrygging setta í verk. Tí eyðsæð eru hesir tættir sera týðandi at hava uppá pláss fyri at keyparin kann hava eina verju ímóti at koma í fíggjarligar trupulleikar av húsakeypi.

Dømini eru mong um fólk, ið keypa hús, sum vísa seg at hava goymdar feilir, t.d. er soppur ofta trupulleikin. Hesir húsakeyparar koma flest øll í stórar trupulleikar. Tey standa á gøtuni, um tey ikki kunnu hýsast hjá familju ella vinum. Tey hava útlit til sakarmál, ið kann taka fleiri ár, og skulu liva við óvissuni, um tey vinna sakarmálið, ella um tey fáa nakrar pengar aftur. Fíggarligu útlitini eru sera ótrygg hjá hesum fólkum, og sum borgarar enda tey í ongamannalandi, tí hóast lógarverkið skal eitast at vera har, so virkar lógin ikki á týðandi økjum.

Politiskt verður nógv tosað um, at vit mugu fáa útbúgvin fólk til landið og hægri burðartal. Hetta hongur ikki saman við, at tað mangla nøktandi viðurskifti undir tí allarmest grundleggjandi undir familjuni - nevniliga heiminum.


Á Løgtingi, 30. mai 2013



Gunvør Balle

mandag den 13. maj 2013

Kronikk 2 – Stóru fyritøkurnar og førdi vinnupolitikkurin




At Føroyar eru eitt lítið samfelag ger, at vit nátúrliga hava nakrar fáar ovurstórar fyritøkur, sum í veruleikanum fáa eina monopol-líknandi støðu. Tí eiga vit at vera eyka nógv á varðhaldi og sum samfelag tora og duga at seta greið krøv til hesar fyritøkurnar.

Hetta er seinna kronikk um stóru føroysku fyritøkurnar og vinnupolitikk. Hon viðger høvuðsvinnuna eins og ta vinnupolitisku kós, ið hevur verið galdandi seinastu árini.

Høvuðsvinnan á fáum hondum
Um vit hyggja at vinnubygnaðinum frá einum yvirskipaðum samfelagsgagnligum sjónarmiði, er stóri spurningurin, um tað er skilagott, at færri og færri fyritøkur hava ráðarætt á øllum okkara fiskatilfeingi? Tað verið seg innan aling, í uppisjóvar fiskiskapi og í heimaflotanum?

Í fiski- og alivinnuni hevur man politiskt slóðað fyri, at monopol-líknandi støða er galdandi heldur enn at roynt at fingið sunna kapping at virka. Í fyrru kronikk, har ljóskastarin var settur á tryggingar og bankatænastur, var tað brúkarin, ið er taparin av at monopol-líknandi støða er galdandi á marknaðinum. Her snýr tað seg um útflutnings-vinnur, og tí er tað restin av vinnulívinum, og í longdini alt samfelagið, ið líður undir einsháttaða eigara-strukturinum.

Talan er um tvíeggjað svørð. Øðrumegin er tað fyri eitthvørt samfelag týðandi at hava
kapitalsterkar fyritøkur. Hinvegin vilja fyritøkur í monopollíknandi-støðum altíð uppføra seg ineffektivt og nýggir aktørar sleppa ikki inn. Tað merkir, at samfelagið fær ov lítið av nýskapan, vit leggja øll eggini í eina kurv og taka harvið ov stóran váða sum samfelag.

Í alivinnuni, í uppisjóvar vinnuni og í størri og størri mun eisini í heimaflotanum, hava vit fáar vinnuligar aktørar, og harvið lítla og onga kapping um rávøruna.

Tað ger, at undirveitarar, sum veita vørur og tænastur til tey, ið sita á rávøruni, verða trongdir, og mugu bara makka rætt. Um tey eru ónøgd hava tey onki val, tí tey kunnu ikki flyta til annan kunda. Og tað ger eisini, at vit fáa ikki tað nýskapan og innovasjón, sum vit áttu at sæð, um fleiri høvdu sloppið framat. Og tað er lívshættisligt fyri eitt samfelag - tí vit skulu liva av vinnuligari nýskapan.

Vit hava eina ørgrynnu av dugnaligum vinnulívsfólki, við hugskotum og áræði til at fara undir alt møguligt virksemi tengt at høvuðsvinnum okkara. Fyri at fáa fólk at støðast og flyta aftur, mugu vit hava arbeiðspláss. Spennandi, avbjóðandi arbeiðspláss, har fólk við alskins førleikum, á ymsan hátt kunnu sleppa til verka. Politiskt hevur man gjørt av, at fáir eigarar skulu sita á fiski- og alirættindunum og tað ger, at høvuðsvinnur okkara eru so at siga hermetiskt afturlatnar fyri nýggjum leikarum. Bæði tá tað snýr seg um at sleppa framat firðunum fyri at royna at ala annað enn laks (td síl, tara el.a.) og at sleppa inn í veiðuliðið í fiskivinnuni. Og av tí sama er hetta eisini galdandi tá tað snýr seg um at sleppa framat rávøruni. Tað er torført at sleppa framat at virka og víðarigóðska rávøruna á ein annan hátt, enn tað, sum tey, ið sita á loyvum og harvið á allari rávøruni, nú einaferð hava gjørt av skal virkast.

Jú meir høvuðsvinnan verður miðsavnað á fáum hondum, jú fleiri okkara standa hendur í favn á síðulinjuni sum áskoðarar. Vit sleppa ikki framat, hóast bæði viljin og evnini eru til staðar.

Manglandi kappingin ger, at vit eru prísgivin dugnaskapinum hjá teimum fáu aktørunum, sum vit hava latið atgongdina til alla rávøruna. Vit mugu bara seta okkara vón til, at teir eru innovativir, at teir spjaða váðan, so teir ikki fara á húsagang og taka meginpartin av undirveitarunum við sær. Vit mugu bara krossa fingrar fyri, at teir eru tilvitaðir um lívfrøðiliga burðardygd og sjúkufyribyrging, og sum heild disponera so skilagott og skapa so stórt avkast til samfelagið sum gjørligt.

Hetta er hvørki forsvarligt, nøktandi ella haldbart í longdini.

Vinnupolitikkurin eggjar til vinnulig monopol
Føroyska samfelagið hevur sostatt eina stóra avbjóðing í, at tað eru fáar, stórar fyritøkur, ið eru ráðandi á týðandi vinnuøkjum - í fiski- og alivinnuni og í fíggjarvinnuni. Eitt lítið samfelag vil altíð fáa eitt vinnulív, ið er merkt av mono- og duopolum. Bæði er eins ósunn og vandamikil og eiga tí at tálmast. Men vinnupolitiskt hevur kósin seinastu árini verið at skumpa undir monopol-líknandi støður, heldur enn royna at fyribyrgja teimum. Vilji er ikki til at styrkja Kappingareftirlitið og geva tí víðkaðar heimildir, so tað veruliga kann fremja sína uppgávu og tryggja at kapping er til staðar á teimum marknaðum, har monopol-líknandi støður eru. Td innan tele, orku og fígging. Endamálið við at styrkja Kappingareftirlitið munandi er eyðsýnt, nevniliga at geva føroyska brúkaranum so kappingarførar prísir sum gjørligt. Hetta er í síðsta enda við til, at vit sum samfelag standa okkum í kappingini um at draga fólk til landið.

Ì fiski- og alivinnuni hevur førdi politikkurin beinleiðis eggjað til tær monopol-líknandi støður, ið eru galdandi, heldur enn at roynt at fingið sunna kapping í høvuðsvinnunar. Vilji er ikki til at innføra marknaðarbúskap í fiskivinnuni, so fleiri høvdu fingið møguleika at sloppið framat. Alt tos um uppboðssølu av fiskirættindum verður kveistrað til viks við páhaldum um at tað er teoretiskt og ógjørligt at fáa at rigga í praksis. Hetta er bert ein hent umbering. Politiski meirilutin heldur tað vera heilt skeivt, at tað almenna selir fiskiloyvir á fríum marknaði, men í fínasta lagi, at vinnuligu aktørarnir handla við fiskiloyvum sínamillum á privata marknaðinum. Aftaná at teir hava fingið loyvini foreraði frá tí almenna. Er viljin til staðar, finna vit sjálvsagt eina loysn á teknikalitetunum, so vit stigvíst fáa eina uppboðssølu at rigga. Hetta skal gerast uttan at taka grundarlagið undan verandi reiðarum, tað snýr seg um gera okkum nakrar royndir við tí og so rætta til so hvørt. Politisk útluting av fiskiloyvum er ikki haldbar í longdini, tað er nú sólarklárt fyri einum stórum meiriluta av fólkinum. Tí er ein marknaðarstýrd fiskivinna einasta loysn á trupulleikunum vit hava í fiskivinnuni.

Samanumtikið, átti tað at verið øllum greitt, at vit reka ikki rættan vinnupolitikk, tá vit lata so stórt vald upp í hendurnar á fáum, stórum fyritøkum, sum tískil seta dagsskránna í samfelagnum. Borgarar, restin av vinnulívinum og politiska skipanin eru prísgivin dugnaskapinum hjá leiðslunum í hesum fyritøkum og gerast í alt størri mun statistar, ið hyggja at og vóna at alt gongur væl.

Soleingi tær stóru fyritøkurnar hava ta einaráðandi støðu tær hava á marknaðinum, hava tær framvegis sínar skyldur. Eg eftirlýsi ein hugburð og vilja frá teimum til, at taka nógv størri ábyrgd av samfelagsmenningini í síni heild. At tær av álvara byrja at arbeiða við hugtakinum CSR – corporate social responsibility.  Tvs. taka ábyrgd og vísa atlit fyri starvsfólkum og kundum, at tey luttaka í gransking og stuðla undir vinnumenning, so vit fáa størri vinnuliga nýskapan og harvið búskaparvøkstur.

Men størstu ábyrgd eigur politiska skipanin. Sum tað fyrsta eigur hon at byrja at liberalisera fiskivinnuna, so vit fáa økta kapping um atgongdina til rávøruna. Og hon eigur at tora at regulera og seta stóru fyritøkunum krøv. Og í triðja lagi eigur politiska skipanin at styrkja Kappingar- eftirlitið munandi og geva tí nógv víðari heimildir.

Fáa vit stóru fyritøkurnar til at vísa størri samfelagsábyrgd og politiska valdið til at hava dirvið til at gera tær neyðugu nýskipanirnar, kunnu vit fáa veruliga nýskapan og vinnumenning á øllum økjum og tá eru vit á rættari kós.

Gunvør Balle

søndag den 5. maj 2013

Stóru fyritøkurnar hava eisini samfelagsábyrgd


Kronikk 1 – Stóru fyritøkurnar og førdi vinnupolitikkurin

At Føroyar eru eitt lítið samfelag ger, at vit nátúrliga fáa nakrar fáar ovurstórar fyritøkur, sum í veruleikanum fáa eina monopol-líknandi støðu. Tí eiga vit at vera á eyka varðhaldi og sum samfelag tora og duga at seta greið krøv til hesar fyritøkurnar.

Hetta er fyrra kronikk av tveimum, ið snúgva seg um ta tyngd og ovurstóru ávirkan tær størstu fyritøkurnar í Føroyum hava á samfelagið. Í hesari grein verða fíggjar- og kt vinnurnar viðgjørdar saman við hugtøkunum shareholder value og stakeholder value.

Shareholder value contra stakeholder value
Vit hava nakrar fyritøkur í Føroyum sum, í mun til støddina av føroyska samfelagnum og búskapin, eru sera stórar og flestar kasta nógvan vinning av sær. Hesar síggjast serliga innan fiskivinnuna, alivinnuna og í fíggjarvinnuni. Tað er sjálvsagt positivt og neyðugt við sterkum fyritøkum, tí skjótt gongur hvønn vegin og okkurt skal vera at standa ímóti við. Hesar fyritøkur hava tó ein serliga týðandi leiklut í samfelagnum og stóra ávirkan á møguleikarnar hjá bæði húsarhaldum og restini av vinnulívinum at menna seg. 

Vit kunnu av røttum spyrja
- um stóru fyritøkurnar bara eru til fyri partaeigararnar?
- um tað er í lagi, at bankarnir flyta kt-tænastur sínar uttanlands?
- er tað í lagi, at føroyski bankakundin rindar nógv hægri rentu enn danski kundin í sama banka?
- er tað í lagi, at TF, hóast kvarta milliard í yvirskoti um ári, sigur fólki upp?

Spurningurin er, um tær stóru fyritøkurnar ikki hava aðra skyldu enn tað sum kalt og kensluleyst nevnist share-holders value? Tvs at skapa størst møguligt avkast til íleggjararnar. Er tað ov nógv at forvænta, at tær eisini vísa ábyrgd mótvegis kundum, starvsfólkum og samfelagnum sum heild? Hetta sum verður rópt sosial ábyrgd ella stakeholders value.

Stine Bosse var í fleiri ár ovasti stjóri í Tryg og er nú farin í starv á CBS. Hon segði í samrøðu við fjølmiðlar, at tað er ikki í lagi at fyritøkur, ið hava serliga stórt yvirskot, siga starvsfólki upp. Tað, at standa á odda fyri eini fyritøku, skal ikki bara snúgva seg um at skapa yvirskot og avkast til eigararnar. Sjálvt um tað er sera umráðandi at hava fokus á botnlinjuna, skulu vit tryggja okkum, at hesar fyritøkur eisini leggja nakað til tað samfelag, tær eru partur av. Soleiðis fullu hennara orð.

Henda útsøgn varð harðliga kritiserað, men í WA 22/3-13 tekur Per H. Hansen, professari á CBS táttin upp, og hugleiðir um boðskapin hjá Bosse. Hann heldir, at tað má vera í lagi at vísa á, at ein fyritøka hevur ein breiðari hóp av interessentum at standa til svars fyri, enn bara partaeigarunum. Hann spyr, um tað ikki eigur at bera til, at eitt tættari samstarv millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar kann geva fyritøkunum fleiri fyrimunir, enn bara einoygt at fokusera á útreiðslur og botnlinju.

Friedman og Chicago-skúlin hava hildið fast við “at einasta sosiala ábyrgd fyritøkur hava, er at vaksa um yvirskotið”. Per H. Hansen vísir á nýggjari økonomiskar teoriir, ið gera upp við Chigago-skúlan, tí shareholder-value tankin er eitt tíðaravmarkað, søguligt fenomen og ikki ein nátúr-lóg í búskaparfrøðini. Hansara niðurstøða er, at orðini frá Bosse skulu síggjast sum eitt tekin um eina mótrørslu, ið er við at taka seg upp, til shareholder-value tankasettið.

Fíggjarvinnan og samfelagsábyrgd
Herfyri var ljóskastarin settir á, at TF Holding segði starvsfólki upp samstundis sum úrslitið fyri 2012 væntast at verða methøgt. Helst betur enn tær 200 milliónirnar, sum samtakið hevur haft í avlopi árliga seinastu trý árini. Væntandi fer eginognin í ár uppum tvær milliardir krónur.

Í miðlunum svarar leiðslan upp í saman, “vit hava skyldu til at reka fyritøkuna so skynsamt sum tilber og tí er neyðugt at effektivisera”. Tá Dimma spyr, hvønn hetta skal vera til gagns fyri, svarar stjórin, at tað er til gagns fyri limirnar. Vell. Limirnir eru tú og eg og øll fólk í Føroyum. Spurningurin er, hví TF nýtist at hava so ovurstór fíggjarlig yvirskot. Vit, partaeigararnir, fáa sum kunnugt ikki vinningsbýti, men vit áttu langt síðan at havt fingið ágóða av lægri tryggingargjøldum. Við uppsøgnunum og harvið rationaliseringunum vísir leiðslan á, at nú fara vit at fáa ágóða av lækkandi tryggingarprísum.

Men er hetta ikki ov lætt sloppið?

Avgerðin hjá føroysku bankunum fyri nøkrum árum síðani at flyta kt-tænastur sínar uttanlands, er enn eitt dømi um at stóru aktørarnir á fíggjarmarknaðinum einoygt høvdu fokus á virði fyri partaeigararnar og ikki tóku neyðuga samfelagsábyrgd.

Bankaleiðslurnar eru støðugt í verjustøðu, og halda at politiska skipanin, kommunur og kundar døma tey ov hart og vísa ov lítið forstáilsi fyri teirra støðu. Tað hevði klætt bankunum, heldur at sýnt eitt vet av eyðmýkt og roynt at skilt, hví luftin er lødd við so stórari ónøgd um teirra framferðarhátt. Tey eiga at síggja ta heilt serliga dominerandi støðu tey eru í og hvussu stóra ávirkan teirra dispositiónir hava fyri hvørt húsarhald og fyri vinnufyritøkur í Føroyum.

Føroyski bankakundin rindar nógv hægri rentur enn danski kundin í sama banka og tí átti tað ikki at undra bankarnar, at fólk eru ónøgd og spyrja tann mest nærliggjandi spurningin: Er tað føroyski kundin, sum gjøgnum tænastugjøld og høga rentu rindar fyri útrásar ævintýrið? Og hvat hava vit fingið burturúr útrásini og at kt-skipanin varð útveitt? Hvussu hava hesar avgerðir gagna føroysku kundunum og samfelagnum?

Tað sum føroyska samfelagið merkir er: Rúgvuvís av tænastugjøldum, methøgar rentur, niðurlagdar deildir og nógvar uppsagnir seinastu árini, bæði á Elektron og í bankunum. Stórt tal av vælútbúnum kt fólki hava mist arbeiðið, summi teirra hava noyðst at flyta av landinum við allari familjuni. Kt-vinnan er ein framtíðarrættað, vitanartung vinna, sum eigur at vera eitt satsingsøki. Tað er slíkar vinnur, vit hava so harðliga brúk fyri at menna, bæði fyri at fáa fólk at støðast og tey útbúnu at flyta heim. Men tá størsti avtakarin av kt-tænastum, fíggjarvinnan, útveitir sítt kt-kervið, er grundarlagið burtur fyri at ein verulig kt vinna kann menna seg.

Útveitanin av kt-kervinum var ein óskiljandi og beinleiðis oyðileggjandi avgerð. Og bankarnir have enn ikki megnað at givið okkum eina góða frágreiðing uppá, hví tað var  skilagott. Eru tað bara bankarnir sum hava fingið okkurt burturúr? Altso shareholders value? Meðan stakeholders value - samfelagið - mátti rinda prísin? Og um tað er svarið, er tað so nøktandi?

Hesar fyritøkur vilja helst argumentera ímóti og siga, at víst vísa tær samfelagsábyrgd. Altjóða krøv til solvens eru økt og tær mugu tí reka fyritøkuna so skynsamt og kostnaðar-effektivt sum møguligt. Haraftrat seta tey ávísa upphædd av á hvørjum ári til alment gagnlig endamál. Øll vita vit jú, hvussu nógv tær stuðla ítróttinum og viðhvørt fær listin og mentanin enntá okkurt sløð.

Eiga vit bara at stilla okkum til sættis við tað svarið? Yppa øksl og góðtaka at soleiðis má tað bara vera?

----
Í seinnu kronikk verður fiski- og alivinnan viðgjørd saman við førda vinnupolitikkinum.

Gunvør Balle