mandag den 15. april 2013

Fyrispurningur um bjarging av myndasavninum hjá Kringvarpinum



Grein 52a fyrispurningur
til
landsstýrismannin í mentamálum
viðvíkjandi bandasavninum hjá Kringvarpinum



1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at bandasavnið hjá Kringvarpi Føroya verður varðveitt?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum frá arbeiðsbólkinum frá 2010 um digitalisering og varðveitslu av bandasavninum?


Viðmerkingar:
Ì 2010 handaði ein bólkur umboðandi starvsfólk frá Kringvarpi Føroya, Landsskjalasavninum, Landsbókasavninum og Fornminnissavninum landsstýriskvinnuni í Mentamálum eitt álit um hvussu bandasavnið í Kringvarpinum kundi bjargast. Álitið innihelt eisini uppskot um, hvussu føroyskt loftmiðlatilfar kann verða varðveitt undir tryggum kørmum framyvir. Stovnarnir vóru samdir um, at mæla til at íverkseta hesa bjargingarætlan, í ásannan av, at talan er um sera týdningarmiklan mentanararv hjá føroyska fólkinum, sum tað er alneyðugt at standa saman um at bjarga.

Tað er alneyðugt, at stig verða tikin beinavegin til at tryggja mentanararvin, sum liggur í bandasavni kringvarpsins. Bandatilfarið lysir søgu og samleika føroyinga tey seinastu gott 50 árini í ljóði og myndum. Tað er onki minnið enn ein sorgarleikur, at hetta tilfarið, sum kundi verið til stórt gagn fyri eftirtíðina, forferst, tí hóskandi bjarging og varðveitsla av tilfarinum ikki verður raðfest. Longu nú er partur av tilfarinum farin fyri skeyti.

Tað snýr seg ikki einans um at varðveita tilfarið fyri eftirtíðina, men eisini at gera tað atkomuligt fyri almenningin. Talgilding hevði gjørt tað møguligt hjá øllum borgarum, at fingið atgongd til tann partin av okkara mentanararvi, sum er í ljóði og myndum.

Arbeiðið var mett at kosta uml. 30 milliónir samanlagt. Í uppritinum varð mælt til, at peningur verður játtaður til 3 ársverk at arbeiða við at talgilda alt bandaða loftmiðlatilfarið hjá KVF. Verkætlanin gongur yvir 10 ár, ella 2,7mió um árið í góð 10 ár.

Sum nú er, eigur Kringvarpið uppgávuna at talgilda og varðveita bandasavnið. Tað er rætt og slætt ábyrgdarleyst av Mentamálaráðnum, at leggja hesa kostnaðarmiklu uppgávu yvir á frammanundan hart sperda Kringvarpið. Hesin stovnur noyðist sjálvsagt at raðfesta framleiðslu av aktuellum tilfari, fram um at bjarga bandasavninum. Og tí dettur hendan ómetaliga týdningarmikla uppgáva burtur ímillum og ongin tekur ábyrgd. Hesum kunnu vit sum fólk og tjóð við virðing fyri okkara mentanararvi ikki loyva okkum. Tí er tað av alstórum týdningi, at landsstýrismaðurin tekur ábyrgd og greiðir frá hvørjar ætlanir eru fyri bjarging og varðveitslu av bandasavninum.


Á Løgtingi, 16. Apríl 2013

Gunvør Balle
Løgtingskvinna

søndag den 10. marts 2013

Skapandi vinnur koma ikki av sær sjálvum


Tjóðveldi hevur sett uppskot fram um at landsstýrið stovnar almennan filmsgrunn. Filmslistin hevur av álvara tikið seg upp sum ein vaksandi listagrein í Føroyum seinastu árini. Ongin ivi er um, at her er talan um listagrein sum hevur góðar møguleikar at røkka út í heim og gerast enn ein týdningarmikil táttur í okkara mentanarlívi.

Ein filmsgrunnur er harumframt eitt grundleggjandi amboð, at menna eina nýggja vinnu, sum kann fáa rættiliga stóran týdning fyri búskapin. Filmar framleiddir í Føroyum - óansæð um tað er av føroyingum ella útlendingum - er ein tann besta marknaðarføringin av Føroyum sum ferðamannaland, vit kunnu hugsa okkum.

Flestu lond hava langt síðan ásannað týdningin av at tað almenna stuðlar við byrjunarkapitali til hesa ofta kostnaðarmiklu lista- og vinnugrein. Grannalond okkara hava í mong ár haft sjálvstøðugan filmsgrunn, ið er óheftur av tí almenna mentanargrunninum, júst orsakað av at her er talan um serliga listagrein og vinnugrein.

Vanliga uppfatanin her á landi er tíverri framvegis, at tað er alt í lagi við eitt sindur av mentan og list. Vit fáa undirhald, nakað av mentan skal helst til og tað eiga vit at stuðla eitt sindur. Men so leggja vit ikki meir í tað, og tí er tað so lætt at kuta 20% av Mentanargrunninum í einum. Fara vit í onnur lond, síggja vit hvussu nógv meir tilvitaði tey eru um tann risatýdning mentan og list hava í samfelagnum og tað beinleiðis samband, ið er millum eitt ríkt listaumhvørvi og til vøksturin í skapandi vinnum.

Gransking vísir, at tær skapandi greinarnar verða størstu vinnuøkir í framtíðini, og fara at kasta stór virði av sær til samfelagið. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi í Føroyum um vit vilja verða partur av framtíðini og ikki bara dvølja í farnum tíðum. Um vit vilja fáa unga, kreativa og vælútbúna fólkið at støðast her. Her verður filmslistin ofta tikin fram sum dømi. Tann vinnan veksur við rúkandi ferð og kastar heilt nógv aftur til tey lond, ið hava satsað tann vegin. Hendan listagrein, sum eisini er sera kommerciel, er dømi um ein endaleysan tørv, ið støðugt skal nøktast í framtíðini. Tað sama er galdandi fyri telduspøl-vinnuna, har eftirspurningurin eftir telduspølum eftir øllum at døma er ómettandi. Tað snýr seg um at geva skapandi kreftunum møguleika at vaksa og kasta virði av sær.

Men tað er neyðugt at landið tekur ábyrgd og hevur eina greitt orðaða mentanarstevnu. Tí landið spælir ein týðandi leiklut í at skapa gróðrarlíkindi fyri at mentan og skapandi vinnurnar kasta virðir av sær. Um vit vilja fáa skapandi vinnugreinar at blóma, mugu vit byrja tá børnini eru smá, so tey støðugt sleppa at menna síni íbornu skapanarevni. Anne Bamford hevur í nýggjari kanning skrivað eina frágreiðing um list í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum og hon vísir júst á hvussu nógv vantar á tí økinum. Vit mugu støðugt arbeiða við at tryggja skipanir, ið uppala sjálvstøðugt hugsandi, kritisk og kreativ menniskju. Frá dagstovnaøkinum og allan vegin fram til hægri lestur.

Landið hevur eina týðandi uppgávu í at fáa undirvísing í almennari list inn í grundskúlan. Undirvísing í list kann helst við stórum gagni eisini blandast við størri fokus á heimsspeki, tøkni og handilsskap. Hetta eigur eisini at síggjast aftur innan hægri lestur.

Tí er hetta eitt sera stórt mál, ið ikki er avmarkað til eitt einstakt málaráð, men krevur breitt samstarv. Tíðin er komin til, at í minsta lagi Vinnumálaráðið og Mentamálaráðið saman seta sjóneykuna á at skapa fortreytir fyri at fáa mentan, list og skapandi vinnur at blóma. Men tað gerst ikki aleina við skjótum mvg-frítøkum og her og nú loysnum. Hetta arbeiðið krevur, at hugtakið “tað kreativa samfelagið” verður tikið í álvara, og at byrjað verður við rótini. - Við børnum okkara. Men um vit megna tað, kunnu vit vera vís í einum ómetaligum avkasti, bæði vinnuliga og samfelagsliga og ikki minst, fyri tað einstaka menniskja.



Gunvør Balle
tingkvinna

onsdag den 6. februar 2013

Uppskot til samtyktar um at fáa føroyskt mál inn í teldur og fartelefonir


Gunvør Balle
Løgtingskvinna

Løgtingsmál nr. xx/2012: Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja ætlan fyri, at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

Viðmerkingar:
Alnetið og fartelefonin eru vorðin ein týðandi táttur í okkara samskifti og mentanarliga virksemi, serstakliga millum tey ungu. Samstundis ber til at vísa á, at tað er ungdómurin – meira enn nakar annar aldursbólkur – sum leggur grundina undir framtíðar málbroytingar. Nógv bendir á, at tey ungu ikki duga móðurmálið nóg væl og ein av orsøkunum til hetta er, at miðla-ávirkanin er kraftfullari enn nakrantíð, og alt ov lítið av frálæru- og barnatilfari er tøkt á føroyskum.

Føroyska málið er undir støðugum trýsti so hvørt nýggj øki koma inn á okkum, sum bara eru á útlendskum máli. Tað er eitt støðugt átak at menna føroyskt og tað verður ikki bíligari við tíðini, nú allir hugsandi miðlar koma floymandi og allur heimurin er komin inn í hvørt hús. Um vit ikki ásanna hetta, verður føroyskt mál, sum bara røkkur í fortíð og ikki framtíð.
Ein týðandi partur av tilmælunum í frágreiðingini “Málmørk” frá Málstevnunevndini frá 2007, snýr seg um møguleikarnar at styrkja støðu málsins á øllum økjum í samfelagnum. Málstevnunevndin mælir til, at nýtaramótini á teldum og fartelefonum verða føroyskað og at leggja føroyskar orðabøkur inn á fartelefonirnar.

At menna og framleiða kunningartøkni er ein vinnuvegur, sum allar heimsins tjóðir kunnu vera við í – summar við størri fyrimuni enn aðrar. Enskt mál er ráðandi á hesum øki, eins og meginparturin av øllum ritbúnaði hevur sín uppruna í enskum máli. Nógv orka verður løgd í at týða enskmæltan ritbúnað til onnur mál. Sum dømi kann nevnast, at flest vanlig forrit, ið stórur partur av fólkinum nýtir dagliga, eru týdd til skandinavisk mál. Bæði í Íslandi og í Noregi í sambandi við nýnorskt verður strongt á at gera nýtaramótini á egnum máli. Uppgávan er krevjandi, men verður mett at hava stóran týdning fyri málini, so at tey ikki verða fyri missi á hesum týðandi øki.

Fartelefonin er eitt týðandi frambrot á samskiftisøkinum. Saman við teldutøknini og alnetinum hevur fartelefonin við sínum mongu hentleikum havt stóra ávirkan og broytt teir siðbundnu samskiftishættirnar. Sms-mál verður sagt at vera skrivað talumál. Sostatt, er lætt at ímynda sær, at sms-málið longu sum er, ávirkar skriftmálið hjá teimum ungu, sum brúka sms-mál dagliga. Tí hevur tað stóran týdning, at tey, sum í framtíðini fara at keypa sær fartelefon, hava møguleika, at velja føroyskt nýtaramót og føroyskar stavir, eins og føroyskar orðabøkur eiga at verða lagdar inn á fartelefonirnar, sum stuðla stavsetingini og lættir um sms-ingina.

Harumframt er tað neyðugt, at stuttleikaídnaðurin, sum burturav vendir sær til føroyingar á útlendskum máli, styrkir sína støðu í føroyska samfelagnum, so hvørt sum tøknin gerst framkomnari. Hugsað verður um telduspøl, filmar og margmiðlaframleiðslur og t.d. sjónbandaløg, yrkingalist, leiklist o.a., sum kundu havt serstakan áhuga fyri føroyskan ungdóm og samfelagið sum heild. Td. hevði tað haft stóran týdning at føroysk foreldur kunnu keypa útlendskar barnafilmar og teknifilmar við føroyskari talu, ella í minsta lagi føroyskum teksti.

Tað er altavgerandi at her verður talan um serstaka játtan, ið kann skipast tvørtur um ár. Nám eigur at hava avgerandi samskipandi leiklut í slíkum arbeiði og somuleiðis er Týðaragrunnurin eitt týdningarmikið amboð fyri at røkka málinum. Týðaragrunnurin eigur at loysast frá Mentanargrunninum, og fáa serstaka og økta játtan og reglugerðin eigur at enduskoðast. Tað skal bera til, at søkja um stuðul til starvsløn til at týða ymiskt tilfar til føroyskt. Eitt nú barnafilmar og ymisk forrit sum Skype, Facebook, First Class, fartlf-mál, Windows osfr. Flestu av hesum forritum hava latið upp fyri, at til ber at týða til alskins mál og onkur av hesum forritum eru lutvíst týdd til føroyskt. Men sum er, er hetta øki heilt óskipað og tað sæst eisini mangan á góðskuni á týðingini. Eitt dømi er ófulfíggjaða føroyska týðingin av Facebook. Tað eru mong fólk við vitan um tann tøkniliga partin, sum hava áhuga fyri at týða hesi forrit, men tørvur er á at skipa umstøðurnar rundan um týðara-arbeiðið. Tvs at krøv skulu setast til at týðingin fer fram saman við málkønum fólki, at orðabøkur- ella listar verða gjørdir og dagførdir og løn kann latast fyri arbeiðið, ið er gjørt.

Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu stendur: “Føroyskt mál skal styrkjast. Samgongan fer at arbeiða fyri at fylgja tilmælunum frá Málstevnunevndini. Føroyskt mál eigur at koma inn á fartelefonir og teldur.” Sostatt er hetta uppskot heilt í tráð við landsstýrisins egna vilja.



á løgtingi 5. februar 2013
Gunvør Balle
løgtingskvinna

mandag den 4. februar 2013

Skrivligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø um forskúlar





1. Ætlar landsstýrismaðurin at vit skulu hava forskúlar í Føroyum?
2. Um ja, nær verður kunngerð um forskúlar sett í gildi?
3. Er ætlanin at øll børn skulu í forskúla, ella skal tað vera frítt val?
4. Hvørjar eru orsøkirnar til at Dagstovnaráðið ikki virkar og nær skal tað fáast at virka?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fólkaskúlarnar út til kommunurnar at umsita?


Viðmerkingar:

Til spurning 1 og 2:
Eitt av PISA-tilmælunum var at lækka skúlaaldurin, soleiðis at føroysk børn byrja skúlagongdina 6 ára gomul. Fyrrverandi landsstýriskvinna í mentamálum sendi kunngerð viðv. forskúlum til hoyringar í november í 2010, altso fyri 15 mánaðum síðani. Kunngerðin fekk rættiliga blandaða móttøku: Lærarafelagið var positivt, Pedagogfelagið hevur víst á fleiri ivamál meðan nógvar atfinningar vóru frá KSF.

Spurningurin um forskúlar er nær tengdur øllum málinum um hvør eigur ábyrgdina og kostnaðin av fólkaskúlanum. Smbrt kunngerðini kunnu kommunur stovna forskúla, ið skal vera samanrunnin partur av fólkaskúlanum annars, bæði tá ið tað snýr seg um lærutilgongd, starvsfólk, staðseting og nýtslu av teimum tilboðum, sum eru í skúlanum, til dømis skúlabókasavni og kunningartøkni.

Kommunusamskipan Føroya sær onga sakliga orsøk til, at kommunurnar skulu halda útreiðslurnar av forskúlanum, um hann skal skipast smbrt. uppskotinum, ið var til hoyringar. KSF vísir í sínum hoyringssvari á, at “Ætlanin um forskúlar er í øllum lutum í andsøgn við meginregluna um, at tann ið valdar eisini skal gjalda”.  Tí vilja kommunurnar ikki vita av ætlanini, sum tá lá á borðinum.

Spurningurin er viðkomandi, tí tað er nú ein sannroynd, at fleiri skúlar ymsastaðni í landinum byrja at gera forskúlar, uttan kunngerð - og nú er vandi fyri, at man endar í onkrum undaligum, har hvør kommuna og skúli snikka síni egnu tilboð saman.

Til spurning 3:
Í Føroyum er kjakið enn livandi um, hvørt tað er rætt at flyta skúlaaldurin niður ella ikki. Í flestu grannalondum okkara fara børn í skúla 6-ára gomul, men har kallast fyrsta árið 0-ti flokkur, sum altso er fult integreraður í fólkaskúlan og tí eisini er skipaður undir neyvt sama leisti sum restin av skúlagongdini. Men í hesum londum eiga kommunurnar ábyrgdina av øllum fólkaskúla økinum, øvut okkara tvíbýttu skipan.

Eitt er bygnaðarliga skipanin, men annað - og týdningarmeiri - er kjakið um tað er rættast fyri barnið at byrja eitt ár fyrr í skúla. Í Finlandi, ið sum kunnugt er hægst á PISA-listanum, fara børn í skúla 7-ára gomul, men har hava námsfrøðingarnir bachelor-útbúgving og kunnu undirvísa børnum fyrstu skúlaárini, altso í innskúlingini.

Til spurning 4:
Í 2011 vóru tvey ráð sett á stovn, eitt dagstovnaráð og eitt fólkaskúlaráð, ið skuldu virka sum ráðgevar hjá mentamálaráðnum. Orsakað av ósemjum millum kommunufelagsskapir og Mentamálaráðið er Dagstovnaráðið  tó ongantíð komið at virka, og tí hevur landsstýrismaðurin ikki fingið nøktandi ráðgeving frá hesum parti, ið veit mest um menning og tørv hjá børnum undir skúlaaldur.

Pedagogfelagið metir ikki, at spurningurin um forskúlar og um at lækka skúlaaldurin er lýstir nóg væl. Tey eftirlýsa endamálið við at byrja forskúlar, hvat er tað man vil og hví verður brotið inn í dagstovnaøkið. Men tey meta ikki at teirra sjónarmið hava verið hoyrd og viðgjørd nóg væl, tí Dagstovnaráðið - sum er ráð, ið landsstýrismaðurin skal lurta eftir - í veruleikanum ikki hevur virkað.


Tí verður spurt, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at fáa Dagstovnaráðið at virka.

Til spurning 5:
Málið um forskúlar er sostatt enn eitt dømi um, hvussu umráðandi tað er at Mentamálaráðið sum skjótast stingur út í kortið, hvussu viðurskiftini á skúlaøkinum skulu verða. Tað er í fyrsta lagi kki nøktandi, at arbeitt verður uttan kungerð og Mentamálaráðið hevur harumframt ábyrgdina at tryggja, at allir skúlar arbeiða eftir einum og sama leisti. Mentamálaráðið skal eisini tora at viðgera spurningin, um forskúli skal vera eitt tilboð ella eitt krav og royna at finna breiðar semjur.

Mangt bendir á at málið um forskúlar er endað í óvissuni um fólkaskúlin skal leggjast út til kommunurnar at umsita ella ikki. Tì er tað áhugavert at hoyra hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi. Skal fólkaskúlin halda fram í verandi tvíbýttu skipan, verður talan kanska heldur um at skipa samstarvsøkir, ella skal hann leggjast út til kommunurnar. Hvagar gongur leiðin?



Gunvør Balle
løgtingskvinna
4. februar 2013

torsdag den 31. januar 2013

Fólkaatkvøða um nýggja fiskivinnulóggávu




Eftir bara einum ári, hevur Landsstýri gjøgnumført forskatting av pensjónum, flatskatt, avtikið Landsbankan, hækkað blokkstuðulin, niðurlagað Musikkskúla og Mentanargrunn og arbeiðir nú við at áseta brúkaragjøld á vælferðartænastur. Hetta eru bara nøkur av álvarsmálunum, ið samgongan uttan stórvegis kjak ella hoyringar hevur koyrt ígjøgnum. Alt átøk, ið hava í felag, at tey hava skeiklað vælferðarsamfelagið, skapt stóra ónøgd og misálit á politisku skipanina.

Men felags fyri øll hesi átøk er, at her er - hóast trupult - møguleiki fyri at venda aftur. Tá nýtt landsstýrið kemur, fara vit at broyta hesi viðurskifti aftur og harvið koma aftur á rætta kós. Tað er stóri munurin millum tað sum higartil er framt, og fyriliggjandi ætlanir um broytta fiskivinnulóggávu. Har vendist ikki aftur.

Jacob Vestergaard er nú komin alment fram við sínum ætlanunum um, at
fiskivinnan í Føroyum endaliga skal privatiserast.

Her eru nakrir megintættir í uppskotinum frá landsstýrismanninum:
1. At broyta heitið “fólksins ogn” til “landsins ogn”. Hví skal hetta broytast? Tað er grundleggjandi skeiv avgerð, tí hetta er okkara felags tilfeingi. Heldur kundi heitið verið “Tjóðarogn”, so ongin ivi er um, at her er talan um tilfeingi, ið onkursvegna skal koma øllum borgum til góðar. Landið skal ikki kunna diskriminera landsins borgarar, við at geva hesa ogn til nakrar ávísar samfelagsbólkar.
2. At fiskiloyvir skulu útlutast politiskt og ongin fríur marknaður skal vera, har øll kunnu bjóða seg fram. Hetta stríðir ímóti einari frælsari vinnu, har øll - í kapping - hava møguleika at sleppa uppí part.
3. At landið skal lata nøkrum útvaldum reiðarum ókeypis fiskiloyvir, sum tey so kunnu selja aftur. Tað kann als ikki góðtakast.
4. At lata loyvini koyra yvir nógv ár (7-9), sum merkir, at tey í veruleikanum ikki kunnu uppsigast, uttan við ognartøku, sum fer at kosta landinum stórar upphæddir. Tjóðarvirðir okkara mugu ikki avreiðast fyri altíð, soleiðis at privat fáa ognarrættin og kunna handla tey víðari sum teimum lystir.

Endaliga avreiðingin av fiskiloyvum er størsta álvarsmál, ið hetta Landsstýrið til dato hevur sett fram. Og vandamálið við hesum ætlanum er, at tá hetta er framt, ber ikki til at bakka. Tí er tað altumráðandi, at uppskotið, sum tað nú fyriliggur, ikki gerst veruleiki.

Landsstýrið hevur megnað at grivið djúpar gjáir millum føroyingar seinasta árið. Bæði bókstaviliga, við at økja um stættarmunin, men eisini í yvirførdum týdningi, við at kloyva fólkið í tvey. Tey sum eru fyri bondska og víttgangandi framferðarháttinum hjá Landsstýrinum og tey mongu, sum ynskja eina aðra kós fyri Føroyar.

Fyri fiskivinnutjóðina Føroyar, hevur nýggja fiskivinnulóggávan alt at siga fyri trúnna á, at hetta er eitt gott land at liva í. At her er gjøgnumskýgni og rættvísi og landsins størstu virðir verða umsitin soleiðis, at allir borgarir fáa part í ríkidøminum. Enn er talan um eitt uppskot og allir flokkar á Løgtingi eru umboðaðir í fylgibólki, ið skal finna semju um eitt endaligt uppskot. Vónandi ber til at røkka eini semju, ið øll kunnu liva við.

Hetta mál er tó so avgerandi fyri framtíðina hjá føroysku tjóðini, at óansæð úrslitið av politisku telvingini, má fólkið sleppa at tala. Ásannandi, at okkum vantar Stjórnarskipan, ið kann verja fólkið móti at Løgtingið samtykkir slíkar víttgangandi lógir, er tað einasta rætta, at leggja endaliga uppskotið út til fólkaatkvøðu. Íslendingar hava á fólkaatkvøðu júst sagt, at tey vilja leggja bond á sítt Alting, so tey ikki kunnu viðtaka mál um tjóðarognir, uttan at fólkið  sleppur til orðanna. Vit, fólkið í Føroyum, hava eisini uppiborið at verða spurd um hvussu vit ynskja at skipa fiskivinnuna í framtíðini.


í Havn 31.januar
Gunvør Balle
Tingkvinna

fredag den 14. december 2012

Marknagilsdepilin verður bygdur



Kjak hevur tikið seg upp seinastu dagarnar, ið sáar iva um lagnuna hjá Marknagilsdeplinum. Serstakliga hugstoytt, at tað serliga hava verið yngstu tinglimir samgongunnar, ið hava loypt hvøkk á fólk, við sera ivasomum útsøgnum um hvørt depilin yvirhøvur skal byggjast.

At seta bygging av Marknagilsdeplinum og útbygging av Fróðskaparsetrinum upp ímóti hvørjum øðrum, sum ein antin-ella íløga, er burtur úr vón og viti. Sjálvandi skulu vit gera bæði. Fyrst og fremst stendur Marknagilsdepilin á skrá, og har eigur landsstýrismaðurin í mentamálaráðharrin nú av álvara at traðka í karakter og vísa ábyrgd. Nú eigur hann at standa stinnur, geva ungdóminum og øllum øðrum trúgv og vón um at hetta stóra og týðandi bygningsverk verður veruleiki. Og hann eigur at standa við givin lyftir til meir enn helmingin av hvørjum miðnámsárgangi í landinum, sum skulu ganga í Marknagilsdeplinum, um at tey fáa ein nýggjan skúla.

Næsta tak verður at byggja Setrið út. Tað er eisini ein spurningur um lív ella deyða fyri hetta samfelagið, men lat okkum fyrst savna okkum um hesa uppgávuna, ið leingi hevur staðið fremst: Nevniliga at skapa miðnámsungdómi okkara góðar og tíðarhóskandi undirvísingarkarmar.

Nú er drálað nóg mikið við Marknagili og vit kunnu ikki á nakran hátt góðtaka meira himpr og fleiri umberingar fyri at útseta. Landsstýrismaðurin skal finna semju við byggiharrarnar NÚ! Og um vit so lenda á nøkrum milliónum í meirkostnaði, so skal byggingin byrja í 2013, óansæð. Uttan himpr finnur samgongan pening til alskins sera ivasamar íløgur í samferðslukervið, tí eigur vilji eisini at sýnast í verki fyri at fáa hesa, kanska mest framtíðartryggjaðu, byggiætlan framda.

Vit tosa um ein depil, sum fer at gera okkum errin og glað. Eitt arkitektoniskt nýbrot, sum eins og Harpan, fer at draga ferðafólk og fakfólk til landið og seta okkum á landkortið. Her vera kveikjandi og mennandi umstøður hjá næmingum og lærararum og ikki minst verður Depilin eitt sterkt signal frá politisku skipanini um at vit virða tey ungu og vilja geva teimum tær allarbestu umstøður fyri at fáa eina góða úbtúgving. Hóast flestu studentar framvegis fara út í heim at lesa (m.a tí skulu vit beinaveg leggja langtíðarætlanir fyri at byggja Setrið út í stigum), so kann hendan fantastiska farvæl-heilsanin vit geva teimum, kanska nettupp merkja munin millum “farvæl-fyri-altíð” og “farvæl-vit-síggjast-aftur” -hugburðin.

Øll vita, at miðnámsskúlarnir í Havn eru so niðurslitnir og ótíðarhóskandi, at tað er ikki talingur um at brúka nógvar milliónir uppá at gera teir í stand ella byggja út. Landsverk hevur saman við byggiharrunum funnið 70 mió í sparingum til Marknagilsdepilin, so enn er byggingin 70mió dýrari enn verklagslógin heimilar. Men sitandi samgonga hevur samtykt at útseta verkætlanina í trý ár og hetta dýrkar byggingina við 39 mió! Sostatt eigur samgongan ábyrgdina fyri 39 av hesum 70 mió, ið verkætlanin, sum nú er, er ov dýr. Og hvør vika, hvør mánaður ið gongur uttan nøkur avgerð verður tikin, kostar dýrt.

Tí er tað ikki meir enn rímiligt, at samgongan finnur tær 39 mió kr eyka á komandi fíggjarlógum og so roynir at fáa Landsverk at finna sparingar fyri tær síðstu 31mió, ið resta í.

Bjørn Kalsøe hevur søguligan møguleika at vísa seg sum tann framskygdi mentamálaráðharrin, ið megnaði at skera ígjøgnum og finna eina loysn, soleiðis at størsta og týdningarmesta byggiverkætlan í søgu okkara verður gjøgnumførd.  


Gunvør Balle
tingkvinna

onsdag den 5. december 2012

Íslendska fiskivinnuumsitingin er ikki nøkur fyrimynd.

Aðalorðaskifti um fiskivinnuna:

Skulu marknaðarkreftirnar ráða í fiskivinnuni ella ikki? Heilt, lutvíst ella slettikki. Og skal tilfeingið, ið svimur í havinum vera fólksins ogn ella latið nøkrum útvaldum? Tað eru nakrir av størstu spurningunum vit eiga at seta okkum, tá vit viðgera fiskivinnuna. Víst hevur altjóða fíggjarkreppan sýnt okkum sítt ljóta andlit - baksíðuna av kapitalismuni og hvat ótólmaðar marknaðarkreftir kunnu volda av skaða. Men tann læran hevur fyrst og fremst verið, at har skulu reguleringar til. At tað almenna hevur ein týðandi leiklut í at tálma tí flóðaldu, sum óavmarkað kapitalisma kann skapa av oyðileggingum.

Men hóast marknaðarbúskapurin hevur síni lýtir, er tað ongin sum talar um at vit skulu fara yvir til planbúskap. Tí sjálvandi er tað ikki eitt alternativ. Men eftir øllum at døma, kunnu vit í Føroyum ikki koma ásamt um hvar fiskivinnan hoyrir heima. - Vit látast og tosa sum um, at tað eru marknaðarkreftirnar, ið skulu sleppa at ráða, men í veruleikanum er talan um gjøgnumsúrgaðan planbúskap, har alt er stýrt niður í smálutir og endamálið er greitt, at nøkur fá útvald skulu arva ríkið, nær sagt.

Eg eri heitur forsprákari fyri nógvum samstarvi við Ísland og at brúka næsta granna okkara sum fyrimynd í øllum møguligum viðurskiftum, tí eg haldi íslendingar hava megnað at skipa seg sera skilagott á so mongum økjum. Eitt stórt undantak er tó á fiskivinnuøkinum.

Í D&V herfyri var viðtal við Egil Helgason, íslendskan journalist um íslendsku fiskivinnuskipanina. Hann ávaraði staðiliga ímóti at gera somu mistøk sum íslendingar hava gjørt. Nevniliga at lata loyvini ókeypis og óuppsigilig út til reiðarí, og lata tey seta loyvini í veð hjá bankunum. Tí tá vendist ikki aftur. Og tá kunnu reiðaríini av røttum siga seg hava fingið hetta sum gávu - og ognarrættin ber sum kunnugt ikki til at skerja - og tí fer alt Føroya fólk at standa sum stóri taparin.

Eg búði í Íslandi árini 2007 til 2010. í 2007 var himmalin yvir Reykjavík avtaglaður av byggikranum, ið hurraðu og snurraðu sólarringin runt. Eitt - hálvtannað ár seinni, stóðu teir sum frystir fastir allir sum ein. Hugsaði mangan um tað hesi árini, at myndin av byggikranunum var ein tann sterkasta, at lýsa støðuna í landinum, og tað totala kollapsið, ið hendi.

Ein av høvuðsorsøkunum til at tað kundi ganga so galið sum tað gjørdi í Íslandi var, at nøkur reiðarí, sum gjøgnum mong ár høvdu keypt fiskiloyvir upp, seldu sínar kvotur við ovurhonds vinningi. Mong av hesum vóru kanska heilt farin úr fiskivinnuni, men høvdu fingið ótrúliga stórar upphæddir burturúr at fara úr vinnuni - júst sum vit hava sæð dømir um í Føroyum. Og hvat hendi so? Jú, okkurt skulu tómar hendur við fullum lummum av pengum gera. Tà politiska skipanin við Dávidi Oddsyni á odda privatiserar bankarnar, letur hann m.a hesar pengamenn sleppa at keypa teir. Og teir fóru so undir at skrúva øll virðir upp og gera íløgur við stórum váða innanlands og uttanlands og ekspandera út um allan heim. ‘

Væl hjálpt av altjóða rákinum í fíggjarvinnuni, kundi ikki annað henda, enn tað totala kollapsið. Politiska skipanin í Ìslandi hevði fyrst latið tjóðarognina til nøkur fá, sum brúktu hana til at kollsigla samfelagið. Og politikarnir vóru sjálvir væl og virðiliga vavdir inn í hetta skitna spæl, so tað var vónleyst hjá teimum at rudda upp ella taka í egnan barm - og tí var tað ein sjálvforsterkandi gongd. Og hvør sat eftir sum taparin - jú, sjávandi Palleba, sum altíð er heilt vísur í at arva rokningina. Men sum ístaðin hevði kunnað fingið meir vælferð, um virðini vóru rættari býtt í útgangsstøðinum.

Íslendingar gera nú høvuðsreint eftir teirra stóru kreppu. Ma. noyðast tey at broyta sína stjórnarskipan, fyri at royna at bakka aftur og staðfesta, at tilfeingi er ogn fólksins.

Men vit trúgva jú uppá, at pengarnir liggja best hjá tí privata, ikksjannheit? - Tí tað almenna bara søplar pengar burtur. Hetta hoyra vit ofta landsstýrismannin og Fólkaflokkin siga. Eg haldi ikki, at íslendsku royndirnar eru dømir um at pengarnir bara liggja best hjá tí privata. Vinnan skal forvinna pengar burturúr at vera dugnalig til sítt vinnuliga virksemi og tá eru pengarnir væl fortjentir í teirra lummum. Ikki uppá spekulasjón og uppá at selja landsins ognir. Landið skal tryggja, at tað fær sítt og so lata tað vera frítt til vinnuna at tjena so nógv sum gjørligt.

Og tey sum so hoyrdu Jacob Vestergaard í somu D&V fingu greitt at vita, - hóast hann fekk ávaringina beint áðrenn - at hann ætlar at útseta føroyska samfelagið fyri júst tí sum íslendingar hava bløtt og enn bløða so sáran fyri. Hann ætlar at lata loyvini rulla í 8-10 - ja kanska 20 ár - sum øll vita, reelt meinar fyri altíð. Og ressursurentan - ja tað kann kanska vera nøkur oyru av yvirnormalum profitti. Og allir føroyingar vita, at har verða ongir pengar til landskassan við hesum politikkinum. Ikki fimm fløt oyru, verið sannførd um tað. Nei, so heldur fara til Danmarkar eftir fleiri pengum, - til landssjúkrahús, skúlar - til allar tær íløgur ,ið eru neyðugar fyri at vera eitt nútíðar samfelag, ið dregur fólk at sær.

Á ráðstevnunini um “Fólksins ogn” sum vit andstøðuflokkar hildu í vár, ávaraði íslendski búskaparfrøðingurin okkum um júst tað sama: Latið ikki loyvini rulla fyri ævir, tí avleiðingarnar vera øgiligar og tað er ikki gjørligt at venda aftur. Tit hava møguleikan at gera tað rætta, gerið ikki sum vit! Og á Fiskivinnutinginum á Hotel Føroyum herfyri, segði Halgir Winter Poulsen seg ivast stórliga í um útlutingin av makrelkvotunum í ár hevði heimild í nakrari lóg! Hann sigur “Kunngerðin fer ov vítt – mann veit ikki, hví ein fær rættindir og ein annar ikki fær”. Kann tað sigast týðiligari? Hetta snýr seg nevniliga um grundleggjandi rættarkenslu. Hetta handlar um, at fáa fólk at venda aftur til hetta landið, tí tey hava álit á, at tey størstu virðini verða umsitin rætt. Her eiga vit at smíða heilt nýggjar karmar, tí okkara felags framtíð sum land og fólk er uppá spæl!

Advokaturin á Fiskivinnutinginum segði eitt annað skilagott - og tað var við hansara royndum frá oljulóggávuni. Hann helt, at vit eiga at seta eina kommisjón at gera eina nýggja fiskivinnulóg. Koyrið politikarnar til hús, segði hann. Og helst hevur hann rætt, tí í Løgtinginum verður ongin semja um nakað sum fer at líkjast nøkrum, so tað verður bara eitt nýtt klútatepppi - í besta føri - ið fer at koma burturúr.

So her eru so greiðar ávaringarlampur sum blinka, um tað sum vit eyðsýnt ikki mugu gera - eg haldi hetta við teimum rullandi loyvunum og hugtakið fólksins ogn er tað mest umráðandi at taka fram her. Tjóðveldi hevur í mong ár roynt at tosa fyri eini uppboðsskipan av fiskiloyvum og tað er at gleðast um at fleiri og fleiri eru farin at síggja tað skilagóða í hesum. Eg havi tosað við reiðarar, ið halda verandi fiskivinnuumsiting vera so kaotiska og høpisleysa, at tey eru komin til at uppboðssøla hevði verið langt frægasta loysnin. Verri kann tað í hvussu er ikki gerast, tykist hugburðurin at vera. Sum nú er, verður vinnan stýrd av politiskari tilvild. Eg haldi, at vit eiga at hava eina lutvísa uppboðssølu við í tí víðari arbeiðinum, so vit kunnu gera okkum fleiri royndir av hesum forminum.

Tann stóri fyrimunurin við uppboðssøluni er, at politiska skipanin sleppur frá at gera av hvør skal fáa tilluta loyvi - tí hvussu finna vit skilagóð kriterii at luta fiskiloyvir út eftir? Og í øðrum lagi, við uppboðssøluni fær man tilfeingisrentuna inn beinaveg, tvs reiðaríið bjóðar tað uppá loyvi sum tey rokna aftureftir, at tey hava ráð til, tá vinningur og alt annað er tikið við. Soleiðis verður tað ikki eitt politiskt sett tilfeingisgjald, og vinnan nýtist ikki at fiks-faksa fyri at sleppa frá at gjalda tilfeingisskatt. Og har eru fleiri aðrir fyrimunir, tí nýggir aktørar hava á hendan hátt betri møguleika at sleppa framat, tí tey skulu ikki finna ovurhonds upphæddir fyri at keypa skip við fiskiloyvi fyri at koma inn í vinnuna. Og vit hava brúk fyri tí endurnýggingini.

Latið okkum vaska talvuna reina og fáa eina gjøgnumskygda skipan fyri okkara høvuðsvinnu, har vit staðfesta at fiskurin er ogn landsins, og har vit fáa marknaðarkreftirnar at rigga, tí tær eru hóast alt trygdin fyri at vinnan í kapping mennist, gerst effektivitet og lønandi.