tirsdag den 26. juni 2012

Eigur Kringvarpið ongan góðan?



Kringvarpið átti at havt sín sjálvsagda leiklut sum fremsti almenni fjølmiðil okkara, sum skal veita kritiskan og dygdargóðan tíðindaflutning hvønn dag í árinum. Høvuðsuppgávan er, at framleiða føroyskt tilfar á høgum støði, soleiðis at Kringvarpið gerst mentanarberin, ið støðugt styrkir føroyska samleikan og ger okkum meir tilvitað, klók, errin og góð við okkara mál, mentan og søgu.

Men hesar uppgávur røkir stovnurin tíverri langt frá í dag. Tað hevur gingið afturá hond við góðskuni seinastu árini og summarskráin er enn ein staðfesting av keðiligu gongdini. Við avgerðini um at taka Dag & Viku av skrá í 7 vikur niðurlaðar stovnurin í veruleikanum sín egna tilverurætt. Hvør skal gera tíðindi, barnasendingar og mentanarsendingar úr Føroyum um Kringvarpið ikki ger tað? Tá hesar uppgávur ikki verða røktar, kunnu vit sum brúkarar av røttum spyrja, hví vit skulu gjalda kringvarpsgjald.
Útvarpið, sum plagdi at eiga mesta av tí seiggi, ið hóast alt kemur fra stovninum, tykist summarmánaðirnar nærmast at vera farið í dvala. Ongi serlig krøv vera sett til mentanarliga og málsliga førningin hjá mikrofonhaldarunum, og small-talk og tilvildarligur tónleikur surrar úr lurtinum samdøgrið á tamb.

Niðurbræðingin av fremsta tíðinda- og mentanarstovni okkara er eitt tað stórsta vandamálið vit hava í samfelagnum í dag. Kanska tað størsta einstaka vandamálið. Tí demokratiska undirskotið er frammanundan so óhugnaliga stórt í hesum samfelagnum, og tað er helst ein avgerandi orsøk til at vit eru komin so langt út politiskt. Sera fá fólk við vitan og innliti, hava hug ella dirvi at úttala seg. Bert einstøk dagbløð taka sína uppgávu í álvara og sýna journalistiskt virði, og tí átti almenna kringvarp okkara at verið hvassasti slóðarin fyri fólkaræðinum og fyri upplýsandi og kritiskum fjølmiðlaflutningi. Tí gudarnir skulu vita, at politiska vanstýringin átti at sett allar alarmklokkur í gongd hjá vakthundinum í Sortudíki.  24tíma vaktarhald av makthavarunum átti at haft hægstu raðfesting. Kringvarpið hevur hóast alt yvir 60 mió kr árliga at arbeiða við, so her mugu vit kunnu krevja okkurt betri enn tað vit fáa.

Helst botnar hendan vanlukkuliga støða í, at Kringvarpið er slept uppá fjall. Politiskt tykist ongin áhugi vera fyri stovninum, sum gloymdur og forsømdur sleppur at sigla sín egna sjógv.
7 ár eru liðin síðan útvarpið og sjónvarpið vóru løgd saman, og tí er hóskandi at steðga á og spyrja, hvørjar batar og rasjonaliseringar samfelagið hevur fingið við samanleggingini. Hava vit fingið eitt betri sjónvarp? Eitt betri útvarp? Hava vit fingið meir fyri pengarnar?

Enn húsast stovnurin í tveimum støðum og sambært langtíðar íløguætlanum hjá lands- stýrinum skal virksemi ikki savnast undir einari lon. Hetta er dýrt, mentanirnar eru framvegis ikki samansjóðaðar og alt samfelagið rindar prísin við verri góðsku. Hóskandi hevði verið at eftirmett Kringvarpið eftir broytingarnar seinastu árini við samanlegging og public-service sáttmála. Við einari tíðindaleiðslu, og journalistum, ið flyta ímillum báðar tíðindadeildirnar, hevur Kringvarpið í veruleikanum ikki tvær óheftar tíðindaredaksjónir. Tá vit hava so fáar kritiskar fjølmiðlar, er tað óheppi og stundum vandamikið, at Kringvarpið bert hevur ein vinkul uppá søgurnar.

Ein eftirmeting hevði kanska komið fram til, at tað er alneyðugt at samla virksemið í einum húsið og at stovnurin má hava tvær sjálvstøðugar tíðindaredaksjónir. Ella kanska hevði niðurstøðan verið ein heilt onnur - at rættari var at skilja útvarp og sjónvarp sundur aftur. Ella deila játtanina upp, so tað liggur fast júst hvørja játtan útvarpið og sjónvarpið skal hava. Hetta fyri at fyribyrgja, at tað ikki støðugt verður etið av hjá hvørjum øðrum í einum innanhýsis eljustríði um avmarkaðu játtanina.

Tìðin er komin til, at vit seta okkum greið, men realistisk mál fyri Kringvarpið. Eitt mál má vera, at ein ávis nøgd av føroyskum tilfari skal framleiðast. Og reglulig, dygdargóð tíðindir skulu raðfestast hvønn dag í árinum, bæði í úf og svf. Her krevst ein vilji og ein greið visjón frá øllum avvarðandi pørtum - landsstýrismanninum, stýrinum og leiðsluni - um at fokusera uppá høvuðsuppgávuna hjá Kringvarpinum. Hendan  uppgáva krevur eitt bankandi hjarta og vilja til at fáa stovnin aftur í oddin fyri fólkaræðinum og at lyfta hin føroyska mentanararvin.

fredag den 8. juni 2012

Tekniski skúli í Klaksvík - enn einaferð



Eitt av teimum seinastu málunum, ið vóru fyri á Løgtingi í seinastu viku, var útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík. Til 2. viðgerð vóru tríggjar atkvøður ímóti (tvær úr Tjóðveldi, ein úr Fólkaflokkinum) og ein blonk úr Fólkaflokkinum. Til 3. viðgerð vóru tvær nei-atkvøður úr Tjóðveldi og tvær blankar úr Fólkaflokkinum.

Sjálv atkvøddi eg ímóti og eg vil fegin greiða frá, hví eg gjørdi tað. Fyrst er at siga, at hendan
verklagslóg er komin ov tíðliga. Tað er ikki í lagi, at biðja Løgtingið játta 36 mió til útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík, áðrenn landsstýrismaðurin hevur tikið ta yvirskipaðu avgerðina um hvussu skúladeplarnir í Norðurøkinum endaliga skulu skipast. Herundir, hvat virksemi skal vera í Klaksvík og hvat skal vera í Kambsdali. Landsstýrismaðurin sigur seg enn ikki hava tikið støðu til um Norðurøkið skal skipast í ein ella tveir deplar enn. Men so eigur hann at bíða við at leggja verklagslógina um útbygging av skúlunum í Kambsdali og Klaksvík fram til tann avgerðin er tikin.

Mangt bendir á, at landsstýrismaðurin hevur hug at hava tveir deplar í Norðoyggjum, ein í Klaksvík og ein í Kambsdali. Vit hava gjørt íløgur fyri 100-tals milliónir í undirsjóvartunlar júst fyri at kunna skipa samfelagið effektivari og skynsamari. Og tað kundi ein skúladepil í Norðurøkinum verið eitt upplagt dømi um. Eg hevði við fullum huga tikið undir við einum uppskoti um at ein fakliga sterkur og spennandi útbúgvingardepil varð skipaður í Norðurøkinum, við einari leiðslu, sum umfatar Handilsskúlan og studentaskúlan ì Kambsdali og Tekniska skúla og HF-skeið í Klaksvík. Tað ber væl til at hava ein depil og eina leiðslu, sjálvt um bygningarnir eru í fleiri støðum. Fleiri skúlar bæði her í landinum og uttanlands liva undir hesum treytum. Síðan avgerð varð tikin um at byggja ein skúladepil í Havn hevur tað ligið í kortunum, at vit skulu hava tríggjar miðnámsskúladeplar í landinum, ein í Suðuroy, ein í Havn og ein í Norðurøkinum. Hetta er tað einasta rætta í einum so lítlum landi sum okkara.

Sum nú er, biðjur Landsstýrið um 36 mió til Tekniska skúla í Klaksvík og vit vita at Landsstýrið ætlar at biðja Løgtingið um 22 mió til skúlarnar á Kambsdali í heyst. 58mió kr eru nógvir pengar at játta uppá kvamsvís. Tí Løgtingið hevur nærum ongar upplýsingar fingið um tørvsmeting, framtíðarætlanir og hvat pengarnir skulu brúkast til.

Løgtingið má tryggja sær at hesar báðar útbyggingar verða samskipaðar so man ikki byggir dupultfunktiónir ella byggir okkurt, ið tørvur ikki verður á. Tí haldi eg ikki tað er ov nógv at krevja, at landsstýrismaðurin kemur við einari felags verklagslóg fyri útbygging av báðum skúlunum, har eitt væl gjøgnumarbeitt fyrireikingar arbeiði er gjørt og har tað er greitt fyri Løgtinginum hvør heildarætlanin er.

Vit mugu koma burtur frá hesum tilvildarliga arbeiðsháttinum og taka við læru av teimum ræðandi dømum um illa fyrireikaðar byggiverkætlanir, ið vit enn stríðast við, td. Apoteksverkið, Trygdarmiðstøðin í Klaksvík og Miðnámsskúlin í Hovi. Vit mugu gerast klókari og fyrireika komandi byggiverkætlanir betri.


Undir 2. viðgerð setti andstøðan eitt uppskot fram, um at bygginevndirnar, ið eru settar í sambandi við útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík og við útbygging av Studenta- og HF-skeiði í Eysturoy, skulu semjast um byggiskrá og forprosjekt fyri báðar verkætlanirnar, áðrenn farið verður undir útbyggingina.

Hetta uppskot var sett fram fyri at tryggja, at útbygging av Studenta- og HF-skeiði í Eysturoy og av Tekniska Skúla í Klaksvík verða gjørdar í samsvari við hvørja aðra, soleiðis at tær saman koma at nøkta tann tørv, ið verður á hølum til matvøru-, yrkis- og miðnámsútbúgvingar í Eysturoynni og Norðoyggjum frameftir. Í uppskotinum varð mælt til, at bygginevndirnar í sambandi við báðar útbyggingarnar samstarva og gera felags tilmæli til byggiskrá og forprosjekt í Klaksvík og í Eysturoynni, áðrenn farið verður undir útbyggingar.

Hetta uppskot feldi samgongan. Um tað hevði verðið samtykt, hevði eg ikki ivast í at atkvøtt fyri lógini um útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík.

Gunvør Balle
løgtingskvinna

onsdag den 16. maj 2012

Makrel býtið - tað verður betri næstu ferð!

Í hesum døgum fer eitt eljustríð fram, um hvussu tey astronomisku makrel-virðini skulu deilast út til aktørar í vinnuni. Ein útvaldur bólkur av samgongulimum, við fiskimálaráðharranum á odda, hava snikkað saman eitt lógaruppskot, ið deilir makrel út til stórt sæð allar bólkar. Arbeiðshátturin er reindyrkaður sovjettiskur planbúskapur, har ovasta politiska skipanin lutar almenna ogn út til fyritøkur. Summar fáa nógv, aðrar minni. Hvørji kriteriir ella argumentir, ið liggja til grund, er vónleyst at fáa greiðu á. Og tað skal samgongan eiga, hon roynir heldur ikki at fyrigykla okkum, at har er nakað gjøgnumskygni. Øll hava fingið eitt sindur, so ongin kann ordiliga klaga. Men kortini skapar hetta  stóra frustrasjón og illgruna millum fólk, tí ongin skilir og kann gjøgnumskoða rationalið aftanfyri býtið.

Og so mín sann tónar løgmaður fram í bløðunum í gjáravkøldið og sigur, at tað verður betri næstu ferð! At hann heldur ein uppboðssøla hevði verið nógv tann rættari hátturin. Men tað er ikki politisk semja um tað, verður lagt aftrat. Eg eri sannførd um, at tað er semja millum 3/4 av tinglimum um uppboðssøluna, men sig sum er løgmaður. Tað er fólkaflokkurin, ið ikki vil loyva marknaðarskipanini at virka, og sum ikki einaferð boyggir sambandsflokkurin seg í dusti fyri einaveldisflokkinum. Men um løgmaður veruliga meinar tað hann sigur, so veit hann hvørjar flokkar hann skal samstarva við, fyri at fáa eina skilabetri umsiting av fiskivinnuni. Vit eru tilreiðar.

Í umrøðuni í Tinginum mánadagin um makrelbýtið var greitt, at nógv ónøgd er í øllum flokkum um býtið og um manningargjaldið, ið ásetir eitt gjald uppá eina kr/kg fyri at brúka útlendska manning. Niðurstøðan hjá fiskimálaráðharranum var, at líkamikið hvussu hetta verður gjørt, so er vónleyst at gera øll nøgd og har er ongin rættur máti at býta. Hvør skal siga, tí mugu vit bara gera sum frægast.

Tað er helst rætt at tað finst ikki ein perfekt skipan. Men tað er tó ein nógv frægari máti at útluta loyvini uppá, sum er grundaður á gjøgnumskygni og rættvísa kapping. Ein roynd var gjørd í fjørsummar, har grundprinsippið var at nótaskipini fáa útlutað ein part og restin verður boðið út á uppboði.

Sjálvsagt eiga vit at binda fyri, so tær óhepnu avleiðingarnar, ið sóust frá fiskiskapinum í fjør, ikki henda aftur. M.a. ber til at áseta við lóg, at bert fyritøkur skrásettar og heimahoyrandi í Føroyum hava rætt at bjóða og at føroyskir sáttmálar skulu vera galdandi.

Men ongin ivi er um, at vansarnir við politiskari útlutan eru eins mangir og eyðsýndir og fyrimunirnir við uppboðssøluni:

  • Vit sleppa undan eini korruptari skipan. Tá landsstýrismaðurin ikki lutar út, hvørvur illgrunin sum altíð vil vera, óansæð hvussu reiðiligur fiskimálaráðharrin er.
  • Tað er kapping millum aktørarnar, sum avger hvør sleppur framat fatinum, tí hægstbjóðandi fær fiskiloyvi. Hetta er júst sama prinsipp sum í øðrum vinnum, har tann mest kappingarføra fyritøkan vinnur arbeiðið.
  • Uppboðssølan staðfestir, at landið eigur rættindini, og tá fiskaríið er liðugt, fella loyvini aftur til landið, tey kunnu ikki seljast víðari og ongin bólkur kann siga seg eiga forrættindi næstu ferð.
  • Uppboðssølan í fjør prógvaði hvussu stór virðir eru uppá spæl og landið fekk nógv hægri tilfeingisrentu enn væntað. Og við at loyva marknaðarmekanismuni at virka, er tað vinnan sjálv, ið ásetir støddina á tilfeingisgjaldinum. Tí hon bjóðar bert tað uppá fiskin, sum hon veit, at hon klárar at forrenta.

Uppboðssølan hevur helst onkur lýtir, men hon er nógva ferðirnar frægari enn politisk útlutan og bureaukratisk ásett tilfeingisgjald, sum hvørki avspeglar rættvísi ella tilskundan at skapa stóran vinning. Ein marknaðarbaserað skipan ger fyritøkurnar kappingarførar og eggjar til at skapa sum mestan vinning. Hetta prinsipp góðtaka vit og skilja í øllum øðrum vinnum enn í høvuðsvinnuni. Og tað er løgið og sera skaðiligt fyri okkum øll at vit ikki loyva fiskivinnuni eisini at virka undir marknaðartreytum. Tí tað hevði skapt so nógv størri inntøkur bæði til fyritøkurnar og til landið um vit tordu at trúgva uppá at  marknaðarskipanin eisini eigur at virka í fiskivinnuni.

Gunvør Balle
tingkvinna

fredag den 11. maj 2012

føroyskar bókmentir út í heim



Tað vóru kveikjandi tíðindi at frætta í útvarpinum í morgun, um átakið sum nú er í gongd fyri at fáa føroyskar bókmentir sjónligar úti í heimi. Ivist ikki í, at her liggur eitt stórt potentiali, tí vit eiga fleiri rithøvundar, sum lata dygdarverk úr hondum og umheimurin hevur alt ov leingi bíðað eftir at fáa part í hesum skatti okkara.
Nýsetti bókmentaligi samskiparin Jenny Johannesen nevndi, at Ìsland er ein fyrimynd á hesum øki, tí íslendskar bókmentir so væl hava megnað at gerast sjónligar uttanlands. 
Hon segði m.a., "Tá tey kunnu, kunnu vit eisini" . Og hetta er so satt so satt. At vit gera eitt slíkt átak til frama fyri føroyskar bókmentir er eitt dømi um, at vit saktans megna tað vit seta okkum fyri. Men tað er ikki bert á hesum øki, at vit kunnu siga, at tá tað ber til hjá íslendingum, eigur tað eisini at bera til hjá okkum. 

Serliga tá tað snýr seg um tað, ið hevur við tjóðarbygging at gera, kunnu vit nýta Ísland sum fyrimynd. Tey hava ein stálsettan vilja at virðismeta og raðfesta sína mentan, søgu, móðurmálið, samleika, skúlaskap, gransking, list - snøgt sagt, alt sum skapar eina sjálvstøðuga tjóð í eini livandi sterkari mentan.
Á øllum hesum økjum kundu vit lært nógv við at hugt til Íslands. Tí vit kunnu eisini. Tað krevst bert at vit vilja.

mandag den 7. maj 2012

Umskipan av bygnaðinum í fólkaskúlanum. Svar uppá skrivl spurning til Bjørn Kalsø


Svar

upp á

skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum. Løgtingsmál nr. S-33/2011: Viðvíkjandi umskipan av bygnaðinum í fólkaskúlanum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at skipa framtíðar bygnaðin í fólkaskúlanum fyri at náa málinum um at skerja fólkaskúlan við 16 mió. komandi 5 árini, utttan at lækka undirvís­ingar­støðið?
2.     Hvat verður ítøkiliga meint við, at ”fylla næmingar í flokkar, sum ikki hava fult næmingatal?
3.     Verður talan um at skapa færri og sterkari skúlaeindir?
4.     Verður hetta bert gjørt, um kommunurnar verða færri í tali, ella verður tað gjørt uttan mun til úrslitið av kommunusamanleggingum?
5.     Um tað verður gjørt uttan mun til úrslitið av kommunusamanlegging, hvussu verður farið fram?

Svar

Til 1: Í kørmunum eru framskrivingarnar á fólkaskúlaøkinum 10 mió. kr. og sparingarnar á 16 mió. kr. Lækkingin á fólkaskúlajáttanini er sostatt 6 mió. kr. fram til og við 2017, ella eina góða mió. kr. um árið komandi 5 árini.

Tað eru nógv dømi um, at vit í skúlum, sum liggja stutt frá hvørjum øðrum, hava flokkar á sama floksstigi við lutfalsliga fáum næmingum. Ein lítil flokkur kostar, við galdandi skipan, nærum líka nógvar læraratímar sum ein størri flokkur.

Við betri samstarvi og einum meira hóskandi skúlabygnaði, har tað landafrøðiliga er møguligt, ber til at reka skúlan bíligari uttan at lækka undirvísingarstøðið.

Ætlanin er at røkka hesum máli við at skipa størri skúlaeindir og við eini betri skipaðari innskriving av næmingum. Ein skúlaeind er ein arbeiðseind, sum saktans kann húsast í fleiri skúlum. Sum dømi kann eg vísa á Eysturkommunu, har 1. – 3. floks undirvísingin, umframt forskúli, eru í Leirvík. Næmingarnir í 4. – 7. flokki ganga í skúla í Gøtu, og framhaldsdeildin er savnað í Fuglafirði. Á henda hátt verður bæði tann fakliga, tann pedagogiska og tann fíggjarliga orkan brúkt á ein skilagóðan hátt. Lærarar fáa høvi til at menna sínar førleikar, og næmingar fáa fleiri og fjølbroyttari undirvísingartilboð.

Tað er umráðandi, at næmingurin verður settur í miðdepilin, tá hugsað verður um framtíðar skúla.

Skúlin skal menna bæði fakligar-, sosialar-, og musiskt/kreativar førleikar hjá einstaka næminginum. Somuleiðis skal skúlin rúma øllum næmingum, og pláss skal verða fyri fjølbroytni og ymiskleika. Umstøður skulu verða fyri næmingalagaðari undirvísing, har allir næmingar, eisini næmingar við skerdum førleikum, kunnu fáa mennandi og fjølbroytt skúlatilboð í mun til teirra evni og áhuga.

Fyri at røkka málinum innan verandi karmar, verður neyðugt við tillagingum í skúlabygnaðinum.

Til 2: Hesin spurningur er nakað ógreiður, tí tað er ikki nakað mál í sjálvum sær at fylla næmingar í flokkarnar, sum spyrjarin tekur til. Men við einum meira hóskandi bygnaði við færri flokkum ber til, sum víst verður á í svari til spurning 1, at fáa eina eins góða undirvísing fyri eina heldur lægri játtan.

Til 3: Víst verður til svarið í spurningi 1.

Til 4 og 5: Málið, sum samgongan hevur sett sær, er at leggja skúlan út til kommunurnar at umsita. Tað verður gjørt fyri at greiða fíggjarliga tvíbýtta ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, sum er í galdandi skipan, har kommunurnar byggja, reka og skipa skúlabygnaðin saman við skúlastýrinum, ímeðan landið rindar læraratímar til flokkarnar.

Í samband við arbeiðið at leggja skúlan út er best  og greiðast, um vit fáa færri og størri kommunalar eindir, ið einsamallar megna at lyfta uppgávurnar, ið verða lagdar út. Tað fer at gera tað lættari at fara undir samráðingar við kommunurnar um fíggingarleist og um, hvussu fólkaskúlin skal skipast framtíðini.

Fáa vit ikki størri kommunalar eindir, fari eg kortini at leggja upp til, at umskipanin á fólkaskúlaøkinum verður framd í tøttum samstarvi við kommunur, Lærarafelag og onnur, ið varða av skúlanum.



Vinarliga
Mentamálaráðið

Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

Viðmerkingar:
Í uppskotinum til játtanarkarmar hevur landsstýrið uppskot um skúlanýskipan. Tað er sera áhugavert at fáa landsstýrismannin at útgreina, hvussu skúlanýskipanin skal fara fram.

Í dag eru 54 fólkaskúlar í landinum, harav tríggir eru skipaðir sum frí/privatskúlar. Av teimum 51 fólkaskúlunum, hava 10 skúlar færri enn 10 næmingar og 17 skúlar færri enn 50 næmingar. Tað er eyðsæð, at so smáir skúlar, hava verri møguleika at geva næmingum eins góða og fjølbroytta frálæru og skúlagongd sum heild, sum næmingar í størri skúlaeindum fáa.

Tað er tí eitt gott mál at seta sær, at skapa færri og sterkari skúlaeindir í fólkaskúlanum, - um tað er málið. Ikki bara tí, at tað er óneyðuga dýrt at reka fólkaskúlan við verandi bygnaði, men fyrst og fremst tí, at allir næmingar í føroyska fólkaskúlanum, sum er, ikki hava sama tilboð. Tað er tó sera týdningarmikið, at henda nýskipan fer fram í tøttum samstarvi við avvarandi partar og høvuðsdentur má vera á, at styrkja fakliga støðið og trivnaðin fyri næmingar kring alt landið

Fólkaskúlin skal spara 16 milliónir kr. fram til 2017, men smbrt landsstýrismanninum, kan hetta gerast uttan at dygdin versnar ella at næmingarnir fáa verri undirvísing. Sum skilst, skal hetta gerast við at fylla fleiri næmingar í flokkar, sum ikki hava fult næmingatal. Hetta ljóðar tó sum ein sera einføld loysn uppá eina stóra avbjóðing. Tosað verður sostatt um færri og størri flokkar, men ikki um avleiðingin verður færri skúlar, sum tað neyðturviliga má enda við. Tí má almenningurin fáa greiðu á, hvat meint verður við at fylla uppí flokkar.

Eisini er nógv ógreitt viðv. Ábyrgdarbýtinum av fólkaskúlanum millum land og kommunur. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin skjótt at fáa greiðu á hesum ábyrgdarbýti, so nýskipanirnar kunnu henda og harvið sparingarnar røkkast? Um tað ikki eydnast at fáa eina avtalu um ábyrgdarbýtið við kommunurnar skjótt, má tað ikki henda, at sparingin rakar fólkaskúlan yvir ein kamb. Tí seinastu árini er spart nógv innan hetta økið – tímajáttanin er støðugt minkað, játtanin til vikarar er sera lítil eins og játtan til rokni/lesiskeið og til serligan tørv er skorin inn á bein.

Um rætt verður borið at, er ongin ivi um at fólkaskúlin kann rekast bíligari enn hann er í dag. Men hetta má gerast við einari breiðari og fleksiblari tilgongd, har ymisk tiltøk verða tikin í nýtslu fyri at røkka ein effektivari, bíligari og betri skúla. Tí tykist tað sera einfalt, at siga, at henda nýskipan skal røkkast bert við at fylla fleiri næmingar inn í skúlastovurnar.
Á Løgtingi, 16. apríl 2012
Gunvør Balle
Løgtingskvinna


fredag den 27. april 2012

Svar frá Johan Dahl uppá skrvl. fyrispurning um at leggja Jarðfeingi saman við Eftirlitsstovnunum á Skálatrøð.


Nr. 37/2011
Gunvør Balle
løgtingskvinna



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um samanlegging av stovnum, settur Johan Dahl, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

1.     Ætlar landsstýrismaðurin framvegis at leggja Jarðfeingi saman við eftirlits stovnunum á Skálatrøð?
2.     Um ja, hvørjar eru grundgevingarnar?

Viðmerkingar:
Vinnumálaráðið hevur fingið hoyringsskriv aftur frá Jarðfeingi, um ætlanirnar at leggja stovnin saman við eftirlitsstovnunum á Skálatrøð. Útgangsstøðið fyri svarinum frá Jarðfeingi er, at málið hjá landsstýrismanninum er effektivisering, meðan samanlegging er amboðið. Í drúgvum uppriti mælir Jarðfeingi staðiliga landsstýris­manninum frá at fremja hesar ætlanir, tí talan verður ikki um effektivisering, heldur hinvegin.

Beint aftaná hoyringsskrivið frá Jarðfeingi kom Búskaparfrágreiðingin hjá landsstýrinum. Í henni stendur: ” Í 2012 verða eftirlitini á Skálatrøð, Skráseting Føroya, Kappingareftirlitið og Jarðfeingi  samanløgd í ein stovn, sum eftir ætlan verður nevndur Vinnustýrið. ”

Sostatt tykist avgerð longu vera tikin um, at hesir stovnar skulu leggjast saman, uttan mun til saklig og faklig argument, ið vísa á, at als eingin sparing spyrst burturúr, heldur hinvegin.

Jarðfeingi skrivar:
”Ført varð fram í skitsuni hjá Vinnumálaráðnum um samanlegging og effektivisering, at ein samanlegging av Jarðfeingi og fyristingini á Skálatrøð kann skapa góðar karmar og menning fyri vinnuna á landi og herundir leitingarvirksemi eftir kolvetni. Hetta er ein misskiljing, tí tað er oljuleiting, ið skapar møguleikar fyri vinnuligum virksemi – ikki øvugt.”

Jarðfeingi førir harumframt fram, at ein flyting oman á Skálatrøð er kostnaðarmikil, millum annað tí at um nýggj høli skulu innrættast, má tað væntast at hava munandi kostnað við sær, antin sum íløga ella sum hægri leigukostnaður, samanborið við verandi leigukostnað í Hoyvík. Eisini verður víst á týdningin av, at vísindaliga virksemið á stovninum framhaldandi verður óheft, og at alt virksemið á Jarðfeingi við vissu fer at verða darvað, um tað skal leggjast saman við eftirlitsvirkseminum á Skálatrøð.

Tað eru tí nógv og vælgrundað argument fyri, at endamálið hjá landsstýrismanninum við at leggja stovnarnar saman – nevniliga effektivisering – als ikki verður rokkið við hesum ætlanum, heldur hinvegin, verður talan um meirkostnað, og at virksemi á Jarðfeingi verður darvað við at verða lagt saman við so øðrvísi virkismentan.

Tí er tað sera umráðandi at fáa at vita, um landsstýrismaðurin tekur tilmæli frá Jarðfeingi til eftirtektar og steðgar ætlanini um at leggja stovnarnar saman. Um landsstýrismaðurin hinvegin heldur fast um sína ætlan, er tað av stórum almennum áhuga at fáa greiði á, hvørjar grundgevingar kunnu rættvísgera, at samanleggingin kortini verður framd.



Á Løgtingi, 11. apríl 2012

Gunvør Balle


Svar til spurning 1 og 2
Vinnumálaráðið arbeiðir áhaldandi fyri at skapa vinnuni góðar karmar, og snýr hetta arbeiði seg um skipa fyri einum góðum regluverki og hartil hoyrandi eftirliti og tænastu til vinnuna.

Í hesum sambandi er umráðandi, at umsitingarliga orkan verður brúkt so effektivt sum tilber, samstundis sum uppbygd verða sterk faklig umhvørvi. Afturat hesum kemur, at krav er um áhaldandi sparingar.

Í hesum sambandi er ein áhaldandi umskipan á økinum hjá Vinnumálaráðnum farin fram – bæði innanhýsis í ráðnum og hjá stovnunum.

Á sjóvinnusíðuni er umsitingin savnað í Sjóvinnustýrinum. Tá tað snýr seg um trygd á arbeiðsplássum, matvørutrygd og sjúkur hjá djórum, er umsitingin savnað hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Fyri at hava ein so rationellan rakstur sum tilber, hava stovnarnir Skráseting Føroya, Kappingareftirlitið, Tryggingareftirlitið, Posteftirlitið og Fjarskiftiseftirlitið verið skipaðir við felags leiðslu og undir somu lon.

Í síni tí varð Jarfrøðisavnið lagt saman við táverandi oljufyrisiting fyri at skapa samvirkisfyrimunir, tá tað snýr seg um jarðfrøðiliga vitan.

Ein samanlegging av Jarðfeingi og stovnunum á Skálatrøð kemur at skapa eitt størri fakligt umhvørvi og eina meira professionella og effektiva umsiting. Stovnarnir á Skálatrøð hava sum arbeiðsøki loyvisveiting, regulering, eftirlit og skráseting, meðan arbeiðsøkið hjá Jarðfeingi er loyvisveiting, regulering, eftirlit, menning, marknaðarføring og gransking.

Nýggja Vinnustýrið kemur at umsita generella vinnulóggávu, sektorlóggávu, menning, marknaðarføring og gransking. Í Vinnustýrinum fara sostatt flest øll viðurskifti, sum hava við vinnulívið at gera, at liggja á einum og sama stað til fyrimuns fyri fyritøkurnar og restina av almennu fyrisitingini.

Eg skilji væl, at atlit skulu takast til granskingarvirksemið hjá Jarðfeingi, og at tann parturin, sum ikki hevur við gransking at gera, kemur at fylla meira í Vinnustýrinum. Hartil er at siga, at sum er, er granskingin saman við loyvisveitings-, eftirlits- og reguleringsfunktiónum, so prinsipielt er ongin broyting í so máta. Hinvegin so er ætlanin í sambandi við umskipanina at meta um, hvørt tað organisatoriskt er møguligt at skipa nýggja stovnin soleiðis, at granskingin gerst so óheft sum tilber.

Vinnumálaráðið, Jarðfeingi og leiðslan fyri stovnarnar á Skálatrøð eru farin undir arbeiðið viðvíkjandi hølisviðurskiftunum.


Vinnumálaráðið, tann 23. apríl 2012



Johan Dahl
landsstýrismaður

mandag den 23. april 2012

Pínliga flaggdagsferð løgmans



Tað finnast ikki orð fyri hvussu pínlig flaggdagsferð løgmans til London er. Og fullkomiliga óskiljandi er tað, at landsins leiðari ikki eigur so frætt av gefühl, at hann ikki ístaðin heldir seg langt burtur. Havandi í huga, at hann júst hevur gjørt av, at stongja sendistovuna í einum av heimsins størstu og týdningarmestu høvuðsstaðum. Heldur áttu vit at sett okkum visjónir og mál um at víðka og útbyggja samstarvið við Stóra Bretland.  

Nei, hann velur heldur, ambráður, at bjóða til veitslu! Og henda veitsla - sum í veruleikanum er eitt ervi - skal haldast inni undir skjúrtufaldinum á donsku sendikvinnuni, har føroyingar í London kanska sleppa innum. Um tey altso hava minst til at tekna seg, so tey fáa eina innbjóðing. Merkið skal hátíðarhaldast, og spennandi verður at sjá um tað blánar í einum horni í stovuni, har Dannebrog og danska skjaldramerkið sjálvsagt eiga heiðursplássið. Vit kunnu íhvussu er vera viss um at tað rodnar.

Er onki mark fyri undirbrotligheitini og manglandi pli-kensluni hjá okkara fremsta leiðara?
Eg skilji hetta ikki, men kanska finst ein frágreiðing. Tað hevði sømt seg, um løgmaður gevur Føroya fólki eina grundgeving, ið kann kasta ljós á endamálið við ferðini?

Eg øvundi ikki støðuna hjá røðuskrivandi embætisfólkinum, sum helst kýtir seg fyri at pynta uppá og rættvísgera tann absurda sjónleikin, sum gestirnir verða vitni til.

Heldur átti landsstýrið at satsa stórt uppá Bretland. Fyrst og fremst við at tora at stuðla eini flogrutu til London minst tvær ferðir um vikuna í eitt 3-5 ára skeið, fyri at leggja lunnar undir at hendan ruta við tíðini kann hvíla í sær sjálvum. Og í øðrum lagi við at víðka sendistovuna við at skipa eina útflutningsstovu. Útflutningsstovan skal hjálpa og vegleiða føroyska vinnulívinum at knýta røttu sambondini, so Føroyar kann fáa handilsligt gagn av hesum veldiga marknaði. Fyri ikki at tala um síðuvinningar av øllum hugsandi slagi innan mentan, ítrótt, útbúgving og á mongum øðrum økjum.

Um vit tordu at satsa uppá at styrkja samband og samvinnu við Stóra Bretland, er ivaleyst, at serliga ferðavinnan hevði upplivað eitt kvantum-lop. Við regluligum ferðasambandi hevði tað eisini verðið gjørligt at pendla millum heimstað í Føroyum og arbeiði í London ella øvugt. Hetta hevði verið eitt stig á leiðini til fólkavøkstur, tí á henda hátt fáa vit knýtt føroyingar, ið eru búsitandi og lesandi í Stóra Bretlandi tættari til føroyska samfelagið.

Bara hugflogið setir mørk fyri øllum vakstrarmøguleikunum, ið liggja í styrktum sambandi við Bretland. Men samgongan velur heldur at vinda Merkið í stong fyri at hátíðarhalda, at vit pakka saman og avbyrgja okkum frá umheiminum. Congratulations. Well done.