torsdag den 23. februar 2012

Fólkavøkstur byrjar við áliti á politisku skipanina


Nú hava køldu tølini aftur víst okkum syndarligu gongdina í fólkatalinum. Tað er nú so galið, at færri enn 600 nýggir føroyingar verða føddir um árið, og hetta tal er ájavnt burðartalið í 30’unum. Og tá var samlaða fólkatalið bara helvtina av tí tað er í dag. Hetta er uttan samanburð størsta avbjóðing vit standa framman fyri sum samfelag, og øll politisk orka átti at verið rætta ímóti at basa skeivu gongdini.


Fólkavøkstur - og harvið búskaparvøkstur - snýr seg fyrst og fremst um at borgarir hava trúgv uppá framtíðina. Sokallaða treystitalið. Ein týðandi partur av hesum er álit á politisku skipanina og virðing fyri landsins myndugleikum. Og eg eri rættiliga sannførd um, at vantandi álit er mest grundleggjandi orsøkin til minkingina í fólkatalinum.

Politiskt hevur verið stýrt uttan mál og mið í fleiri ár. Onki dirvi og ongin ryggur hevur verið til at tikið stóru tøkini og framt tær nýskipanir, sum samfelagið hevur so ovurstóran tørv á. Innan fiskivinnu, kommunurbygnað, skúlar, eftirlønir osfr. Í heyst kom nýtt landsstýri framat, og nú eru vit farin úr øskuni í eldin og hava sæð handling í ólukkumát. Frá fullkomnari naggatódn í fleiri ár eru vit nú vitni til eitt landsstýri, sum púrasta setir fólkaræði til viks fyri at fremja grundleggjandi broytingar í samfelagnum. Forskatting av pensjónum, flatskattur, niðurbræðing av samhaldsfasta vælferðarsamfelagnum, blokkhækking og niðurgering av fakfelagsrørsluni. Og síðsta skotið á stammuni er ætlanirnar um endaliga avhending av ræðisrættinum yvir høvuðstilfeingi okkara. Eitt ræðandi uppskot, sum kann forkoma tilverugrundarlagnum undir okkum og framtíðar ættarliðum.

Øll hesi mál, ið hava øst og ørkymlað eitt heilt fólk uppá stutta tíð, senda greið signal út um, at vit hava eitt cowboy-stýri, sum trumlar ting ígjøgnum uttan at lurta eftir ella virða nakran, og so als ikki fakkunnleikan. Álitið á politisku skipanina var ikki stórt frammanundan, nú er tað mestsum syndrað.

Føroyingar eru eitt væl upplýst fólk og fleiri og fleiri hava góðar útbúgvingar. Men tað er sera lítið lokkandi at vera undirløgd politikarum, ið hugsa stuttskygt, bert røkja seráhugamál ella sítt lokaløki, og sum ikki vilja leggja dygdargóðar heildarloysnir aftanfyri sínar avgerðir. Fólk í dag eru kritisk og seta krøv - og tey krevja góða politiska stýring, har fakkunnleikin verður virdur, so tey kunnu hava álit á samfelagið og fáa hug at liva og virka í tí. Tað er ein farin tíð, at politikarir kunnu skalta og valta sum teir vilja. Samfelagið gerst alsamt minni og meir gjøgnumskygt við sosialu miðlunum, har øll taka lut í kjakinum, og øll vita hvat fyriferst. Undirtónin í almenna kjakinum er harðnaður og nógv merktur av frustratión yvir vánaligan politikk. Tað neiliga prátið skuggar yvir tí góða og stuttliga, sum plagar at savna okkum sum fólk og sum ger at tað er vert at búgva í hesum landinum.

Eg haldi, at tann alsamt vaksandi negativi hugburðurin til alt í hesum landinum er niðurbrótandi og ófrættakendur. Fólk eru óð og ørg um óbúnan og ábyrgdarleysan hovsa-politikk og eru við at missa mótið, tí tað røkist ikki fyri batum. Hetta er eitt tekin um, at vit eru á vandakós og má takast í stórum álvara.

Eg fari inniliga at heita á samgongu, landsstýrið og fyrst og fremst løgmann um at stinga fingurin í jørðina, lurta eftir fólki og taka teirra ótta og ónøgd í álvara. Steðga fleiri vanlukkuligum politiskum avgerðum og fá fólkið við tykkum! Við at vísa virðing fyri fólkinum, fyri fakkunnleikanum og við at taka búnar politiskar avgerðir kann álitið kanska reisast aftur. Og um tað eydnast, verður tað fyrsta stig á leiðini til fólkavøksturin.

mandag den 20. februar 2012

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum um samanlegging av stovnum



  1. Skal alt virksemi hjá Jarðfeingi flytast oman í eftirlitsstovnin á Skálatrøð?
  2. Skal Ferðaráðið flyta oman í eftirlitsstovnin á Skálatrøð?
  3. Er talan um at allir hesir stovnar verða lagdir saman í ein stovn?
  4. Hvør er høvuðsorsøkin til at flyta hesar stovnar saman í somu hølir?


Viðmerkingar:
Tað hevur verið alment frammi, at Jarðfeingi skal flytast til eftirlitsstovnarnar á Skálatrøð. Síðan stig vóru tikin til at seta á stovn oljumyndugleika í Føroyum í 1990, sum seinni varð lagdur saman við Jarðfrøðisavinum, hevur Jarðfeingi ment seg til ein týdningarmiklan aktør innan oljuleiting og gransking av jarðfrøðiligum viðurskiftum á føroyska landgrunninum og á landi.

Uppgávan hjá Jarðfeingi er m.a. at taka sær av altjóða oljufeløgum, og granskarar á Jarðfeingi taka lut í fleiri altjóða granskingarsamstarvum. Her er tað umráðandi fyri umdømi og fakliga trúvirði at spurnartekin ikki kann setast við virksemið hjá stovninum, m.a. má tað vera púra greitt, at virksemið og granskingin á stovninum er politiskt óheft. Við at leggja hetta virksemi í eitt stýri undir Vinnumálaráðnum, sum sær út til at vera ætlanin, flytir man virksemið tættari at politisku umsitingini. Tí eigur tað at vera heilt greitt, hvat endamálið er við hesi umskipan.

Harumframt  er Jarðfeingi orkumyndugleiki og skal vera aktivur í at menna ein orkupolitikk. Sum liður í hesum, var elveitingareftirlitið flutt frá stovnunum á Skálatrøð til Jarðfeingi síðsta summar. 

Eisini hevur verið frammi – men ikki alment staðfest – at Ferðaráðið skal flyta oman á Skálatrøð. Ferðaráðið hevur m.a. sum uppgávu at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál úti í heimi og  uppgávurnar hjá Ferðaráðnum eru bæði strategiskar og operationellar. Vinnan hevur síðstu árini eftirlýst, at Ferðaráðið verður skipað í eina dynamiska eind, sum kann verða lokomotiv fyri vinnuna úti í heimi. Tað er torført – fyri ikki at siga ógjørligt – at  síggja, hvussu hetta virksemi kann samansjóðast við eftirlitsumhvørvið á Skálatrøð, tí tað eru heilt hvør síni arbeiðsøki.

Tí verður landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa um hesir stovnar  skulu flyta saman við eftirlitsumhvørvið á Skálatrøð, og greiða frá hvussu virksemi á Ferðaráðnum og Jarðfeingi hóska inn í hetta høpi. Er talan fyrst og fremst um at stovnarnir húsast í somu hølum ella er talan um at samansjóða øll hesi virkisøkir.

Ì viðmerkingum í miðlunum hevur landsstýrismaðurin sagt, at grundin til ætlaðu samanleggingarnar er at effektivisera m.a. við at taka dupultfunktiónir burtur. Landss­­týrismaðurin verður biðin um at svara ítøkiliga, hvørjar dupultfunktiónir sipað verður til. Her er talan um stovnar, sum hava so ymisk arbeiðsøki sum eftirlit, oljuleiting og gransking og marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál.


Á Løgtingi, 20. Februar 2012

Gunvør Balle,
Løgtingskvinna

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø viðv. Føroya Symfoniorkestri


1. Hvørjar hugsanir hevur landsstýrismaðurin um týdningin av at hava eitt Symfoniorkestur í Føroyum.
2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at symfoniorkestrið kemur inn í ein støðugan karm og kann tryggjast víðari menning?

Viðmerkingar:
At Føroyar hava eitt symfoniorkestur er eitt bragd í sær sjálvum. At vit í skjótt 30 ár hava megnað at haft eitt symfoniorekstur er greitt tekin um hvussu mangar gávuríkar tónleikarar vit eiga og hvussu stórur fakligi stoltleikin og viljin hevur verið til at vit, ájavnt onnur framkomin lond, megna at hava eitt slíkt flaggskip innan tónlistina.

Føroya Symfoniorkestur hevur fingið 975.000kr á fíggjarlógini í fleiri ár, men hendan játtan er í 2011 og 2012 minkað til 938.000kr og í fíggjarætlanini fyri 2013 og 2014 er somuleiðis ætlanin at FOS skal fáa 938.000kr.

Í 2004 fekk táverandi mentamálaráðharrin handað eitt álit um hvussu FSO framhaldandi kann halda støði og mennast í framtíðini. Tilmælið var, at teir tónleikarar í orkestrinum, ið eisini eru musikkskúlalærarar, fáa sum ein part av síni starvssetan eitt ávíst tímatal at framføra tónleik.
Hesin parturin kann umsitast av FSO í samstarvi við Føroya Musikkskúla. FSO skal so leggja ætlanir um venjingar, konsertir og samstarv við skúlar til rættis. Sjálvt um álitið er frá 2004, er onki hent á økinum og tónleikararnir hava framvegis hetta ynski.

Ein lækkað játtan er eitt greitt tekin um eina niðurraðfesting av Symfoniorkestrinum. Tí hevur tað týdning, at fáa at vita frá landsstýrismanninum, hvørjar ætlanir hann hevur við Symfoniorkestrinum og framtíð tess. Eisini er tað áhugavert at vita, hvat landsstýrismaðurin heldur um ynski frá tónleikarunum um at samskipa arbeiði á Musikkskúlanum við Symfoniorkestrið, soleiðis at teir fáa ein part av starvssetanini til at framføra tónleik.

Á Løgtingi, 20. Februar 2012

Gunvør Balle,
Løgtingskvinna










fredag den 17. februar 2012

Tekniski skúli í Klaksvík

Í síðstu viku var 1. viðgerð av málinum um at útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík. Í lógaruppskotinum liggur í kortinum, at Løgtingið íalt játtar 36 milliónir komandi fimm árini til at útbyggja Tekniska skúla Í Klaksvík.

Ongin skal ivast í, at eg eri heit talskvinna fyri at styrkja útbúgvingar og økja um útbúgvingartilboðini í Føroyum. Men tá vit víðka og styrkja okkara útbúgvingar má tað gerast rætt og við skili. Tí tað skerst ikki burtur, at her er talan um klassiskt dømi um hvussu ofta verður arbeitt politiskt: Vit seta pengar av - ár eftir ár - í hesum føri til Tekniska skúla í Klaksvík, uttan nakrantíð at gera tað grundleggjandi arbeiði. Vit mangla heildarætlanina um innihald og hugsa fyrst og fremst um bygningar og at tað skapar byggivirksemi og arbeiðspláss.

Vit mugu fyrst arbeiða yvirskipað: Hvørjar útbúgvingar hava vit tørv á, hvussu vilja vit skipa tær, hvørjum støði skulu tær vera á, hvørjar førleikar tørvar samfelagið og vinnan osfr. Tvs innihald og fakligheit fyrst. Næst kemur so: Hvussu nógvar eindir og deplar skulu vera í landinum innan ymsu útbúgvingarnar. Við komandi miðnáms- og tekniska deplinum í Marknagili í Havn kunnu vit staðfesta, at ein slíkur depil kemur at liggja í Havn. So er náttúrligt at vit leggja til rættis, hvussu restin av landinum fær sama miðnámsskúlatilboð. Her skal støða takast til um tað er nóg mikið við einum depli í Norðurøkinum, sum umfatar Kambsdal og Klaksvík? Ella skal ein depil eisini vera í Suðuroy? Hetta má viðgerast yvirskipað politiskt, tvs bæði viðv. innihaldi og at tryggja at næmingar kring alt landið hava sama møguleika.

Tá vit eru vorðin samd um tey grundleggjandi viðurskiftini, kunnu vit gera upp um verandi bygningar eru nøktandi ella ikki. Og so hvar er tørvur á at byggja nýtt ella byggja aftrat.

Her gera vit beint øvugt: Landsstýrismaðurin vil hava Løgtingið at játta 36 mió komandi árini at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík. Stóri spurningurin, ið eg sum løgtingsfólk siti við er: Til hvat? - Í lógaruppskotinum stendur stutt, at talan er um at hýsa matvøru- yrkis - miðnáms og maritimar útbúgvingar. Men hetta er als ikki viðgjørt yvirskipað. Vit eru so slettikki liðug við kjaki um maritimar útbúgvingar og hvar tær skulu vera. Og hvørjar matvøruútbúgvingar tosa vit um her? Her liggur onki gjøgnumarbeitt álit til grund, bara leysir tankar og ynskir frá landsstýrismanninum um at fáa ein stóran skúla til sítt øki.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at ein arbeiðsbólkur lat táverandi landsstýris- kvinnuni eitt tilmæli á vári í 2011. Høvuðstilmælið er: “At gjørd verður ein heildarætlan fyri útbúgvingarøkið  í Klaksvík, og at henda verður samskipað við eina ætlan fyri Eysturoy.”

Hetta er júst kjarnin í málinum og sera skilagott orðað. Eg gangi fult inn fyri at ein góður og sterkur útbúgvingardepil verður skipaður í Klaksvík, tí hesum er tað veruliga tørvur á, og ein slíkur  eigur sjálvsagt at samskipast við Eysturoy. Tí vóni eg at landsstýrismaðurin tekur til eftirtektar tað sum eitt samt ting ráddi honum til, nevniliga at lata umsiting sína arbeiða við eini heildarætlan fyri úbtúgvingarøkið Klaksvík/Eysturoy og lata Løgtingið fáa hetta at viðgera, áðrenn avgerð verður tikin um at seta pening av til víðari útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík.

tirsdag den 24. januar 2012

Tjóðarsemja um fiskivinnupolitikkin


Stórar avgerðir skulu takast í næstum innan fiskivinnuumsiting okkara. Innan stutta tíð skulu makrelloyvir útlutast og møguligar treytir setast um tilfeingisgjald. Men støða skal eisini takast til eitt annað sera álvarsligt mál í næstum: Skulu fiskiloyvini sigast upp í 2018 - sum higartil ætlað - ella er ætlanin nú at lata nøkrum fáum hesi í allar ævir? Nógv bendir á, at hetta seinasta er tað sitandi landsstýrið ætlar. Vit skulu øll gera okkum greitt, at um tað hendir, so vendist ikki aftur.

Framtíðar fiskivinnuumsiting er eitt stórt mál og avger í stóran mun framtíð okkara. Tí skal hetta mál viðgerast í breiðari semju millum allar flokkar á Løgtingi. Men tað áliggur eisini politisku leiðsluni, at skapa eina so breiða tjóðarsemju sum til ber.

Tí eiga vit at krevja, at vit fáa hetta fløkta evni lýst so væl sum gjørligt, so vit hava eitt nøktandi grundarlag at taka støðu útfrá. Tí bæði politikarar og borgarir annars hava fyri neyðini at skilja mekanismurnar sum gera seg galdandi.

Her eru nakrir av spurningunum, vit eiga at seta:
  • Ognarrættur: Hvør skal eiga tilfeingið? Skal landið staðfesta sín ognarrætt, soleiðis at fiskiloyvir bert kunnu leigast fyri ávíst tíðarskeið? Ella skulu vit, við eini rullandi loyvisskipan, lata summi vinna sær hevd uppá tilfeingið fyri altíð?
  • Virðisøking og samfelagsgagn: Hvussu kemur hetta ríkidømi øllum samfelagnum til góðar? Er tað við at lóggeva tilfeingi í land ella við avgjaldi á landingar uttanlands? Hvar fer størsta virðisøkingin fram í teimum ymsu liðunum frá grunni at munni? Og hvussu tryggja vit okkum, at vit fáa lut í hesi virðisøking?
  • Atgongd: Eiga vit at royna at skapa eina meiri javnbjóðis atgongd til at gagnnýta tilfeingið? Hetta hevur nakað við rættvísiskenslu at gera og at geva fleiri, ið hava hug og evnir, møguleika at sleppa uppí fiskvinnuna.
  • Marknaðarkreftir ella oligarki: Skulu marknaðarkreftirnar vera galdandi, tá vit útluta loyvir? Tvs okkurt slag av uppboðssølu. Í hvønn mun fylgja vit tilráðing frá búskaparfrøðingum um at lata upp fyri marknaðarkreftunum í fiskivinnuni? Her galda hugtøkini gjøgnumskygni og at vinnan sjálv, gjøgnum eina uppboðsskipan, ásetir hvat tilfeingisgjaldið skal vera. Ella skulu vit framhaldandi velja nøkur reiðarí út, sum fáa veiðiloyvi ókeypis og harvið miðsavna størri og størri virðir á fáum hondum.
  • Spekulasjón: Hvussu fyribyrgja vit spekulasjón?
  • Útlendskur ognarskapur: Skulu vit framhaldandi loyva útlendingum at eiga í fiskivinnuni? Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við útlendskum ognarskapi?
  • Burðardygd: Í hvønn mun fylgja vit tilráðing frá fiskifrøðingum um burðardygga veiðu. Vit skulu ikki bert fiska í ár og næsta ár, men nógv ár fram. Tí hevur tað týdning fyri framhaldandi búskaparvøkstur, at vit røkja stovnarnar væl.
  • Altjóða fiskiveiðuavtalur: Tað hevur stóran týdning at røkka semju við okkara grannalond um ferðandi stovnar, og her skal javnvágin millum egin áhugamál og langtíðar viðurskifti við grannalondini finnast.


Politiska skipanin skyldar sær sjálvari og almenninginum at útgreina hesar spurningar. Og her hava fjølmiðlarnir eisini eina stóra ábyrgd.

Tað verður nógv kjakast um hesi evni á ymsum kjaksíðum í hesum døgum. Og tað er gott og neyðugt. Tíverri eru tað altíð summi, ið heldur vilja snara kjakinum niður á eitt annað støði. Har vit heldur dyrka mytir og mótsetningar og tosa um “frøðingar móti fiskimonnum” og “manglandi virðing fyri vinnuni” osfr. Hetta hevur onki við virðing fyri vinnuni at gera. Tí sjálvsagt skulu vit virða vinnulívsfólk eins væl og allar aðrar samfelagsbólkar. Vinnulívsfólk arbeiða eftir reglum, sum politikarnir hava sett teimum, og royna at skapa sum mestan vinning út frá teimum fortreytum. Og tað skulu tey eisini gera. Samfelagið hevur brúk fyri at vinnan fær frægastu umstøður at virka undir, so hon kann skapa sum mest av virðisøking burturúr.

Vit skulu seta kikaran á politiska valdið og krevja av landsins ráðandi, at tey umsita tilfeingi, so alt samfelagið fær sum mestan vinning burturúr. Tá politiska skipanin velur endaliga at avreiða fiskiloyvir ókeypis til nakrar aktørar, er tað sjálvsagt, at hetta er ein provokasjón fyri nógv fólk í samfelagnum. Tí øll vita, at talan er um ómetaliga stór virðir, sum bara summi fáa einarætt til at fáa ágóðan av. Hesin arbeiðshátturin skapar stríð og split millum borgarar og leiðir tankarnar yvir á vina- og kenningapolitikk og korrupsjón - sjálvt um tað kanska ikki er so. Politiska skipanin hevur enn ikki megnað at givið eina nøkterna og greiða frágreiðing uppá, hví tað frá einum samfelagsligum og búskaparligum heildarsjónarmiði, er skilabest at summi fáa loyvini ókeypis.

Ein tanki kundi verið, at sett eitt miðvíst upplýsingar- og kunningararbeiði í gongd komandi mánaðirnar, har vit í opnum dialogi, fáa útgreina hesar mongu spurningar. Politiska skipanin, fjølmiðlar og fakbólkar í vinnuni kundu, saman ella hvør sær, skipa fyri temadøgum, seminarum, ráðstevnum, tjaksendingum osfr, har ymsu evnini verða tikin ígjøgnum og lýst frá øllum vinklum.

Hetta vildi givið politisku skipanini eitt hollari og breiðari grundarlag at tikið støðu útfra, tá  framtíðar fiskivinnupolitikkurin skal loysast úr lagdi. Soleiðis at møguleiki veruliga verður fyri at skapa breiða politiska semju um framtíðar fiskivinnupolitikkin, sum almenningurin eisini hevur álit á. Um tað eydnast at finna okkurt sum líkist eini tjóðarsemju hava vit tikið eitt stórt stig á rættari leið. Hevði tað ikki verið vert eina roynd?

Andstøðan í fíggjarnevndini lagt fram alternativa fíggjarlóg



Andstøðan tekur ikki undir við tí fíggjarpolitikki, ið samgongan hevur lagt fram, og leggur tí fram eina alternativa fíggjarlóg, ið er grundað á hesar súlur:

1.                 Sjálvberandi búskap skjótari
Landið fær eitt úrslit (RLÚ) á -147 mió. kr. í mun til -461 mió. kr. í uppskotinum frá landsstýrinum. Harvið verður hallið 315 mió. kr. minni enn í uppskotinum frá landsstýrinum.

2.                 Nýggjar tilfeingisinntøkur og skattalætta, ið vendir sosialt rætt
Inntøkur landsins økjast eitt nú við 150 mió. kr. frá tilfeingisgjaldi av makrelkvotu og skattalættin verður umskipaður so allir føroyingar fáa lut í hesum, og soleiðis at hann kann skapa størri vøkstur og vælferð. 150 mió. kr. verða latnar í skattalætta í 2012 og restin upp til 265 mió. kr. í 2013 og 2014, samstundis sum nýggjar inntøkur og nýskipanir verða framdar.
Í 2012 eru tí samanlagt 279 mió. kr. fleiri skattainntøkur hjá landinum í uppskotinum frá andstøðuumboðunum - í mun til uppskotið hjá samgonguni.

3.                 Íløgur, ið skapa menning, trivna og virksemi kring landið
315 mió. kr. verða settar av til nýggjar íløgur kring landið í 2012.
Uppskotið frá andstøðuni tryggjar eitt nú at:
- Marknagilsdepilin verður tikin í nýtslu á sumri 2015 og at skúlar í Klaksvík og Kambsdali verða útbygdir sambært heildarætlan,
- Orkugrunnur, ið skal gera í løgur í varandi orku kring landið verður veruleiki.
- Føroyskur eftirskúli fær játtan at fara undir fyrireikingarnar at fáa neyðug høli.
- Vardir bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum verða bygdir kring landið.
- Heildarætlan fyri framtíðar útbygging og viðlíkahald av samferðslukervinum verður gjørd, og forkanningar til framtíðar Sandoyartunnil gjørdar liðnar.
- Farast kann undir at byggja Tjóðleikhús.

4.                 Tálma rakstrarútreiðsluvøkstur landsins
Fyri at tryggja, at landið røkkur javnvág á fíggjarlóg sum skjótast - í seinasta lagi 2014 – m.a. fyri ikki at gera skuldar- og rentubyrðu landsins størri, verða framdar nakrar tillagingar í rakstrarútreiðslunum hjá landinum, har mett verður at hetta kann gerast uttan at ávirka virksemið ov nógv.
Hartil verða nøkur øki uppraðfest, eitt nú:
- At fyrireika tilboð í Føroyum til børn og ung við serligum avbjóðingum, sum í dag verða send av landinum, men við fyrimuni kundu fingið sama ella betri tilboð í Føroyum.
- At arbeiða fram móti at javnseta ferðaseðlakostnaðin millum tey, ið ferðast við skipum og tey, ið ferðast við undirsjóvartunnlum.
Føroyar eru, eins og flest øll onnur lond í Europa, í einum búskaparligum aldudali.
Tí skulu stór tøk takast fyri at venda gongdini. Tøk, ið væl kunnu takast um vilji er til hetta, og leiðsla landsins skapar neyðugu úrslitini.

Staðfestast kann, at heldur enn at loysa hesar trupulleikar, hevur samgongan valt, eitt nú:

·      íalt at minka skattainntøkur landsins við 353 mió. kr. (skattalætti og onki tilfeingisgjald) uttan at seta veruligar nýggjar inntøkur í staðin,
·      at fremja flatskattalætta, ið minkar skattainntøkur landsins og flytir 265 mió. kr. frá øllum borgarum til teir borgarar, ið hava hægstu inntøkurnar, og at seta í verk flatskatt á 40% hjá øllum pensjónistum tvs. átøk, ið víðka gjónna millum lág- og hálønt munandi,
·      at skattingin á pensjónsinngjøld verður nýtt beinanvegin, uttan at greið ætlan er fyri, hvar peningurin, ið kommunurnar, landskassin og komandi ættarlið fara at vanta til vælferðartænastur í nærmastu framtíð, skal koma frá,
·      at minka inntøkur landsins á 88 mió. kr. í 2011 frá markelkvotu, til 0 kr.
·      at steðga nýskipan av fiskivinnuni og heldur seta í verk 10-ára rullandi loyvi aftur,
·      at gera Føroyar enn meira heftar av donskum veitingum.

Hetta er ein politikkur, ið andstøðan als ikki tekur undir við.

Alneyðugt er, at fáa sett greið mál fyri okkara land og at fremja veruligar nýskipanir í føroyska samfelagnum.

Mælt verður til, at nýskipanir verða gjørdar – í samráð og samstarvi við allar partar – og settar í verk, eitt nú fyri okkara: fiskivinnu, kommunur, almenna fyrisiting, fólkaskúlar og miðnámsskúlar, pensjónsskipan, skatta- og avgjaldsskipan, orkuøkið og heildarætlan fyri framtíðar fígging av útbygging og viðlíkahald av samferðslukervinum.

Hetta er neyðugt fyri at tryggja, at føroyingar fáa sum mest vælferð fyri tøka tilfeingið, og at okkara samfelag gerst eitt støðugt meira framkomið og gott samfelag fyri allar føroyingar.

Komandi árið fer andstøðan tí at leggja eina røð av lógaruppskotum og uppskotum til samtyktar fyri á Løgtingi fyri at menna og nýskipa føroyska samfelagið.


Á Løgtingi, 23. januar 2012

onsdag den 28. december 2011

Sjósavnið og hallið á fíggjarlógini




Eg eri nærmasti granni til Sjósavni og vitji tað ofta saman við børnunum. Vit hava fylgt tí síðan tað kom og gletst um hvussu tað støðugt  mennist og at tey altíð megna at vísa okkum okkurt nýtt og forkunnugt á savninum. Staðsetingin er framúr góð, niðri við sjógvin og beint við Sandagerð, sum er ein av okkara vakrastu náttúruperlum. Eisini er lætt at koma til Savnið við bilum og bussum, sum er sera hent, tí savnsgestir eru ofta ferðafólk og fólk ymsa staðni út um landið.

Savnið er ein av okkara sonnu dýrgripum og eldsálirnar handan Sjósavnið gera eitt ótrúliga stórt og virðismikið arbeiði. Sjósavnið hevur ein týðandi leiklut í at menna okkara vitan og medvit um náttúruna, fiska og fuglalívið um okkara leiðir. Hvussu nógv stuttligari og meir viðkomandi er tað ikki hjá skúlanæmingum at fara á Sjósavnið at vitja, har man kann nerta við og við egnum eygum síggja tær livandi verurnar, í mun til at sita í skúlastovuni og lesa um djóralívið úr eini bók. Stóra talið av vitjandi skúlaflokkum úr øllum landinum er besta prógv um at Sjósavnið er ein sólskinssøga.

Fólkini handa Sjósavnið brenna fyri, at vísa okkum øðrum alt tað ríkidømi og margfeldni, sum náttúra og sjógvur okkara hava at bjóða. Hetta eiga myndugleikarnir at premiera, við at veita savninum tryggar karmar. Ístaðin velja myndugleikarnir at niðurraðfesta Sjósavnið, tí pleniklipparin verður nýttur fyri at fáa "hallið á fíggjarlógini niður". Hallið, sum tey hava valt at vaksa um fyri at geva teimum, ið eru best fyri, skattalætta.

100.000kr er ein dropi í havinum fyri landskassan. Men 100.000kr minnið til raksturin til Sjósavnið, kann gerast mønustingurin fyri savnið. Tá er nógv mist fyri lítið

At niðurraðfesta Sjósavnið er bara enn eitt dømi um ráðandi politisku ómegdina og manglandi visjónirnar. Tí man torir ikki at fremja nýskipanirnar, ið vit øll vita fyrr ella seinna skulu gerast. Bygnaðarbroytingar, har tær veruliga stóru rationaliseringarnar og sparingarnar kunnu finnast. Innan skúla- og heilsuøkið til dømis.

Nei, tá er lættari at fara eftir Sjósavninum.