tirsdag den 27. november 2012

Fyrispurningur um mammografi



Munnligur fyrispurningur
til
Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum
viðvíkjandi mammografiscreening



1. Ætlar landsstýrismaðurin at bjóða føroyskum kvinnum regluliga mammografiscreening fyri at staðfesta bróstkrabba nóg tíðliga?
2, Hvør er títtleiki og deyðiligheit av bróstkrabba í Føroyum í mun til hini Norðanlondini?


Viðmerkingar:

Í grannalondum okkara, eins og í flestu evropisku londum, bjóða heilsumyndugleikarnir kvinnum regluligar kanningar fyri bróstkrabba, sokallaða mammografiscreening. Hetta tilboð hava føroyskar kvinnur ikki.

Í ”Krabbameinsætlanini” sum Heilsumálaráðið gav út í 2009 stendur: Arbeiðsbólkurin mælir til, at landsumfatandi mammografiscreening verður sett í verk í Føroyum. Screeningin skal í fyrstu atløgu fevna um kvinnur í aldrinum 50-69 ár, men møguliga seinni víðkast til aðrar aldursbólkar.

Tað er týdningarmikið at vita, um Heilsumálaráðið fylgir hesum tilmæli og arbeiðir við ætlanum um at bjóða hesa tænastu fram.

Í Danmark verða allar kvinnur millum 50 og 69 ár bjóðaðar til kannningar annaðhvørt ár. Hóast nógv verður kjakast um fyrimunir og vansar við bróstscreening, hava flestu lond nær okkum, gjørt av at fyrimunirnir eru fleiri, og tískil verða allar kvinnur yvir ávísan aldur kallaðar inn til regluliga mammografiscreening. Danska Sundhedsstyrelsen ger nógv burturúr at senda kunningarskriv út til kvinnur, saman við innkallingini, har upplýst verður um fyrimunir og vansar við bróstscreening.

Tað er tó lítið at ivast í, at flestu kvinnur høvdu ynskt at havt tilboðið, tí tað liggur ein stórur tryggleiki í at hava møguleika til regluliga kanning. Júst eins og kvinnur í Føroyum nú regluliga verða kannaðar fyri lívmóðurhálskrabba, er tað nátúrligt at føroyskar kvinnur, eins og kvinnur í grannalondum okkara, eisini fáa møguleika fyri at kannast fyri bróstkrabba.

Áhugavert er eisini at vita, hvussu tølini fyri títtleika og deyðiligheit av bróstkrabba síggja út í Føroyum samanborið við hini Norðanlondini, har tey hava haft screening í nøkur ár. Og um serfrøðin metir at har er samanhangur millum tølini hjá okkum, ið ikki hava screening og hini, ið hava screening.



Á Løgtingi, 27. November 2012

Gunvør Balle,
Løgtingskvinna

mandag den 19. november 2012

Hin føroyski eftirskúlin: Ein grundarsteinur undir fólkavøkstri



Í summar vóru vit í Danmark og fylgdu miðlinginum á ítróttareftiskúla á Fjóni. Vænti mær ein nógv mentan 17 ára gamlan ungling aftur komandi summar, við fullari skjáttu av sjálvsáliti og minniligum upplivingum. Saman við kveikjandi lærarum og nýggjum vinum tekur hann eitt avgerandi stig frá barndóminum og inn í vaksna lívið hetta árið. Hann hevur fingið fult av andaligum og kropsligum avbjóðingum og í felagsskapi við onnur hevur hann lært at taka ábyrgd av sær sjálvum.  Fyri fyrstu ferð merkir hann titrandi kensluna av frælsi, og at standa á egnum beinum. Alt virði, ið fara at koma honum til góðar í framtíðini – í útbúgvingini og í familju- og arbeiðslívinum.

Eg gleðist um drongin og hinar yvir 130 ungu føroyingarnar, ið fáa somu góðu uppliving á donskum eftirskúlum hvørt ár. Men eg kann ikki annað enn stúra fyri, hvat hetta merkir fyri Føroyar og fyri komandi ættarlið, ið skulu bera førningin víðari. Tí allar hesar kenslur og upplivingar  – øll hendan menning – fer fram í einum fremmandum umhvørvi. Harvið eru stór sannlíkindi fyri, at unglingurin festir sínar røtur í útlendska jørð, og at hann sær sína framtíð at vera aðrastaðni enn her heima.

Fyri nøkrum árum síðan var elsta dótturin eitt ár á sama skúla, og eyguni glógva enn, tá hon minnist aftur á hetta eydnuríka ár. Og yngsta kelivættið tosar longu um, tá hon um 6 ár skal á eftirskúla í Danmark ”eins og øll hini”. Hon er tó heldur bivandi við tankan,  tí ólík av lyndi sum hon er frá hinum systkjunum, so trívist hon best í tí trygga og heimliga.

Men henni nýtist ikki at stúra, tí tá hon verður 16, hevur hon møguleika fyri at fara á eftirskúla í Suðuroy. Tá kann hennara dreymur eisini gerast veruleiki, og hon kann, eins og eldri systkini, fáa eitt spennandi og mennandi eftirskúlaár í Føroyum. Hon fær kensluna av at royna sítt flog, men tó ikki so ræðandi langt heimanifrá.

------

Í 2018 ferðist eg so við tí yngstu við Smyrli suður til Hin Føroyska Eftirskúlan. Tá hevur skúlin fýra ár á baki, og eftirspurningurin eftir at sleppa inn er vaksandi. Fyrstu árini hevði skúlin ein flokk við 25 næmingum, flestir úr Føroyum, men eisini eru fleiri børn hjá føroyskum útisetum, umframt  einstakir næmingar úr øðrum Norðurlondum. Orsaka av longum bíðirøðum, er ætlanin at  taka tveir flokkar inn í 2018. Skúlin hevur víst seg at vera sera lokkandi fyri útisetabørn, sum gjarna vilja styrkja sítt tilknýti til Føroya og longu sæst, at fleiri teirra velja eisini at taka miðnám og hægri lestur her. Harfrá er tankin um at gerast fastbúgvandi ikki fjarur.

Eftirskúlin hevur  fingið umdømi sum ein spennandi og øðrvísi møguleiki  í 10. flokki. Eitt sindur bygdasligur, men uppá tann kula og skeiva mátan. Innihaldið er støðugt ment og megnar at lokka tey ungu til oynna. Skúlin húsast í einum av tómu skúlunum og kostaði lítið at gera í hóskandi stand. Virksemið á skúlanum er tætt samskipað við tí hjá Miðnámsskúlanum, soleiðis at full nýtsla verður av hølum, lærarum og útgerð.  Einasta, sum er nýbygt, er eitt snøgt og nýmótans næmingaheim, ið virkar sum bústaður fyri næmingar og lærarar á Eftirskúlanum,  Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum.

Grundsúlur skúlans hvíla á somu tankar og hugsjónir sum Grundtvíg hevði um Fólkaháskúlan: Upplýsing, fólkaræði, siðsemi og at kjølfesta ungdómin í fosturlandinum. Hin føroyski Eftirskúlin leggur dent á søgu og samtíð, samstundis sum tey ungu fáa kunnleika og tokka til okkara móðurmál og skaldskap.

Innihaldið er býtt upp í valfak og breytir. Næmingarnir kunnu velja millum nøkur ástøðilig valfak, ma føroyskt, enskt, støddfrøði og samfelagsfak. Haraftrat er møguleiki fyri at velja ímillum tvær breytir: Eina listabreyt við myndlist, skriving, tón- og sjónleiki og eina natúrubreyt, sum umfatar tilfeingi og upplivingar. Íverksetan er felagsfak hjá báðum breytunum, tí  eitt av endamálum skúlans er at stimbra tey skapandi evnini og geva næmingunum sjálvsálit og hug til at brúka hesi evni. Skúlin setir høg krøv til næmingarnar og tey vera støðugt stimbrað til at flyta egin mørk.

Á natúru- og upplivingarbreytini eru næmingarnir sjálvsagt nógv úti. Til fjals, í fjøru og á sjónum. Tey læra sjómanskap ígjøgnum verkligar royndir umborð á skipi og báti, har tey hava lært at arbeiða við reiðskapi og duga at skyna á veðri. Hesir næmingar hava fingið eina grundleggjandi fatan av natúruni, og av hugtakinum burðardygd. Tey hava skilt samanhangin millum menniskju og náttúru, og hvussu hetta samspæl kann gerast við virðing.

Á listabreytini  sleppa næmingar, við skapandi áhuga og evnum, í djúpdina við hesum fakum. Lærararnir eru lærdir innan sítt fak, sum umfatar myndlist og undirvísing í skriving. Tónleikur og drama er eisini partur av breytini, og verkevni og sangleikir verða skipað í samstarvi við musikkskúlan og Saltsiluna, hvørs tónleikavirksemið nú er komið væl í gongd. Mangir av næmingunum tosa um, at tey hava fingið eitt slag av listarligari veking, og tey brenna fyri at arbeiða innan tað kreativa fakið.

Fakið íverksetan verður samantvinnað við lista- og náttúrubreytina, soleiðis at næmingurin fær íblástur og hug til kreativt ella vinnuligt virksemi. Okkurt hugskot til smáídnað er sprottið úr hesum umhvørvi og tey hava havt góðar royndir av, at næmingar samstarva við Kunningarstovurnar um at koma við hugskotum til nýggj ferðavinnutilboð. Tað er ein serlig uppliving bæði hjá teimum ungu og hjá ferðafólki, at næmingarnir eru við sum hjálpar-ferðaleiðarar á gongutúrum í fjøllunum og í fjørðinum á floti. Allastaðni leita ferðafólk eftir sonnum upplivingum, og hetta kunnu Føroyar bjóða í ríkiligt mát.

Lærarar við royndum sum íverksetarar kveikja áhugan hjá teimum ungu til at seta ting í gongd við støði í egnum evnum og okkara tilfeingi og natúru. Fyri at verða ein góður íverksetari mást tú hava okkurt uppá hjartað. Hesir næmingar finna eina meining og hava fingið fatan av møguleikunum í okkara mentan og natúru, samstundis sum íverksetaraandin mennist. Hetta samspæl vísir seg longu at hava verið ein góð íløga í framtíðar vinnumenning.

Eftirskúlin verður fíggjaður lutvíst við almennum og kommunalum stuðli og lutvíst við næmingagjaldið og privatum stuðli.

------

Eg siti við einari góðari kenslu á veg norðuraftur hetta sunnukvøld umborð á Smyrli. Dótturin, sum hevur valt tónleik og list, fór spent inn í hetta nýggja umhvørvið. Kenslan er ikki bara góð fyri hana, men eg gleðist yvir alt tað ýðandi lív og øll tey tekin um framburð, eg sá í Suðuroynni hendan dagin. Eg tori nú at trúgva uppá, at vit hava vent rákinum og hugburðinum til, at tað saktans er møguligt at fáa ungdómin at støðast og mennast í Føroyum.

Eg sá ein Skúladepil í Suðuroy – umfatandi Eftirskúla, Miðnámsskúla og Heilsuskúla – sum er í støðugari menning og sum skapar eitt blómandi ungdómsvirksemi kring alla oynna. Lærarar kappast um at fáa starv á Deplinum, og saman við sterka vinnulívinum í oynni hevur Suðuroyggin endurvunnið sítt pláss sum ein av kraftdeplunum í landinum.

Og kenslan er góð, tí eg gleðist um, at vit politikkarar í tingsetuni 2012/13 megnaðu at finna breiða semju um at seta á stovn Eftirskúlan í Suðuroy, soleiðis at hann var klárur at taka teir fyrstu næmingarnar inn í 2014. Og hetta var gjørt uttan at stórar íløgur vóru neyðugar, men tí politiski viljin var til staðar til at fáa eitt føroyskt eftirskúlatilboð, sum er ein av fortreytunum fyri at unga fólkið støðist í landinum.


Gunvør Balle
Tingkvinna, Tjóðveldi

torsdag den 1. november 2012

Fyrispurningur til Bjørn K um skerjing av Mentanargrunni og Námi


Munnligur fyrispurningur
til
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
viðvíkjandi skerjing av Mentanargrunninum, Námi og játtanini til Tónleik og Sang


1.     Hvøjrar mentanarpolitiskar hugsjónir liggja aftanfyri ógvusligu skerjingina av Mentanargrunninum?
2.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja skúlanæmingum dagført, føroyskt undirvísingartilfar, tá Nám verður skorið?

Viðmerkingar:

Ad 1: Mentanargrunnurin er arbeiðsgevari hjá teimum sum royna at virka sum yrkislistafólk. Vit eru so ómetaliga rík í hesum landinum, at her eru so nógv listarliga gávaði fólk, sum við sínum listaframsýningum, filmum, sjónleiki, konsertum og bókaútgávum megna at inspirera okkum og støðugt taka okkum á bóli.

Men við teimum ætlanum, ið liggja fyri framman, verður langt ímillum listarligu upplivingarnar í framtíðini. Tí ongin ivi er um, at tað er játtanini til Musikkskúlan, til Tónleik og Sang og til Mentanargrunnin, ið hava tryggjað okkum allar hesar listaupplivingar. Hesar kontur verða skornar inn á bein, og allarharðast skal Mentanargrunnurin skerjast. Hetta er ein játtan, sum frammanundan er so óendaliga lítil og verður togað sundur millum frítíðarítriv og yrkislist. Mentanargrunnurin fær 20% minnið at luta út til okkara frammanundan forarmaðu listafólk. Hetta er lutfalsliga tann allarstørsta skerjingin, sum nøkur konto er útsett fyri í allari fíggjarlógini.

Tí er tað sera áhugavert at fáa at vita, hvørjar mentanarpolitiskir hugsjónir liggja aftanfyri eina so greiða niðurraðfesting av tí arbeiði, ið Mentanargrunnurin stuðlar.

Ad 2: Nám er fremsti veitari til føroyska skúlaverkið, tá ið tað viðvíkur undirvísingartilfari.
Mentamálaráðharrin frøist uttan iva nú um ta nýggju avtaluna, ið júst er gjørd millum føroyskar og danskar myndugleikar, har lesandi við føroyskari miðnámsútbúgving nú lúka upptøkutreytirnar, um tey hava føroyskt mál á A stigi

Men tá bæði Mentanargrunnurin verður skorin so meint og Nám somuleiðis, so verður enn minnið útgivið á føroyskum. Tvs at vit  fáa enn torførari við at geva miðnámsskúlanæmingum føroyskar skaldsøgur og skúlabøkur at lesa, soleiðis at teir fáa eitt nóg dygdargott innihald í føroyskt á A stigi.

Um onki verður givið út á føroyskum, so mennist málið ikki. Tað er tí alneyðugt, at vit hava nakrar bøkur at lesa. Tað finnast næstan ikki ungir rithøvundar í Føroyum í dag og av tí sama er lítið og onki til av ungdómsskaldskapi og lítið verður týtt til børn og ung av samtiðar bókmentum. Tí áttu hesar játtanir heldur at verið styrktar. Landsstýrismaðurin verður biðin um at greiða frá, hvussu vit fáa ment føroyska málið og føroyskt undirvísingartilfar, tá hesar týðandi játtanir verða skerdar.

Á Løgtingi, 9. Oktober 2012

Gunvør Balle
Løgtingskvinna


Svar uppá fyrispurning um skerjing av Mentanargrunni og Námi


Svar

upp á

skrivligan fyrispurning frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum. Løgtingsmál nr. 21/2012: Viðvíkjandi skerjing av Mentanargrunninum, Námi og játtanini til Tónleik og Sang.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1.     Hvøjrar mentanarpolitiskar hugsjónir liggja aftan fyri ógvisligu skerjingina av Mentanargrunninum?
2.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja skúlanæmingum dagført, føroyskt undirvísingartilfar, tá Nám verður skorið?

Svar

Til 1: Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2013 hava fíggjarkarmarnir, sum Løgtingið samtykti á vári í 2012, ligið sum grundarlag. Tað hevur havt við sær, at neyðugt hevur verið at framt sparingar á § 7.

Samlaða játtanin til mentanarøkið í ár er 76,1 mió. kr. og verður komandi ár 74,3 mió. kr. Hetta svarar til eina sparing á mentanarøkinum á 2%.

Afturat sparingunum eru eisini nakrar umraðfestingar gjørdar. M.a. eru játtaðar góð ½ mió. kr. eyka til nýggja Málráðið, 400 t. kr. til mentanarsøgulig skip og føroyski dansurin er eisini kvinkaður uppeftir.

Sostatt eru tað serliga trongu fíggjarligu karmarnir og smávegis umraðfestingar, ið tíverri hava gjørt tað neyðugt at skerja einstakar játtanir.

Tá hesar skerjingar eru framdar, hevur dentur verið lagdur á ikki at niðurleggja týðandi funktiónir á mentanarøkinum.

Skerjingin í játtanini til Mentunargrunnin fer at hava við sær, at grunnurin fer at hava færri pengar at arbeiða við. Men virksemið hjá grunninum fer kortini at halda fram, við teimum pengum, sum hóast alt framvegis eru játtaðir grunninum.

Til 2: Skerjingin í játtanini til Nám hevur m.a. við sær tillagingar í starvsfólkatalinum, tá starvsfólk fer frá vegna aldur.

Til tess at minka um avleiðingarnar av sparingunum sum mest á útgávuøkinum, hevur Nám seinnu árini ment eitt víðfevnt samstarv við útlendsk forløg. Avtalur eru gjørdar við útlendsk forløg um útgávur, sum verða týddar og tillagaðar til føroysk viðurskifti. Hetta er munandi bíligari og skjótari loysn heldur enn at gera alt frá grundini í Føroyum. Útlendska tilfarið, stendur øll krøv í allar mátar, men er tó grógvið úr útlendskari mentan og siðvenju og skrivað og lagt til rættis har. Dømi um slíkar verkætlanir eru Heimssøgurnar, sum júst eru útkomnar til 7. – 9. flokk, Pit Stop til enskt og landalærutilfar, sum er í gerð.

Tá ið tað viðvíkur føroyskum, er drúgv tilgongd hjá næmingum okkara, áðrenn teir røkka A-støðið á miðnámi. Nám hevur lagt nógv fyri, so henda tilgongdin kann vera sum best frá 1. flokki og allan vegin uppeftir.

Tilfarið til 1. – 3. flokk er nýtt, og ein tann størsta verkætlanin  næstu nógvu árini verður føroyskt til 4. – 7. flokk. Hetta er upprunatilfar, sum umframt at krevja nógva arbeiðsorku, eisini krevur nógva fígging. Tilfarið í framhaldsdeildini er rættiliga nýtt. Væntandi verður tilfar eisini tókt til barnagarðsøkið um ikki so langa tíð.

Tá ið tað viðvíkur miðnáminum í føroyskum hevur tekstasavn verið í gerð í eina tíð. Umframt hetta er sáttmáli undirskrivaður við Norsk Gyldendal um tilfarið ”Panorama”, sum er ástøðistilfar til C, B og A-støðið. Hetta er norskt tilfar, men sum verður tillagað og broytt, so tað fevnir námsætlanina í føroyskum. Umframt hetta verður so lagt aftrat við føroyskum tekstum av øllum slagi.

Samanumtikið kann verða sagt, at útgávuverkætlanir eru drúgvar, og av tí sama eru fleiri teirra í gerð og hava verið tað longu í eina tíð og halda sjálvsagt áfram. Men sum frá líður verður talan um færri nýggjar útgávuverkætlanir við lægri játtan, umframt at tað frameftir eisini verður neyðugt at halda fram við at tillaga útlendskt tilfar heldur enn burturav at gera uppruna tilfar.


Vinarliga

Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

tirsdag den 30. oktober 2012

Íslendskur mentanarhagfrøðingur: Mentan og skapandi greinar verða størstu vinnuøkir í framtíðini



Silfur Egils (táttur í íslendska RUV) hevði 28.okt sera áhugavert prát við Águst Einarson, hagfrøðing. Hann hevur júst givið út bók ," Menningarhagfræði" (Mentanarhagfrøði).

Vildi ynskt, at KVF vísti okkum hesa sending og tekstaði hana, tí hetta kjak er sera upplýsandi og viðkomandi í Føroyum eisini.

http://ruv.is/sarpurinn/silfur-egils/28102012-1 (síðstu uml 15min)

Prátið snýr seg hugburðurin til mentan og skapandi vinnugreinarnar. Einarson heldur, at tónin er broyttur í íslendska samfelagnum á hesum øki. Fyrr var hildið, at mentan og list er fínt, vit fáa undirhald og tað eiga vit at stuðla eitt sindur og so var ikki meir lagt í tað. Men nú er man vorðin alt meir tilvitaður um tann risatýdning mentan og skapandi vinnur hava í samfelagnum og tey virðir tey skapa. 

Einarson er sannførdur um, at hesar greinar verða størstu vinnuøkir í framtíðini, og fara at kasta stór virði av sær til samfelagið.

Fyrr í tíðini gjørdu fólk ikki stórt annað enn at arbeiða og sova, og so aftur til arbeiðis. Í dag liva vit fullkomiliga øðrvísi. Nú er tað so, at tess meir tú nýtir mentan og list, tess meir vilt tú hava. Meir tú lurtar td eftir tónleiki, meir tónleik vilt tú hava, tvs eftirspurningurin er støðugt vaksandi. Og tað merkir aftur, at vit mugu framleiða meir og meir av mentan og tí sum skapandi vinnurnar gera.

Rithøvundurin sigur víðari, at 1000 ára gamla søga Íslands, tungumálið, saga'irnar, bardagin móti fátækradøminum - alt hetta hevur gjørt Ísland til ta tjóð hon er, við eini mentan, ið hevur so djúpar røtur. Í dag hava vit nærum bestu líviumstøður í heiminum, men tað er ikki komið av sær sjálvum. Hann sigur, at íslendingar eru millum tey fólkasløg, ið framleiða og brúka mest mentan. Tey fara oftari til sjónleik, lurta meir eftir tónleiki og lesa flest bøkur í mun til aðrar tjóðir í Evropu.

Tað hevur aftur við sær, at tað arbeiða fleiri fólk í mentanargeiranum í Íslandi enn í nøkrum øðrum Evropiskum londum. Tað hendir so ótrúliga nógv á mentanarøkinum í Íslandi, og tí hava vit ein serstakan møguleika at fáa nógv burturúr. At skapa list og mentan krevur, at fólk hava góðar útbúgvingar og har hevur landið lukkutíð spælt við og hevur langt síðan skilt týdningin av sterkum universitetum og at eggja fólki til lestur.

Hann nevnir filmslistina sum dømi. Tann vinnan veksur við rúkandi ferð og kastar heilt nógv aftur til ríkiskassan. Hendan listagrein, sum eisini er sera kommerciel, er dømi um ein endaleysan tørv, ið støðugt skal nøktast í framtíðini. Tað snýr seg um at geva skapandi kreftunum møguleika at vaksa og kasta virði av sær.

So kemur hann inn á mentanar-ferðavinnu, sum er støðugt vaksandi segment innan ferðavinnuna. Her eru eisini stórir møguleikar fyri stórum avkasti framyvir. Her er talan um at blanda náttúru, mentan og søgu í ferðavinnu. Vanliga er ferðavinnan eyðkend við at vera ein láglønarvinna, men við at fáa meir mentanarferðavinnu, fáa vit skapt størri virðir so man fær meir pening burturúr. So verða nevnd dømi ymsastaðni úr Íslandi, har bygdir og býir hava megnað at skapt spennandi søgusetur, td. Vìkingasøgusavnið í Borgarnesi, sum er landnámsøki. Harpa er enn eitt dømi um mentanartengda ferðavinnu.

Men tað er neyðugt at hava stjórnina við og tað er umráðandi, at landið hevur eina greitt orðaða mentanarstevnu. Tí landið spælir ein týðandi leiklut í at skapa gróðrarlíkindi fyri at mentan og skapandi vinnurnar kasta virðir av sær. Og tað nýtist ikki at kosta so nógvan pening.

Td. er marknaðurin innan telduspøl eftir øllum at døma ómettandi. Hetta er ein vinnugrein, har uml 1000 fólk starvast í Íslandi í dag. Har hevur landið bert gjørt tað møguligt at geva fólki eina góða úbtúgving í teldufrøði. Restina hevur áhugin hjá unga fólkinum sjálvum syrgt fyri.

So heldur hann eisini, at landið hevur eina týðandi uppgávu í at fáa undirvísing í almennari list inn í grundskúlan. Undirvísing í list kann helst við stórum gagni eisini blandast við størri fokus á heimsspeki, tøkni og handilsskap. Hetta eigur eisini at síggjast aftur innan hægri lestur.

Tað sum er umráðandi er, at myndugleikarnir skilja sín leiklut og skilja at tað eru broyttar tíðir og endaleysir møguleikar í at styrkja um undirvising og kunnleika til list, mentan og skapandi vinnur. Við internetinum og støðugt nýggjum tøkniligum møguleikum gongur alt við fúkandi ferð. Til síðst nevnir hann tónleikin hjá J.S. Bach sum dømi um list, ið verður endurnýtt aftur og aftur. Í teknifilmum, av tónleikarum kring heimin, í telduspølum osfr. Bach skapar framvegis velduga stór virðir.

Alt hetta merkir ikki, at fiskivinnan ikki framhaldandi verður høvuðsvinnan. Men hesir nyggir tættirnir innan tænastuvinnuna - ferðavinna og undirhaldsvinnan - eru ómetaliga skjótt vaksandi. Í dag er uml ein fjórðingur av øllum størvum í Íslandi í tí sum er skilmarkað sum skapandi vinnur.

onsdag den 24. oktober 2012

Svar uppá fyrispurning um miðnámsskúlar


Svar

upp á

skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu. Løgtingsmál nr. S-15/2012: Viðvíkjandi miðnámsskúlum.


Fyrispurningurin er soljóðandi:

  1. Hvussu langt eru fyrireikingarnar av um- og útbyggingunum av miðnámsskúlunum á Kambsdali og í Klaksvík komnar?
  2. Hvussu verða hesar verkætlanir samskipaðar?
  3. Er ætlanin at gera felags verklagslóg fyri verkætlanirnar?
  4. Hvørjar útbúgvingar verða á Kambsdali og hvørjar í Klaksvík frameftir?
  5. Er støða tikin til bygnaðin, herundir leiðslubygnaðin, í miðnámsskúlunum í Klaksvík og Kamsdali?
  6. Verða skúlarnir samskipaðir undir einari leiðslu ella fleiri?
  7. Hvør er raðfestingin hjá landsstýrismanninum, tá umræður skúlabyggingar komandi tíðina?
  8. Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja, at miðnámsskúlarnir í Tórshavn hava nøktandi umstøður, til Skúladepilin í Marknagili er liðugur?

Svar

Ad. 1: Endaliga byggiskráin fyri um- og útbyggingina á Tekniska Skúla í Klaksvík verður eftir ætlan handað landsstýrismanninum fyrst í oktober. Eftir tað verður farið undir at bjóða verkætlanina út. Ætlanin er at fara undir at um- og útbyggja fyrst í komandi ári.

Eftir ætlan verður endaliga byggiskráin fyri um- og útbyggingina á miðnámsskúlanum á Kambsdali eisini handað landsstýrismanninum fyrst í oktober. Eftir tað verður farið undir at bjóða verkætlanina út. Ætlanin er at fara undir um- og útbyggingina fyrst í komandi ári.

Ad. 2: Verkætlanirnar verða samskipaðar við, at Mentamálaráðið leiðir fyrireikandi arbeiðið í báðum bygginevndunum saman við Landsverki.

Ad. 3: Verklagslógin fyri um- og útbyggingina av Tekniska Skúlan í Klaksvík er samtykt í Løgtinginum.

Verklagslógin fyri um- og útbyggingina á Kambsdali verður løgd fyri Løgtingið saman við fíggjarlógaruppskotinum í heyst.

Talan verður sostatt um tvær verklagslógir.

Ad. 4: Fyribils er ætlanin, at studentsútbúgvingin, HF-útbúgvingin, hægri handilsskúlaútbúgvingin og FHS- útbúgvingin skulu bjóðast út á Kambsdali, meðan HT-útbúgvingin, HF-útbúgvingin, yrkisúbúgvingarnar innan el, jarn, træ og matvøru og SIT útbúgvingar skulu bjóðast út á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Men við nýggju breytaskipanini og nýggju eindarskipanini, ið verða settar í verk í næstum, verður eisini møguligt at seta á stovn nýggjar gymnasialar breytir og støðisútbúgvingar, umframt at lagt verður upp til samstarv millum skúlarnar í størri mun. Í tí sambandi er ætlanin, at aðrar útbúgvingar og breytir við tíðini fara at verða mentar.

Svar til sp. 5 og 6: Sum er, er talan um tríggjar skúlar við trimum sjálvstøðugum leiðslum. Talan er um Studentaskúlan á Kambsdali, Handilsskúlan á Kambsdali, ið er deild av Handilsskúlanum í Havn og Tekniska Skúla í Klaksvík.

Í samband við, at nýggja miðnámsskúlaskipanin verður sett í verk við skúlaársbyrjan í 2013 er ætlanin at skipa skúlarnar í størri eindir, at útbyggja samstarvið millum skúlarnar og at samskipa virksemið í størri mun, har tað kann gerast við fyrimuni. Arbeitt verður við hesum í løtuni, men enn er eingin endalig støða tikin til, hvussu bygnaðurin fer at síggja út.

Svar til sp. 7: Skúlabygging á miðnámsskúlaøkinum verður raðfest sera høgt komandi árini. Ætlanin er, at Skúladepilin í Marknagili skal standa liðugur í 2016, at um- og útbyggingarnar á Kambsdali skulu verða lidnar í 2014, og at um- og útbyggingarnar á Tekniska Skúla í Klaksvík skulu verða lidnar í 2015. Talan er um útbyggingar, ið fara at kosta meira enn hálva milliard krónur.

Svar til sp. 8: Higartil hevur við góðum vilja frá starvsfólki og næmingum borið til at tryggja nøktandi umstøður við at gera átrokandi ábøtur á gomlu bygningarnar og útvega eyka skúlastovur við at leiga, og í ávísum førum byggja út á skúlunum.

Væntandi fer framhaldandi at bera til at tryggja næmingum í miðstaðarøkinum “nøktandi” umstøður, til Skúladepilin við Marknagil fer at standa liðugur á sumri í 2016.



Vinarliga
Mentamálaráðið


Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

tirsdag den 9. oktober 2012

Fyrispurningur til Bjørn Kalsø um fólkaskúlan


Munnligur fyrispurningur
til
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
viðvíkjandi sparingum og bygnaðarbroytingum í fólkaskúlanum 


1.     Verður arbeitt við eini bygnaðarbroyting í fólkaskúlanum?
2.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at skipa framtíðar bygnaðin í fólkaskúlanum?
3.     Hvussu nógv kemur tað at kosta í hægri lønum í 2013, at sáttmálasettir lærarar koma inn ístaðin fyri tænastumenn og at læraralønirnar hækka?

Viðmerkingar:
Í uppskotinum til fíggjarlóg stendur fólkaskúlin til at halda somu játtan í 2013 og 2014 fyri síðani at minka í 2015. Hetta merkir í veruleikanum eina støðuga minking í játtanini til fólkaskúlan. Smbrt. sáttmálanum hækka læraralønirnar nakað, og á hvørjum ári fara tænastumenn úr skipanini og sáttmálasettir lærarar koma inn, har ta almenna skal rinda eftirlønina. Áhugavert er at vita hvussu nógvar milliónir í hægri lønarútreiðslum talan er um. Og harvið, hvussu nógv minnið upphædd er til eitt tað mest týðandi, nevniliga undivísingartímar, sum frammanundan eru alt ov fáir.

Tá játtanarkarmarnir vóru viðgjørdir í vár, tosaði landsstýrið um eina skúlanýskipan, men onki er frætt aftur frá hesum. Tí er tað sera áhugavert at fáa landsstýrismannin at útgreina, um hetta arbeiði er slept og um ikki, hvussu skúlanýskipanin so skal síggja út.

Í dag eru 54 fólkaskúlar í landinum, harav tríggir eru skipaðir sum frí/privatskúlar. Av teimum 51 fólkaskúlunum, hava 10 skúlar færri enn 10 næmingar og 17 skúlar færri enn 50 næmingar. Tað er eyðsæð, at so smáir skúlar, hava verri møguleika at geva næmingum eins góða og fjølbroytta frálæru og skúlagongd sum heild, sum næmingar í størri skúlaeindum fáa. Somuleiðis er tað eyðsæð, at hetta er ein sera dýrur bygnaður.

Um rætt verður borið at, er ongin ivi um at fólkaskúlin kann rekast bíligari enn hann er í dag. Men tað ber ikki til bert at skerja játtanina á hvørjum ári uttan at taka neyðuga tunga takið við at fremja ein skúlanýskipan.




Á Løgtingi, 9. Oktober 2012

Gunvør Balle
Løgtingskvinna