onsdag den 4. april 2012

Vegurin til vøkstur í Útnorði er - útbúgving, mentan, samhaldsfesti og fullveldi


Løgtingsnevndin fyri Útnorðursamstarv hevur júst verið á tema-ráðstevnu í Ilulissat í Grønlandi. Útnorðurráðið er samstarv millum tingnevndir í Løgtinginum, grønlendska Landstinginum og íslendska Altinginum. Útnorðurráðið samstarvar um mál av felags týdningi og áhuga fyri londini trý og leggur rekommendatiónir fram fyri parlamentini til støðutakan. Tað var t.d Útnorðurráðið, ið kom við uppskotinum um at seta Demokratia á stovn, sum Løgtingið samtykti.

Evnið hesuferð var “Leikluturin hjá Útnorði í altjóða samfelagnum, við serligum fokus á Arktis”. Umframt at vit høvdu eina ómetaliga góða ferð, upplivdu bergtakandi grønlendsku náttúruna og nutu stuttligar og hugnaligar løtur saman við grønlendsku og íslendsku frændum okkara, kom sera nógv áhugavert fram í framløgunum á ráðstevnuni.

Eitt tema, sum var afturvendandi hjá fleiri av fyrilesturhaldarunum var, at londini í Útnorði stríðast við felags avbjóðingina at gera samfelagið áhugavert hjá ungdóminum og kvinnunum at støðast í. Um vit vinna á hesi avbjóðing, eru grundleggjandi fyritreytirnar til staðar fyri at tryggja framtíðar vøkstur og menning í samfeløgunum. Fram komu ymisk boð uppá hesa avbjóðing:

1. Útbúgving, kreativitetur og livandi mentan eru millum týdningarmestu fokusøkir fyri at skapa trivnað og fáa ungt fólk og kvinnur at støðast.
2. At samfelagið er sosialt rættvíst hevur somuleiðis avgerandi týdning fyri framhaldandi vøkstri og menning. Hetta merkir ikki bert, at tað ikki er ov stórur inntøkumunur hjá fólki, men eisini at tilfeingið í landinum verður umsitið soleiðis, at flestøll kenna, at tey onkursvegna fáa lut í ríkidøminum. Eitt samfelag, har meirilutin følir seg sum áskoðarar til at nøkur fá sleppa at taka lut og hava fingið serrættindi, skapar mistrivnað og fráflyting.
3. At vit sum sjálvstøðug lond – og við einari atkvøðu í ST - høvdu haft munandi størri møguleika at fingið ávirkan á okkara framtiðar leiklut í arktis og í altjóða samfelagnum sum heild. Tað er ein óheppin ójavnvág í samstarvinum í Útnorðurráðnum, at Ísland einsamalt er fræls tjóð, meðan Føroyar og Grønland ikki hava fult innlit og ræði á egnum viðurskiftum.

Gleddist veruliga um at hoyra hesar greiningar frá ymsu serfrøðingunum. Tí hetta eru júst tær hugsjónir, ið eru okkara hjartamál í Tjóðveldi:

Útbúgving, mentan, samhaldsfesti og fullveldi.

Tí er tað ein vanlukka, at sitandi Landsstýrið tekur avgerðir, sum uppá allar mátar ganga beint ímóti hesum hugsjónum. Tí vit vita, at tær skulu allar vendast og rættast upp aftur. Men tað átti at verið heilt heilt óneyðugt.

onsdag den 28. marts 2012

Niðurstøður frá temaráðstevnu í Útnorðurráðnum í Ilulissat

Eg kundi ikki verið meir samd í niðurstøðunum hjá serfrøðingunum, ið hildu fyrilestur á temaráðstevnu hjá Útnorðurráðnum í dag, har evnið var ”leikluturin hjá Útnorði í altjóða samfelagnum, við serligum fokus á Arktis” - 1. Útbúgving, kreativitetur og livandi mentan eru millum týdningarmestu fokusøkir fyri at skapa trivnað og fáa ungt fólk og kvinnur at støðast. 2. At samfelagið er sosialt rættvíst hevur somuleiðis avgerandi týdning fyri framhaldandi vøkstri og menning og 3. at vit sum sjálvstøðugt land – og við einari atkvøðu í ST - høvdu haft munandi størri møguleika at fingið ávirkan á okkara framtiðar leiklut í arktis og í altjóða samfelagnum sum heild. Tað er ein óheppin ójavnvág í samstarvinum í Útnorðurráðnum, at Ísland einsamalt er fræls tjóð, meðan Føroyar og Grønland ikki hava fult ræði á egnum viðurskiftum.

Vit skulu ikki bara vera áskoðarar ella medaktørar í hesum tydningarmikla valdspæli ið fer fram, vit skulu vera høvuðsaktørar!

”Løgið, at allir fyrilesturhaldarar skulu vera tjóðveldisfólk”, hildu mínir føroysku starvsbrøður argandi fyri. Nei, vælsignaðir - tað er sum ikki einaferð Tjóðveldi, ið hevur viðsjónirnar um hvussu vit skilabest skipa hetta samfelagið.  Tit hava bara ikki fangað tað enn.


mandag den 5. marts 2012

Slettikki so øvugt, Georg


Í Punktum.fo 2. mars skrivar Georg L. Petersen, at hann ikki trýr uppá at fleiri útbúgvingar í Føroyum fara at skapa størri fólkavøkstur. Hesum eri eg grundleggjandi ósamd í. Eg haldi, at vit eiga at skapa nógv fleiri útbúgvingartilboð, bæði tekniskar/yrkisrættaðar og akademiskar, soleiðis at fleiri av okkara ungu lesa nøkur ár í Føroyum. Hetta tekur tíð, so meginparturin av ungdómsárganginum fer framvegis - í fleiri ár fram - at fara uttanlands at lesa eftir lokið miðnám. Men um bert vit megna at fáa nøkur (kanska 20-40) fleiri enn nú, at byrja eina útbúving her heima á hvørjum ári, ella at taka eina styttri útbúgving her, eru sannlíkindini munandi størri fyri at tey flyta heimaftur seinni. Og soleiðis fáa vit steðga netto-fráflytingini.

Umframt at tað er heilt veruleikafjart, so haldi eg slettikki, at vit skulu stremba eftir at øll tey ungu taka alla sína útbúgving í Føroyum. Og eri samd við Georg í, at tað hevur sera stóran týdning at okkara ungu eisini fara uttanlands - serliga útum Danmark - í nøkur ár at læra, lesa, ferðast og arbeiða. Okkara samfelag hevur meir enn nakað annað tørv á fólki við altjóða arbeiðsroyndum, sum við íblástri frá øðrum mentanum bjóða vanahugsanini av.

Tí skulu vit leggja lunnar undir at bjóða fleiri av teimum ungu at taka grundleggjandi útbúgvingar her hjá okkum áðrenn tey fara uttanlands at lesa víðari. Tey kunnu td taka eina styttri útbúgving ella eina heila bachelor her og so út í heim at taka master. Undirvísingarskipanin skal snikkast soleiðis til, at hon er samanbærlig við útlendskar, so til ber at byggja víðari á tað tú hevur lært herheima, uttan at longja útbúgvingina.


Tað er ongin ivi um, at fólk ið eru 22-23 ár tá tey flyta uttanlands, hava fest djúpri røtur og kanska funnið sær ein maka herheima, í mun til tey, ið fara sum 19-20 ára gomul. Og jú betri røturnar eru festar, jú størri eru sannlíkindini fyri, at tey flyta heimaftur.

Hetta mynstur sæst týðiliga í Íslandi. Har hava teir mongu hægri lærustovnarnir lagt seg eftir at bjóða eina stóra breidd av bachelor útbúgvingum fram og tað ger, at tey allarflestu ungu taka í minsta lagi fyrsta part av síni útbúgving í Íslandi. Men tað merkir ikki, at tey ikki fara út í heim. Tey flestu fara uttanlands at lesa master, ella tey taka eitt ella tvey semestir av síni útbúgving aðrastaðni. Og hetta er uttan iva ein orsøk til at tey ikki stríðast við okkara trupulleika við fráflyting. Tí sjálvt um heilt nógv fara út í heim at lesa og arbeiða í nøkur ár, so koma tey allarflestu heimaftur at seta búgv. Við at búgva fleri av tínum tilvitaðu, vaksnu árum í heimlandinum, veksur hugurin til at leggja títt lívsstarv har.

Og tá havi eg slettikki tikið allar fyrimunirnar fyri samfelagið við at vit fáa eitt sterkt og fjøltáttað lestrarumhvørvi. Tað skapar arbeiðspláss fyri fólk, ið ynskja at koma heim at undirvísa og granska og tað gevur aftur eitt sterkari fakligt umhvørvi, og at vitan um okkara egnu viðurskifti verður framleidd. Harumframt vantar okkum í ólukkumát tey ungu millum 20 og 35 ár, og teirra rødd er sera neyðug fyri at broyta og flyta samfelagið rættan veg.

Annars eri eg so sera samd við Georg í, at her er ymiskt ið ger, at samfelagið ikki er serliga innbjóðandi at flyta aftur til. Havi sjálvt víst á, at vantandi álit á politisku skipanina (har sundurlyndið kemur best til sjóndar) er ein høvuðsorsøk til at fólk ikki tíma at flyta aftur. Men eg trúgvi eisini at hetta kann broytast við tíðini, m.a við at vit av álvara tora at satsa uppá at styrkja og fjøltátta útbúgvingartilboðini.

torsdag den 23. februar 2012

Fólkavøkstur byrjar við áliti á politisku skipanina


Nú hava køldu tølini aftur víst okkum syndarligu gongdina í fólkatalinum. Tað er nú so galið, at færri enn 600 nýggir føroyingar verða føddir um árið, og hetta tal er ájavnt burðartalið í 30’unum. Og tá var samlaða fólkatalið bara helvtina av tí tað er í dag. Hetta er uttan samanburð størsta avbjóðing vit standa framman fyri sum samfelag, og øll politisk orka átti at verið rætta ímóti at basa skeivu gongdini.


Fólkavøkstur - og harvið búskaparvøkstur - snýr seg fyrst og fremst um at borgarir hava trúgv uppá framtíðina. Sokallaða treystitalið. Ein týðandi partur av hesum er álit á politisku skipanina og virðing fyri landsins myndugleikum. Og eg eri rættiliga sannførd um, at vantandi álit er mest grundleggjandi orsøkin til minkingina í fólkatalinum.

Politiskt hevur verið stýrt uttan mál og mið í fleiri ár. Onki dirvi og ongin ryggur hevur verið til at tikið stóru tøkini og framt tær nýskipanir, sum samfelagið hevur so ovurstóran tørv á. Innan fiskivinnu, kommunurbygnað, skúlar, eftirlønir osfr. Í heyst kom nýtt landsstýri framat, og nú eru vit farin úr øskuni í eldin og hava sæð handling í ólukkumát. Frá fullkomnari naggatódn í fleiri ár eru vit nú vitni til eitt landsstýri, sum púrasta setir fólkaræði til viks fyri at fremja grundleggjandi broytingar í samfelagnum. Forskatting av pensjónum, flatskattur, niðurbræðing av samhaldsfasta vælferðarsamfelagnum, blokkhækking og niðurgering av fakfelagsrørsluni. Og síðsta skotið á stammuni er ætlanirnar um endaliga avhending av ræðisrættinum yvir høvuðstilfeingi okkara. Eitt ræðandi uppskot, sum kann forkoma tilverugrundarlagnum undir okkum og framtíðar ættarliðum.

Øll hesi mál, ið hava øst og ørkymlað eitt heilt fólk uppá stutta tíð, senda greið signal út um, at vit hava eitt cowboy-stýri, sum trumlar ting ígjøgnum uttan at lurta eftir ella virða nakran, og so als ikki fakkunnleikan. Álitið á politisku skipanina var ikki stórt frammanundan, nú er tað mestsum syndrað.

Føroyingar eru eitt væl upplýst fólk og fleiri og fleiri hava góðar útbúgvingar. Men tað er sera lítið lokkandi at vera undirløgd politikarum, ið hugsa stuttskygt, bert røkja seráhugamál ella sítt lokaløki, og sum ikki vilja leggja dygdargóðar heildarloysnir aftanfyri sínar avgerðir. Fólk í dag eru kritisk og seta krøv - og tey krevja góða politiska stýring, har fakkunnleikin verður virdur, so tey kunnu hava álit á samfelagið og fáa hug at liva og virka í tí. Tað er ein farin tíð, at politikarir kunnu skalta og valta sum teir vilja. Samfelagið gerst alsamt minni og meir gjøgnumskygt við sosialu miðlunum, har øll taka lut í kjakinum, og øll vita hvat fyriferst. Undirtónin í almenna kjakinum er harðnaður og nógv merktur av frustratión yvir vánaligan politikk. Tað neiliga prátið skuggar yvir tí góða og stuttliga, sum plagar at savna okkum sum fólk og sum ger at tað er vert at búgva í hesum landinum.

Eg haldi, at tann alsamt vaksandi negativi hugburðurin til alt í hesum landinum er niðurbrótandi og ófrættakendur. Fólk eru óð og ørg um óbúnan og ábyrgdarleysan hovsa-politikk og eru við at missa mótið, tí tað røkist ikki fyri batum. Hetta er eitt tekin um, at vit eru á vandakós og má takast í stórum álvara.

Eg fari inniliga at heita á samgongu, landsstýrið og fyrst og fremst løgmann um at stinga fingurin í jørðina, lurta eftir fólki og taka teirra ótta og ónøgd í álvara. Steðga fleiri vanlukkuligum politiskum avgerðum og fá fólkið við tykkum! Við at vísa virðing fyri fólkinum, fyri fakkunnleikanum og við at taka búnar politiskar avgerðir kann álitið kanska reisast aftur. Og um tað eydnast, verður tað fyrsta stig á leiðini til fólkavøksturin.

mandag den 20. februar 2012

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum um samanlegging av stovnum



  1. Skal alt virksemi hjá Jarðfeingi flytast oman í eftirlitsstovnin á Skálatrøð?
  2. Skal Ferðaráðið flyta oman í eftirlitsstovnin á Skálatrøð?
  3. Er talan um at allir hesir stovnar verða lagdir saman í ein stovn?
  4. Hvør er høvuðsorsøkin til at flyta hesar stovnar saman í somu hølir?


Viðmerkingar:
Tað hevur verið alment frammi, at Jarðfeingi skal flytast til eftirlitsstovnarnar á Skálatrøð. Síðan stig vóru tikin til at seta á stovn oljumyndugleika í Føroyum í 1990, sum seinni varð lagdur saman við Jarðfrøðisavinum, hevur Jarðfeingi ment seg til ein týdningarmiklan aktør innan oljuleiting og gransking av jarðfrøðiligum viðurskiftum á føroyska landgrunninum og á landi.

Uppgávan hjá Jarðfeingi er m.a. at taka sær av altjóða oljufeløgum, og granskarar á Jarðfeingi taka lut í fleiri altjóða granskingarsamstarvum. Her er tað umráðandi fyri umdømi og fakliga trúvirði at spurnartekin ikki kann setast við virksemið hjá stovninum, m.a. má tað vera púra greitt, at virksemið og granskingin á stovninum er politiskt óheft. Við at leggja hetta virksemi í eitt stýri undir Vinnumálaráðnum, sum sær út til at vera ætlanin, flytir man virksemið tættari at politisku umsitingini. Tí eigur tað at vera heilt greitt, hvat endamálið er við hesi umskipan.

Harumframt  er Jarðfeingi orkumyndugleiki og skal vera aktivur í at menna ein orkupolitikk. Sum liður í hesum, var elveitingareftirlitið flutt frá stovnunum á Skálatrøð til Jarðfeingi síðsta summar. 

Eisini hevur verið frammi – men ikki alment staðfest – at Ferðaráðið skal flyta oman á Skálatrøð. Ferðaráðið hevur m.a. sum uppgávu at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál úti í heimi og  uppgávurnar hjá Ferðaráðnum eru bæði strategiskar og operationellar. Vinnan hevur síðstu árini eftirlýst, at Ferðaráðið verður skipað í eina dynamiska eind, sum kann verða lokomotiv fyri vinnuna úti í heimi. Tað er torført – fyri ikki at siga ógjørligt – at  síggja, hvussu hetta virksemi kann samansjóðast við eftirlitsumhvørvið á Skálatrøð, tí tað eru heilt hvør síni arbeiðsøki.

Tí verður landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa um hesir stovnar  skulu flyta saman við eftirlitsumhvørvið á Skálatrøð, og greiða frá hvussu virksemi á Ferðaráðnum og Jarðfeingi hóska inn í hetta høpi. Er talan fyrst og fremst um at stovnarnir húsast í somu hølum ella er talan um at samansjóða øll hesi virkisøkir.

Ì viðmerkingum í miðlunum hevur landsstýrismaðurin sagt, at grundin til ætlaðu samanleggingarnar er at effektivisera m.a. við at taka dupultfunktiónir burtur. Landss­­týrismaðurin verður biðin um at svara ítøkiliga, hvørjar dupultfunktiónir sipað verður til. Her er talan um stovnar, sum hava so ymisk arbeiðsøki sum eftirlit, oljuleiting og gransking og marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál.


Á Løgtingi, 20. Februar 2012

Gunvør Balle,
Løgtingskvinna

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø viðv. Føroya Symfoniorkestri


1. Hvørjar hugsanir hevur landsstýrismaðurin um týdningin av at hava eitt Symfoniorkestur í Føroyum.
2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at symfoniorkestrið kemur inn í ein støðugan karm og kann tryggjast víðari menning?

Viðmerkingar:
At Føroyar hava eitt symfoniorkestur er eitt bragd í sær sjálvum. At vit í skjótt 30 ár hava megnað at haft eitt symfoniorekstur er greitt tekin um hvussu mangar gávuríkar tónleikarar vit eiga og hvussu stórur fakligi stoltleikin og viljin hevur verið til at vit, ájavnt onnur framkomin lond, megna at hava eitt slíkt flaggskip innan tónlistina.

Føroya Symfoniorkestur hevur fingið 975.000kr á fíggjarlógini í fleiri ár, men hendan játtan er í 2011 og 2012 minkað til 938.000kr og í fíggjarætlanini fyri 2013 og 2014 er somuleiðis ætlanin at FOS skal fáa 938.000kr.

Í 2004 fekk táverandi mentamálaráðharrin handað eitt álit um hvussu FSO framhaldandi kann halda støði og mennast í framtíðini. Tilmælið var, at teir tónleikarar í orkestrinum, ið eisini eru musikkskúlalærarar, fáa sum ein part av síni starvssetan eitt ávíst tímatal at framføra tónleik.
Hesin parturin kann umsitast av FSO í samstarvi við Føroya Musikkskúla. FSO skal so leggja ætlanir um venjingar, konsertir og samstarv við skúlar til rættis. Sjálvt um álitið er frá 2004, er onki hent á økinum og tónleikararnir hava framvegis hetta ynski.

Ein lækkað játtan er eitt greitt tekin um eina niðurraðfesting av Symfoniorkestrinum. Tí hevur tað týdning, at fáa at vita frá landsstýrismanninum, hvørjar ætlanir hann hevur við Symfoniorkestrinum og framtíð tess. Eisini er tað áhugavert at vita, hvat landsstýrismaðurin heldur um ynski frá tónleikarunum um at samskipa arbeiði á Musikkskúlanum við Symfoniorkestrið, soleiðis at teir fáa ein part av starvssetanini til at framføra tónleik.

Á Løgtingi, 20. Februar 2012

Gunvør Balle,
Løgtingskvinna










fredag den 17. februar 2012

Tekniski skúli í Klaksvík

Í síðstu viku var 1. viðgerð av málinum um at útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík. Í lógaruppskotinum liggur í kortinum, at Løgtingið íalt játtar 36 milliónir komandi fimm árini til at útbyggja Tekniska skúla Í Klaksvík.

Ongin skal ivast í, at eg eri heit talskvinna fyri at styrkja útbúgvingar og økja um útbúgvingartilboðini í Føroyum. Men tá vit víðka og styrkja okkara útbúgvingar má tað gerast rætt og við skili. Tí tað skerst ikki burtur, at her er talan um klassiskt dømi um hvussu ofta verður arbeitt politiskt: Vit seta pengar av - ár eftir ár - í hesum føri til Tekniska skúla í Klaksvík, uttan nakrantíð at gera tað grundleggjandi arbeiði. Vit mangla heildarætlanina um innihald og hugsa fyrst og fremst um bygningar og at tað skapar byggivirksemi og arbeiðspláss.

Vit mugu fyrst arbeiða yvirskipað: Hvørjar útbúgvingar hava vit tørv á, hvussu vilja vit skipa tær, hvørjum støði skulu tær vera á, hvørjar førleikar tørvar samfelagið og vinnan osfr. Tvs innihald og fakligheit fyrst. Næst kemur so: Hvussu nógvar eindir og deplar skulu vera í landinum innan ymsu útbúgvingarnar. Við komandi miðnáms- og tekniska deplinum í Marknagili í Havn kunnu vit staðfesta, at ein slíkur depil kemur at liggja í Havn. So er náttúrligt at vit leggja til rættis, hvussu restin av landinum fær sama miðnámsskúlatilboð. Her skal støða takast til um tað er nóg mikið við einum depli í Norðurøkinum, sum umfatar Kambsdal og Klaksvík? Ella skal ein depil eisini vera í Suðuroy? Hetta má viðgerast yvirskipað politiskt, tvs bæði viðv. innihaldi og at tryggja at næmingar kring alt landið hava sama møguleika.

Tá vit eru vorðin samd um tey grundleggjandi viðurskiftini, kunnu vit gera upp um verandi bygningar eru nøktandi ella ikki. Og so hvar er tørvur á at byggja nýtt ella byggja aftrat.

Her gera vit beint øvugt: Landsstýrismaðurin vil hava Løgtingið at játta 36 mió komandi árini at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík. Stóri spurningurin, ið eg sum løgtingsfólk siti við er: Til hvat? - Í lógaruppskotinum stendur stutt, at talan er um at hýsa matvøru- yrkis - miðnáms og maritimar útbúgvingar. Men hetta er als ikki viðgjørt yvirskipað. Vit eru so slettikki liðug við kjaki um maritimar útbúgvingar og hvar tær skulu vera. Og hvørjar matvøruútbúgvingar tosa vit um her? Her liggur onki gjøgnumarbeitt álit til grund, bara leysir tankar og ynskir frá landsstýrismanninum um at fáa ein stóran skúla til sítt øki.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at ein arbeiðsbólkur lat táverandi landsstýris- kvinnuni eitt tilmæli á vári í 2011. Høvuðstilmælið er: “At gjørd verður ein heildarætlan fyri útbúgvingarøkið  í Klaksvík, og at henda verður samskipað við eina ætlan fyri Eysturoy.”

Hetta er júst kjarnin í málinum og sera skilagott orðað. Eg gangi fult inn fyri at ein góður og sterkur útbúgvingardepil verður skipaður í Klaksvík, tí hesum er tað veruliga tørvur á, og ein slíkur  eigur sjálvsagt at samskipast við Eysturoy. Tí vóni eg at landsstýrismaðurin tekur til eftirtektar tað sum eitt samt ting ráddi honum til, nevniliga at lata umsiting sína arbeiða við eini heildarætlan fyri úbtúgvingarøkið Klaksvík/Eysturoy og lata Løgtingið fáa hetta at viðgera, áðrenn avgerð verður tikin um at seta pening av til víðari útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík.