mandag den 1. oktober 2012

Soleiðis steðga vit fráflytingini




Í tí dagliga kjakinum um samfelagsviðurskifti og politikk, hevur tónin ofta hug at gerast nakað neiligur og vónleysur, og tað kann skapa eina skeiva mynd av, hvussu tað er at búgva í okkara landi.  Eg detti meir enn so í felluna, at halda at alt er strævið og vónleyst her heima, men tað er stórt sæð bara tá eg hyggi á tann politiska pallin at hesi herindi koma yvir meg. Lukkutíð, er tað ein rúgva, ið ger, at tað er serstakliga deiligt at búgva og virka í Føroyum.

Eitt nú er tann føroyski gerandisdagurin rættiliga stress-leysur og her er friðsælt, vinarligt og trygt hjá øllum at búgva. Nærleikin til náttúruna, sum bjóðar okkum ókeypis sálarbót hvønn dag í árinum, er eitt annað. Og kenslan av at hoyra til og at vera partur av eini serstakari og ríkari mentan, er somuleiðis við á pluss-síðuni. Og til hetta hoyrir eisini, at tað er lætt at koma til orðanna í Føroyum og fáa síni sjónarmið fram. Og tí er tað í stóran mun upp til ein sjálvan um man vil hava ávirkan og broyta tey viðurskifti, ein ikki er nøgdur við.

Og tað er alt møguligt annað sum er cool, serstakt og virðismikið í okkara landi, sum átti at gjørt, at Føroyar standa seg væl í kappingini um hvar fólk velja at búseta seg. Nakni veruleikin er tíverri tann, at vit missa burturav fólkinum og støðugt gerast færri. Serliga eru tað kvinnurnar, ið velja Føroyar frá. Vit vita í stóran mun hvørji átøk skulu gerast fyri at venda gongdini. Nøkur eru heilt ítøkilig, onnur taka longri tíð og krevja hugburðsbroytingar.

Tað eru tríggir málbólkar, vit mugu arbeiða við:

Bólkur 1. Teir samfelagsbólkar, ið hava trupult við at liva eitt virðiligt lív í Føroyum. Vit hava fyrst og fremst ábyrgd av at taka okkum av teimum, ið longu búgva her, og sum gjarna vilja vera verandi her. Orsakað av ymsum truplum umstøðum eru tað fleiri, ið umhugsa at flyta ella longu eru flutt av landinum. Her er ofta talan um familjur í trongum fíggjarkorum, men eisini um aðrar samfelagsbólkar, hvørs møguleikar og rættindi ikki eru eins góð og í grannalondunum.

Nakrar ítøkiligar loysnir til at fyribyrgja at hesi flyta av landinum:
-   Fjøltáttaðir bústaðir. Umstøður mugu skapast fyri at Húsalánsgrunnurin kemur at virka eftir ætlan beinanvegin! Soleiðis at gongd kemur á at byggja luta- og leiguíbúðir, og harvið bjóða fólki eitt bíligari íbúðar-alternativ.
-    lægri MVG á matvørum
-    umleggja skattaskipanina, so tey lægru - og miðalløntu fáa størri lut í skattalættanum
-    Nógvar familjur við børnum, ið hava serligar avbjóðingar, noyðast at flyta av landinum fyri at børn teirra fáa eitt nóg gott tilboð. Her eiga vit at styrkja Sernám og sertilboðini í skúlunum, so tey mennast útfrá teirra førleikum. Somuleiðis eiga vit at víðka um bústaðarmøguleikarnar hjá hesum børnum og ungu. Vit hava hvørki ráð at missa hesi børn ella foreldur og systkin teirra.
-    Tey samkyndu hava gjørt vart við síni ynski um skrásett parlag. Hesum eiga vit at loyva, so hetta ikki er ein orsøk til at velja Føroyar frá.

Bólkur 2. Tey ungu, ið fara undir útbúgving: Vit mugu skapa fleiri útbúgvingartilboð, so færri ung fara av landinum so tíðliga at útbúgva seg. Tað er sunt og neyðugt fyri okkara unga fólk, at tey fara út í heim eitt tíðarskeið. Men tað er próvfast, at jú fyrr fólk flyta burtur, jú minni sannlíkindini fyri at tey koma aftur at seta búgv.

Nakrar ítøkiligar loysnir til at fáa hendan bólk at vera verandi longur í Føroyum:
-    Menna Setrið, herundir skapa umstøður fyri at okkara einasta universitet kann savnast og húsast á einum stað við einum samlandi campus bygningi og -umhvørvi. Verandi útbúgvingar á Setrinum skulu styrkjast og nýggjar útbúgvingar støðugt bjóðast út eins og møguleikin at lesa gjøgnum fjarlestur skal bjóðast fram.
-    Menna Vinnuháskúlan til ein altjóða Maritiman Depil, sum eisini kann lokka útlendingar til Føroya at lesa. Sjóvinnukunnleiki og -útbúgvingar er ein av okkara fremstu førleikum, her hava vit allar fortreytir fyri at bjóða okkum fram.
-    Styrkja aðrar miðallangar handils- tekniskar, fiskivinnu og kreativar útbúgvingar.
-    Byggja lestraríbúðir, so tey lesandi kunnu flyta heimanifrá og fáa eitt hóskandi bústaðartilboð. Tað skapar nógv størri hug til at fara undir lestur í Føroyum.
-    Skipa ein Føroyskan Eftirskúla. Eini 130-150 ung fara á hvørjum ári til Danmarkar á eftirskúla, tey halda ofta áfram á miðnámi í DK. Hjá mongum verður hugurin at leggja sína framtíð uttanfyri Føroyar gróðursettur hetta árið. Eisini verður ein føroyskur eftirskúli lokkandi hjá føroyskum útiseta-børnum, sum kanska gerast framtíðar íbúgvar í Føroyum. Tí er eitt eftirskúlatilboð heilt átrokandi.

Bólkur 3. Føroyingar uttanlands. Her snýr tað seg bæði um tey, ið hava hug at flyta heim og um tey, ið ynskja at pendla millum Føroyar og arbeiðsstað uttanlands ella øvut.

Nakrar ítøkiligar loysnir til at fáa hendan bólk at flyta heim:
-    Fjøltáttaðir bústaðir. Øll hava ikki hug ella møguleika at keypa dýr hús beint sum tey eru flutt heim. Tí hevur eisini hesin bólkur stóran tørv á leigu- og lutaíbúðum.
-   Skapa fleiri vitanar-arbeiðspláss: Her skal meir peningur játtast til gransking og til útbúgvingarstovnarnar, tí hægri lærustovnar skapa arbeiðspláss og granskingarstørv. Og økt gransking skapar nýggjar vinnur.
-    Vinnumenningarskipanir, td betri atgongd til váðafúsan kapital og íverksetaraskipanir.
-    Broyta ALS, soleiðis at nýútbúnir, arbeiðsleysir føroyingar, kunnu flyta heim og fáa rætt til útgjald frá ALS.
-   Broyta barsilskipanina, soleiðis at føroyingar ið flyta heim og eru í barnsburðar- farlovyvi, hava rætt til at fáa útgjald frá barsilsskipanini.
-    Kanna tørvin fyri at byrja eina beinleiðis flogferðaleið millum Føroyar og London og møguliga til onnur grannalond. Um tað vísir seg, at fleiri høvdu flutt heim, tí tey kunnu pendla, kundi tað almenna stuðla eini slíkari rutu.

So eru nógv, nógv onnur minnið ítøkilig, men minst líka neyðug tiltøk, ið skulu til. Lykilin at menna okkara samfelag til at verða eitt framkomið nýmótans samfelag er gjøgnum útbúgving, gransking, innovatión, mentan og økt altjóða samstarv. Vit skulu skapa eitt framsøki umhvørvi við greiðum visjónum fyri hetta samfelagið, ið dregur ung og vælútbúgvin fólk higar.

Eitt av týdningarmestu - og truplastu - átøkunum, er at fáa eina fiskivinnu nýskipan, so vit fáa tann búskaparvøkstur, ið høvuðsvinnan eigur at skapa. Tað, at livistøðið er lægri í Føroyum enn í grannalondunum, er ein høvuðsorsøk til at fólk velir Føroyar frá. Eisini eiga vit at fokusera nógv meira á javnstøðu spurningin, tí tað er ein sera álvarsligur trupulleiki at serliga kvinnurnar velja Føroyar frá. Tí mugu vit hugsa javnstøðu inn í øll politisk átøk og arbeiða fyri at gera Føroyar spennandi fyri kvinnurnar.

Tjóðveldi fer at leggja ein fólkavøkstur-pakka fram á Løgting hesa tingsetuna, sum umfatar fleiri av omanfyri nevndu átøkum.

Gunvør Balle
tingkvinna
Tjóðveldi

søndag den 9. september 2012

Fyrispurningur til Bjørn Kalsø um miðnámsskúlar


Skrivligur fyrispurningur
til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum um miðnámsskúlar


  1.  Hvussu langt eru fyrireikingarnar av um- og útbyggingunum av miðnámsskúlunum á Kambsdali og í Klaksvík komnar?
  2.  Hvussu verða hesar verkætlanir samskipaðar ?
  3.  Er ætlanin at gera felags verklagslóg fyri verkætlanirnar ?
  4.  Hvørjar útbúgvingar vera á Kambsdali og hvørjar í Klaksvík framyvir ?
  5.  Er støða tikin til bygnaðin, herundir leiðslubygnaðin, í miðnámsskúlunum í Klaksvík og Kamsdali
  6.  Verða skúlarnir samskipaðir undir einari leiðslu ella fleiri ?
  7.  Hvør er raðfestingin hjá landsstýrismanninum tá umræður skúlabyggingar komandi tíðina ?
  8.  Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja, at miðnámsskúlarnir í Tórshavn hava nøktandi umstøður til Skúladepilin í Marknagili er liðugur ?

Viðmerkingar
Samgongan játtaði í vár, at seta 36 milliónir av komandi fimm árini til at útbyggja Tekniska skúla Í Klaksvík. Í lógaruppskotinum stendur stutt, at talan er um at hýsa matvøru- yrkis - miðnáms og maritimar útbúgvingar. Nógvar atfinngar hava verið um, at hetta vóru nógvir pengar at játta til so leysar orðingar og manglandi ítøkiligar ætlanir. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at ein arbeiðsbólkur lat táverandi landsstýriskvinnuni eitt tilmæli á vári í 2011. Høvuðstilmælið er: “At gjørd verður ein heildarætlan fyri útbúgvingarøkið í Klaksvík, og at henda verður samskipað við eina ætlan fyri Eysturoy.

Somuleiðis var peningur játtaður til útbygging av Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Andstøðan hevur aftur og aftur víst av á týdningin av at útbygging og framtíðar rakstur av hesum báðum skúlum verður samskipaður, m.a við somu leiðslu og at felags verklagslóg verður gjørd fyri útbyggingunum. Eisini er sera umráðandi at fáa at vita hvørjar útbúgvingar skulu bjóðast fram í Klaksvík og á Kambsdali, tí hetta tykist heilt ógreitt.

Trupulleikin er, at spurningurin um hvussu vit skipa miðnámsskúlaøkið í framtíðini, er als ikki viðgjørdur yvirskipað. Ongar niðurstøður og heldur onki politiskt kjak hevur verið um hvar miðnámsskúlar/deplar skulu vera í landinum og hvørjar útbúgvingar ymsu skúlarnir skulu bjóða. Henda politiska viðgerð er alneyðug, fyri at tryggja semju soleiðis at landsstýrismaðurin kann taka haldgóðar avgerðir.

Tað hevur stóran týdning at vit fyrst gera tað grundleggjandi arbeiði: Hvørjar útbúgvingar hava vit tørv á, hvussu vilja vit skipa tær, hvørjum støði skulu tær vera á, hvørjar førleikar tørvar samfelagið og vinnan osfr. Tvs innihald og fakligheit fyrst. Næst kemur so: Hvussu nógvar eindir og deplar skulu vera í landinum innan ymsu útbúgvingarnar. Við komandi miðnáms- og tekniska deplinum í Marknagili í Havn kunnu vit staðfesta, at ein slíkur depil kemur at liggja í Havn. So er náttúrligt at vit leggja til rættis, hvussu restin av landinum fær sama miðnámsskúlatilboð. Hetta má viðgerast yvirskipað politiskt, tvs bæði viðv. innihaldi og at tryggja at næmingar kring alt landið hava sama møguleika.

Tá vit eru vorðin samd um tey grundleggjandi viðurskiftini, kunnu vit gera upp um verandi bygningar eru nøktandi ella ikki. Og so hvar er tørvur á at byggja nýtt ella byggja aftrat.
Tí hevur tað stóran almennan áhuga og stóran samfelagsligan týdning, at landsstýrismaðurin ger greitt hvussu útbygging av miðnámsskúlaøkinum skal skipast og raðfestast komandi tíðina. Somuleiðis er neyðugt at fáa greiðu á, hvussu verandi miðnámsskúlar (her verður serliga hugsað um Tekniska Skúla í Havn og Studentaskúlan í Hoydølum) kunnu tryggjast góðar umstøður hesi árini til Skúladepilin í Marknagili verður tikin í nýtslu.

Á Løgtingi, 3. september 2012
Gunvør Balle
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

mandag den 3. september 2012

Bjørn Kalsø svarar spurningum um Kringvarpið




Svarið frá landsstýrismanninum gevur mær ikki stórar vónir um at NÙ verður barna- og mentanartilfar raðfest, og NÚ verður farið undir at framleiða meir føroyskt
tilfar og NÙ verður virksemið savnað undir einum taki.


Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum. Løgtingsmál nr. S-6/2012: Viðvíkjandi Kringvarpi Føroya.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1.     Hevur landsstýrið nakra ætlan ella visjón fyri Kringvarpið?
2.     Hevur landsstýrið nakra ætlan um at skipa eitt føroyskt Kringvarp, har keypt tilfar í minsta lagi verður tekstað ella viðgjørt á føroyskum? 
3.     Hvat hevði tað kostað at teksta (ella viðgjørt á føroyskum) alt keypt útlendskt tilfar í Sjónvarpinum?
4.     Hevur landsstýrið nakra ætlan fyri at styrkja mentanartilfar og barna- og ungdómstilfar í Kringvarpinum?
5.     Kann tað góðtakast, at Dagur og Vika verður tikin av skrá í nógvar vikur?
6.     Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til, at hetta ikki hendir aftur, og uppraðfesta tíðindasendingar í Kvf?
7.     Metir landsstýrismaðurin, at Kringvarpið livir upp til sínar skyldur, sum eru avtalaðar í Public Service sáttmálanum
8.     Nær er samanleggingin av sjónvarpinum og útvarpinum endaliga liðug, tvs nær verður alt virksemið hjá Kringvarpi Føroya savnað undir einum taki?
9.     Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til at selja bygningin í M.A. Vinthersgøtu?
10.  Hvussu nógv hevur bygningurin í M.A. Winthersgøtu kostað at reka hesi 7 árini síðan samanleggingina?
11.  Verður arbeitt við nøkrum byggiuppskotum um útbygging í Sortudíki?
12.  Ætlar landsstýrismaðurin at eftirmeta samanleggingina av stovnunum?

Svar

Ad. 1: Ætlan og visjón landsstýrisins fyri Kringvarp Føroya at síggja aftur í hesum trimum skjølum:

1)    Í løgtingslógini um kringvarp frá 2006 við seinni broytingum
2)    Í galdandi public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið frá 2010, og
3)    Í samgonguskjalinum frá 2011

Eg kann leggja aftrat, at public service-sáttmálin er eitt amboð til yvirskipað at seta í kortið endamál og virksemi og at røkka ymsum málum. Fyrsti sáttmáli kom í gildi 1. januar 2011 og varð eftirmettur í mai 2012. Ætlanin við hesum er, at Mentamálaráðið í samstarvi við Kringvarpið skal menna tænasturnar í kringvarpinum og bera so í bandi, at til ber at liva upp til allar tær skyldur sum stovninum eru álagdar.

Í samgonguskjalinum er ásett, at ein heildarmeting skal gerast av Kringvarpi Føroya, og at lógarverkið skal endurskoðast. Hetta arbeiðið er ikki byrjað enn.

Ad. 2: Flestu sendingarnar í útvarpinum hjá Kringvarpinum eru føroyskar, og málið er eisini, at vaksandi partur av útlendska tilfarinum í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum verður tekstað ella viðgjørt á føroyskum. Í hesum sambandi kann vera víst til public service-sáttmálan. Har sagt verður at:

Størsti parturin av tilfarinum, ið verður sent í sjónvarpinum, er útlendskt. Barnasendingar eru týddar til føroyskt ella hava føroyska talu. Harafturímóti er ikki vanligt, at sendingar til vaksin verða tekstaðar til føroyskt. Sjónvarpið er sostatt fyri ein stóran part grundað á annað mál enn føroyskt. Málið er oftast danskt ella enskt/amerikanskt. At byrgja fyri teimum fylgjum, hetta hevur við sær, eigur útlendskt tilfar, innan ásettar karmar, at verða ljóðsett við føroyskari talu ella tekstað á føroyskum máli. Hetta fer væntandi at gera tað, at føroyingar fara at lesa nógv meiri tekst á føroyskum, og hetta kann vera við til at bøta um lesiførleikan, serstakliga hjá unga ættarliðnum.

Ad. 3: Sambært upplýsingum úr Kringvarpinum er hesin spurningurin torførur at svara neyvt. Orsøkin er, at kostnaðurin at týða er ógvuliga ymiskur í mun til, um tað er barnatilfar, undirtekstir ella tala (tvs við sjónleikarum, sum leggja rødd til), tilfar til vaksin úr donskum, enskum ella øðrum máli, um handrit er við o.s.fr. Sambært teimum upplýsingum, sum Mentamálaráðið hevur fingið úr Kringvarpinum ber ikki til neyvt at meta um, hvat tað hevði kostað, at týtt alt tilfarið, sum Kringvarpið sendir í Sjónvarpinum við so stuttum skotbrái. Men tað er greitt, at hetta hevði kostað nógv.

Ad. 4: Public service-sáttmálin raðfestir hetta tilfar og setir samstundis krøv til dygdargott tilfar til børn og ung. Sáttmálin er yvirskipaða stýringaramboðið, men tað er stjórin í Kringvarpi Føroya, ið hevur ábyrgdina av og leggur dagliga programmpolitikkin til rættis. Tá public service-sáttmálin verður eftirmettur, er høvi sjálvsagt at meta um yvirskipaðu ásetingarnar um hetta tilfar.

Nevnast kann, at í samgonguskjalinum stendur, at framleiðsla av margmiðlatilfari (spølum, videofilmum o.ø.) til børn eigur at verða stuðlað. Hóast hetta ikki er beinleiðis tengt at Kringvarpinum, er hetta ein gongd leið til eisini at økja um mongdina av tilfari á føroyskum máli.

Ad. 5: Tá Dagur og Vika varð tikin av skrá fyrr í summar, gav eg til kennar, at eg ikki helt, at tað kundi góðtakast, at tíðindasendingin varð tikin av skrá. Og eg meini framvegis, at tað er óheppið ikki at røkja hesa skyldu til fulnar.

Ad. 6: Víst verður til public service-sáttmálan  og til ábyrgdina hjá kringvarpsstjóranum at skipa so fyri, at ásetingarnar í sáttmálanum verða fylgdar.
 
Ad. 7: Sum ásett í public service-sáttmálanum, hevur kringvarpsstýrið latið eina frágreiðing um virksemið í fyrsta árinum við public service-sáttmála. Frágreiðingin er eitt amboð til at bøta um viðurskifti ávegis í sáttmálatíðarskeiðinum. Fyrsta frágreiðingin vísir á, hvussu skyldurnar eru hildnar, og hvussu Kringvarpið ætlar at røkka ásettum málum í tíðarskeiðinum. Yvirskipað er lætt at siga, at Kringvarpið ikki hevur hildið allar skyldur, men eg meti, at arbeitt verður fram ímóti at røkka málunum innan fyri teir karmar, sum eru. Nú nýggjur stjóri hevur tikið við leiðsluni í Kringvarpinum fyri kortum, er eisini rættast at geva honum høvi at seta sín dám á skránna.

Ad. 8: Eitt av endamálunum við samanleggingini var at savna alt virksemið undir einum taki. Tað hevði tí verið eitt stórt framstig um hesin møguleikin varð framdur í verki. Nær hetta verður veruleiki, tori eg ikki at siga í dag. Hetta er ein spurningur um fígging og raðfesting millum nógv átrokandi mál.

Ad. 9: Eg meti, at tað hevði verið skilagott at selt ognina við tí endamálinum, at sølupeningurin kundi verið brúktur til at vera við til at fíggja nýbygging í Sortudíki, so ynskiliga fysiska samanleggingin kann fara fram. Mentamálaráðið hevur kannað henda møguleika, men hevur fingið at vita úr Fíggjarmálaráðnum, at sølupeningurin ikki kann markast til ávíst endamál. Men eg havi framvegis sum mál, at virka við til at ein slík loysn kundi verið møgulig.

Ad. 10: Tølini niðanfyri vísir árliga kostnaðin fyri M.A. Winthersgøtu frá 2006-2011,



2006
2007
2008
2009
2010
2011
M.A.Wintersgøta
1.107
1.025
1.116
1.076
1.062
855








Hesi árini hevur tað kostað tilsamans 7,7 milliónir krónur at reka bygningin. Verður raksturin í 2005, sum ikki varð skrásettur á sama hátt, lagdur omaná, er talan um ein kostnað, sum er tilsamans uml. 8.7 milliónir kr.

Ad. 11: Arbeitt verður við einum byggiuppskoti í 4 stigum. Lagt er upp til, at fyrsta stig í stóran mun kann verða fíggjað av sølupeninginum av bygningunum í M.A. Winthersgøtu, treytað av, at  prísásetingin á uml. 15 mió. kr. heldur.

Ad. 12: Í hesum sambandi verður víst til svarið upp á 1. spurningin, har víst verður á, hvat samgonguskjalið sigur um kringvarpsspurningin í síni heild. Har er ásett, “at ein heildarmeting skal gerast av Kringvarpi Føroya, og at lógarverkið skal endurskoðast”. Í hesum liggur eisini, at ein eftirmeting av samanleggingini skal verða gjørd, og at hon skal verða gjørd í hesum samgongutíðarskeiðnum.




Vinarliga
Mentamálaráðið

Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

onsdag den 15. august 2012

Hanus Samró má velja annan flokk, um hann vil styrkja hægri útbúgving

Tað er gleðiligt, at Hanus Samró skrivar um týdningin av hægri útbúgving í Føroyum og vísir á týdningin av hesum fyri at steðga fráflyting. Bert harmiligt, at hann roynir at fjala, at hansara egna samgonga vil skerja hægri útbúgving

Eg frøist um, at Hanus Samró, samgongutingmaður, er farin at skriva um hægri útbúgving og leggja fram nakrar politiskar hugsanir um framtíðina. Tí vil eg stuðla.

Men eg fái ilt tá eg síggi, at eisini Hanus Samró roynir at verja samgonguna og hennara politikk á hesum økinum við at snara veruleikan.

Tí kanska nógv fólk trúgva tí, sum Hanus skrivar. Og harvið kunnu tey ótilvitað stuðla politiskum flokkum sum gera beint ta øvuta av tí, sum Hanus sigur seg vilja.

Hanus Samró skrivar millum annað, at játtanir til Fróðskaparsetrið eru støðugt hækkaðar síðani 2007 og hendan samgongan vil eina “skynsama útbýgging” av Fróðskaparsetrinum.

Sannleikin er, at øktar játtanir, nýggjar útbúgvingar og politisk átøk til at menna Fróðskaparsetrið, vórðu framdar undir CHE-samgonguni í 2008. Síðani hevur játtanin bara verið framskrivað og enntá skorin í mun til ta fíggjarætlan, sum varð løgd í 2008.

Fólkaflokkurin hevur verið ímóti øllum útbyggingum á Setrinum og hevur aftur nú skotið upp at skerja Fróðskaparsetrið.

Tað er tí beinleiðis óerligt, um Hanus roynir at mála eina mynd av, at hann stendur fyri at menna hægri útbúgving í Føroyum, tá hann samstundis er partir av einum flokki og atkvøður við honum fyri at gera beint ímóti tí.

tirsdag den 14. august 2012

Fyrispurningur til Bjørn Kalsø um Kringvarp Føroya


Skrivligur fyrispurningur
til
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
viðvíkjandi Kringvarpi Føroya


  1. Hevur landsstýrið nakra ætlan ella visjón fyri Kringvarpið?
  2. Hevur landsstýrið nakra ætlan um at skipa eitt føroyskt Kringvarp, har keypt tilfar í minsta lagi verður tekstað ella viðgjørt á føroyskum? 
  3. Hvat hevði tað kostað at teksta (ella viðgjørt á føroyskum) alt keypt útlendskt tilfar í Sjónvarpinum?
  4. Hevur landsstýrið nakra ætlan fyri at styrkja mentanartilfar og barna- og ungdómstilfar í Kringvarpinum?
  5. Kann tað góðtakast, at Dagur og Vika verður tikin av skrá í nógvar vikur?
  6. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at hetta ikki hendir aftur og uppraðfesta tíðindasendingar í Kvf?
  7. Metir landsstýrismaðurin at Kringvarpið livir upp til sínar skyldur sum eru avtalaðar í Public Service sáttmálanum
  8. Nær er samanleggingin av sjónvarpinum og útvarpinum endaliga liðug, tvs nær verður alt virksemi hjá Kringvarpi Føroya savnað undir einum taki?
  9. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til at selja bygningin í M.A. Vinthersgøtu?
  10. Hvussu nógv hevur bygningurin í M.A. Winthersgøtu kostað at reka hesi 7 árini síðan samanleggingina?
  11. Verður arbeitt við nøkrum byggiuppskotum um útbygging í Sortudíki?
  12. Ætlar landsstýrismaðurin at eftirmeta samanleggingina av stovnunum?

Viðmerkingar:

Ad 1 – 4:
Kringvarpið átti at havt sín sjálvsagda leiklut sum fremsti almenni fjølmiðil okkara, sum skal veita kritiskan og dygdargóðan tíðindaflutning hvønn dag í árinum. Høvuðsuppgávan er, at framleiða føroyskt tilfar á høgum støði, soleiðis at Kringvarpið gerst mentanarberin, ið støðugt styrkir føroyska samleikan og ger okkum meir tilvitað, klók, errin og góð við okkara mál, mentan og søgu.
Men hesar uppgávur røkir stovnurin tíverri langt frá í dag. Lítið og onki nýtt barna- og ungdómstilfar verður framleitt, tær fáu mentanarsendingar, ið hava verið, eru burtur og sum heild hevur tað gingið afturá hond við góðskuni seinastu árini. Summarskráin er enn ein staðfesting av keðiligu gongdini. Tað tykist sum stovnurin ikki eigur nakran góðan í avvarðandi stjórnarráði, og tí verður spurt um landsstýrismaðurin hevur nakrar hugsanir um og ætlanir fyri hvussu Kringvarpið skal mennast í framtíðini.

Ad 5 og 6:
Við avgerðini um at taka Dag & Viku av skrá í 7 vikur, niðurlaðar stovnurin í veruleikanum sín egna tilverurætt. Hvør skal gera tíðindi, barnasendingar og mentanarsendingar úr Føroyum um Kringvarpið ikki ger tað? Tá hesar uppgávur ikki verða røktar, kunnu vit sum brúkarar av røttum spyrja, hví vit skulu gjalda kringvarpsgjald. Átti fremsta raðfesting ikki heldur at verið, at sett Dag og Viku á skrá hvønn dag í vikuni, alt árið?

Í Public Service sáttmálanum stendur ” Tað verður mett sum eitt minstakrav at hava eina tíðindasending hvønn gerandisdag í árinum. Tað verður ringt at rópa tað fyri tíðindi, um sendingin manglar ein gerandisdag.” Hendan orðing stendur í lýsandi andsøgn til avgerðina, at taka høvuðstíðindasendingina í SVF av alt summarið.

Tí er tað áhugavert, at hoyra hvørja hugsan landsstýrismaðurin hevur til avgerðina um at taka Dag og Viku av skrá í so langt tíðarskeið. Og um hann ætlar at taka stig til at fyribyrgja at hetta hendir aftur.
Ad 7:
Í fremsta setningi í Public Service sáttmálanum stendur, at “stovnurin skal leggja dent á eitt sakligt og óheft upplýsingarvirksemi og eitt fjøltáttað programmtilboð”. Víðari stendur, at “Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfólkunum holla málsliga ráðgeving.”

Spurningurin er, um landsstýrismaðurin heldur, at Kringvarpið livir upp til hesar orðingar? Eru ætlanir um gera øðrvísi raðfestingar ella broyta nakrar orðingar í Public Service sáttmálanum, ið skal endurnýggjast við ársenda 2013?

Ad 8 - 11:Hóast 7 ár eru liðin síðani samanleggingina, húsast kringvarpið og útvarpið framvegis í hvør sínum bygningi. Sambært langtíðar íløguætlanum hjá landsstýrinum liggur ikki í kortunum, at savna virksemi undir einari lon. Tað, at stovnurin enn ikki er endaliga samanlagdur , verður aftur og aftur ført fram sum tann størsti trupulleikin stovnurin hevur og ein beinleiðis forðing fyri víðari menning.

Fleiri byggiuppskot eru løgd fyri mentamálaráðið seinastu árini, men tað tykist ikki sum landsstýrið ætlar at taka nakra støðu viðv. útbygging í Sortudíki. Tí er tað áhugavert at vita, um mentamálaráðið hevur kannað møguleikan fyri at selja bygningin í M.A. Winthersgøtu, soleiðis at sølupengarnir kundu verið við til at fíggja ein samanlagdan stovn. Tað kostar sjálvsagt eisini í rakstri at reka tveir bygningar, og tí má ein frágreiðing fáast um hví hetta, sum átti at verið ein fyribilsloysn, sær út til at skula halda fram í mong ár fram.

Umframt at tað er óneyðuga kostnaðarmikið og ópraktiskt at hava virksemið í tveimum bygningum, merkir tað eisini, at ymsu mentanirnar framvegis ikki eru samansjóðaðar. Úrslitið sæst aftur í verri góðsku, sum alt samfelagið rindar prísin fyrii

Ad 12:
Í samgonguskjalinum stendur ”Ein heildarmeting verður gjørd av Kringvarpi Føroya, og lógarverkið verður endurskoðað.” Nær er ætlanin at gera hesa heildarmeting?

Nú fleiri ár eru liðin síðan útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman, átti tað at verið hóskandi at steðga á og spyrja, hvørjar batar og rasjonaliseringar samfelagið hevur fingið við samanleggingini. Hava vit fingið eitt betri sjónvarp? Eitt betri útvarp? Hava vit fingið meir fyri pengarnar?

Eftirmetingin eigur m.a. at viðgera, um tað er nøktandi, at Kringvarpið í veruleikanum bert hevur eina tíðindaredaksjón (og ikki tvær óheftar, sum Public Service sáttmálin greitt tilskilar). Har er bert ein tíðindaleiðsla, og journalistarnir flyta ímillum og starvast í báðum tíðindadeildunum. Tá vit hava so fáar kritiskar fjølmiðlar annars í landinum, er tað óheppi og stundum vandamikið, at Kringvarpið bert hevur ein vinkul uppá søgurnar.

Ein eftirmeting hevði kanska komið fram til, at tað er alneyðugt at savna virksemið í einum húsið og at stovnurin má hava tvær sjálvstøðugar tíðindaredaksjónir. Ella kanska hevði niðurstøðan verið ein heilt onnur - at rættari var at skilja útvarp og sjónvarp sundur aftur. Ella deila játtanina upp, so tað liggur fast júst hvørja játtan útvarpið og sjónvarpið skal hava. Hetta fyri at fyribyrgja, at tað ikki støðugt verður etið av hjá hvørjum øðrum í einum innanhýsis eljustríði um avmarkaðu játtanina.


Á Løgtingi, 7. August 2012

Gunvør Balle
Løgtingskvinna


tirsdag den 7. august 2012

Fyrispurningur til løgmann um hann ætlar at taka ynski sítt um eina endurskoðaða avtalu millum Føroyar og Danmark upp á ríkisfundi


Nr. 1/2012
Gunvør Balle
løgtingskvinna



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um komandi ríkisfundin og ætlanir at endurskoða avtaluna millum Føroyar og Danmark, settur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)


1.     Hvørji mál ætlar løgmaður at taka upp á komandi ríkisfundi?
2.     Ætlar løgmaður at arbeiða við at fáa eina breiða semju millum allar flokkar um, hvussu ein nýggj skipan millum Føroyar og Danmark skal síggja út?
3.     Ætlar løgmaður at taka ynski sítt um eina endurskoðaða avtalu millum Føroyar og Danmark upp á ríkisfundi síðst í august?
4.     Um hetta ikki er ætlanin, hvussu ætlar løgmaður ítøkiliga at fara fram, fyri at fáa hol á arbeiðið at fáa eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark?

Viðmerkingar:
Í frágreiðing løgmans á ólavsøku varð boðað frá, at løgmaður ynskir eina nýggja avtalu millum Føroyar og Danmark. Áhugavert er at vita, um løgmaður ætlar at fáa allar flokkar á Løgtingi við í at fyrireika hetta arbeiðið, ella hvussu hann ætlar at fara fram.

Seinast í august verður ríkisfundur í Grønlandi. Tað er gylt høvið at bera hetta mál fram. Tí verður spurt um framtíðarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða á skrá á fundinum.



Á Løgtingi, 7. august 2012

Gunvør Balle

søndag den 5. august 2012

Aftur á kós móti einum sjálvstøðugum Føroyum



Fyri Føroyum skulu føroyingar ráða. Hesi orð eiga at vera so fullkomiliga náttúrlig fyri okkum, ið her búgva. Hvør vil ikki ráða yvir sær sjálvum? Men ein partur av føroyingum, hevur søguliga ikki tikið undir við hesum sjónarmiði. Tí er tað stórhending og eitt nýbrot, at løgmaður, formaður Sambandsfloksins, á Ólavsøku kunngjørdi, at hann ynskir at Føroyar gerast sjálvstøðugt land.


Útmeldingin merkir, at loksins er hetta týðandi evni komið aftur á skrá. Fyri flestu føroyingar, óansæð politiskan lit, hevur tað verið ein oyðimarkargongd, at sjálvstýrismál hava verið mestsum deyð og jarðað seinastu árini. Tí er tað djarvt og neyðugt av løgmanni at siga sum er, at tørvur er á broytingum í ríkisrættarligu støðu okkara. Hann hevur púra rætt í, at vit kunnu ikki halda fram at stinga høvdið í sandin og lata sum trupulleikarnir ikki finnast. Vit mugu byrja at skifta orð um og mýkja hetta eksistensiella mál aftur og royna at finna eina semju.

At tað er formaðurin í sambandsflokkinum, ið kemur við útsøgnini, hevur tann fyrimun, at hon noyðir onnur sambandsfólk út úr holunum. Og undir umrøðuni av løgmansrøðuni hevur tað verið áhugavert at hoyra sambandsfólk sjálvi seta orð á, hvussu langt tey eru sinnaði at fara á sjálvstýrisleið. Gleddist um at fleiri teirra siga seg ynskja sjálvberandi búskap, støðugt at yvirtaka fleiri málsøkir og at vit gerast sjálvstøðugt land í einhvørjum felagsskapi við Danmark.


Løgmaður hevur sparkað eitt tiltrongt kjak í gongd innanveggja í Sambandinum um ríkisfelagsskapurin í verandi líki eisini er ein hóskandi skipan framyvir. Við hesum er tað eydnast at blása lív aftur í fullveldiskjakið, og Sambandið hevur yvirhálað Sjálvstýrisflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin við fleiri bátslongdum. Vit fylgja spent gongdini og eg velji at trúgva, at hetta er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum sjálvstýrispolitikki. Har vit megna at finna semju um okkara framtíðar støðu millum onnur lond. Semju um, at fyri at vit skulu fjølgast og trívast, er neyðugt at vit støðugt mennast vinnuliga, mentanarliga og tjóðskaparliga. Tá fullveldisstríðið var fremsta politiska raðfesting frá 1998 fluttu fólk heim í hópatali, tí tey vildu vera við til at byggja land. Hesa kenslu kunnu vit fáa fram í fólk aftur og tá kunnu vit útinna kraftarverk.

Eftir sigurin hjá teimum sameindu við El Alamein, segði Sir Winston Churchil hesi víðagitnu orð: “This is not the end. It is not even the beginning. But it is, perhaps, the beginning of the end”.

Kanska hetta er byrjanin til endan á “Danmark forsåvidt angår Færøerne”. Kanska er tað skjótt ein farin tíð, at vit brúka meginpartin av politisku orkuni uppá at kjakast um fyrimunir og vansar við fullveldi og sambandi, alt meðan vit ikki flyta okkum úr stað. Vóni tað ikki er fjart úti í framtíðini, at vit fara at brúka alla politiska orku til at menna einar blómandi, sjálvstýrandi Føroyar. Tí fyri Føroyum skulu føroyingar sjálvandi ráða.